Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 25. juni 2008 13 Veit ikki rættiliga, hví fólk eru farin at tosa um, at næmingarnir gera so lítið í juni. Haldi sjálv, at hetta er ein stór misskiljing. Tað gleddi meg at lesa lesarabræv frá foreldrum og formanni í skúlastýri­ num fyri Frískúlan í Havn. Tað kendist sum nýggir frískir litir, málað við grovum, góðum, lívligum og beinraktum strokum, í annars heldur døkka máln­ inginum, sum fleiri halda skúlan vera. Gott og neyð­ ugt, at tað verður sett orð á tað, sum virkar. Tá ið eg var liðug at lesa og grundaði yvir lýsingina av hesum einasta frískúla í landinum, gleddist eg yvir einføldu niðurstøðuna, at hetta er júst tað sama, sum eisini fólkaskúlin er og dagliga ger. Ein mennandi, spennandi og læruríkur heimur, sum hevur alstóran týdning fyri næmingarnar. Kanska var tað bara løgið og forkunnugt, at síggja rós til lærarar og skúla. Sjálv­ andi helt eg, at hetta mátti vera ein heilt serstakur skúli ­ tað er hann eisini óivað. Her kunnu vit staðfesta, at sjálvt um fá siga sína hugs­ an um skúla og skúlaskap, eru tað óivað fleiri, sum hóast alt eru nøgd og gleð­ ast yvir tað, næmingarnir gera í skúlanum – um tey vita, hvat tey gera. Næmingar burtur frá skúlanum Um vit ganga út frá, at foreldur í fólkaskúlanum sum heild eru eins nøgd og foreldur í frískúlanum, er nakað, sum ikki heilt gong­ ur upp. Í dag velja fleiri og fleiri foreldur at leggja frítíðarvirksemi fyri børn síni í skúlatíðini. Úrslitið av hesum er, at flokkarnir í ávísum tíðarskeiðum mangla fleiri næmingar, sum ikki fylgja vanligu skúlagongdini í styttri og longri tíðarskeið. Haldi sjálv, at júst hendan tíðin ­ eins og alt árið ­ er sera neyðug fyri næmingarnar. Júst tað, sum varð tikið fram sum avgjørdir fyri­ munir fyri næmingarnar á frískúlanum, siga fleiri foreldur í fólkaskúlanum nei­takk til. Fleiri skúlar velja at skipa júst hesa tíðina fyri summarfrítíðina við øðrvísi tilboðum og undirvísing. Hetta merkir als ikki, at tað verður arbeitt minni, sum fleiri halda ­ kanska heldur meir. Næmingurin missir uttan iva bæði fakliga og sosialt. Grundleggjandi læru, sum er neyðug, og sosial og mennandi samvera, sum ger tey sjálvstøðug. Veit ikki rættiliga, hví fólk eru farin at tosa um, at næm­ ingarnir gera so lítið í juni. Haldi sjálv, at hetta er ein stór misskiljing. Væl vitandi um, at ein ferð kann vera mennandi, spennandi og lærurík, at foreldur ikki øll fáa frí, tá ið næmingarnir hava frí, og at tað er fleiri ferðir bílig­ ari at ferðast í lágárstíð, haldi eg, at fólk eiga at hava størri virðing fyri skúlanum og leggja frítíð­ arvirksemi í frammanund­ an løgdu frítíðini hjá næm­ ingunum, sum hóast alt eru einar 10 vikur árliga. Skúlin mennandi, spennandi og læruríkur Tóra við Keldu Løgmaður segði í loftmiðl­ unum ígjár, at á ríkisfundi­ num fór hann at kunna Anders Fogh Rasmussen, forsætismálaráðharra, um millum annað yvirtøkur­ nar, ið hendan samgongan hevur sett sær fyri at fremja. Eg havi eini góð ráð til Jóannes Eidesgaard, og tað er at: ­ Lodrætt arkivera allar tær í samgonguskjalinum avtalaðu, men enn ikki framdu yvirtøkurnar, tí samfelagið Føroyar er ikki ment at bera tær alsamt øktu útreiðslurnar av landshúsarhaldinum. Ein øking av útreiðslum við yvir 200 milliónum krónum í yvirtøkum er óforsvarlig at fremja. ­ Fá tað sum er yvir­ tikið at fungera 100%, áðrenn tú yvirtekur meira­ sum er fungerar tað sum er yvirtikið langt frá væl m. a. Skipasýn, Fólkakirkja og Skúlaverk. ­ Fá sett ES málið á dag­ skrá, tað er avgerðandi fyri framtíðarmøguleikar okk­ ara sum framkomið sam­ felag at finnan saman um loysn á ES avbjóðingini. Um tað kostar tær eina samgongu sum higartil einans hevur víst avmakt, nyttuloysi, ráðaloysi og óarbeiðsføri og ikki at gloyma leiðsluførleika mátti verið eitt befríilsi fyri teg, áðrenn tú hoknar í knøunum og verður leidd­ ur úr løgmanssessinum. Tað sum kanska verri er ­ um tú ikki steðgar hes­ um dugnaleysa politikki tykkara ­ er at tit filla samfelagið sundur. Ríkisfundurin 2008 løgtingsmaður Johan dahl Hr. redaktør, Det er med sorg i sinde, at jeg læser dagens Dimma­ lætting, som desværre stadig bliver bragt til vores postkasse om tirsdagen, trods mit indlæg den 31.10.07, hvor jeg bad om at blive fri. I jeres helside om ”Landssyghuset under lup” bliver tilstanden på syg­ huset betegnet som for­ færdelig dårlig og livs­ farlig. En hel række klager og fejl, men intet godt, bliver bragt til torvs. Det er sørgeligt, at I kritikløst lader jer spænde for visse personers hadekampagne mod sygehusledelsen. Meget er misvisende og med forkerte datoer på. Et sammenrod af begiven­ heder, som er sket over flere år, bliver bragt, som om det var noget, der er sket for nylig. For eksempel ”nyheden” om, at kirurgerne har klaget over ledelsen til løgmand­ en. Det er noget, der skete for 2 år siden uden mit vidende, og jeg tvivler på, at klagen nogensinde blev sendt. Der er i hvert fald aldrig kommet noget svar. I dag er det daglige sam­ arbejde på vores afdeling gnidningsfrit. I kunne godt have gen­ optrykt mit læserbrev, som modvægt mod al den destruktive kritik. Jeg vurderer, at 95% af vore patienter på kirurgisk afdeling er tilfredse med behandlingen. Efter et langt livs virke i det danske sygehusvæsen vurderer jeg, at Lands­ syghuset er fuldt på højde med et almindeligt dansk centralsygehus. Desværre kan vor diagnostik og behandling aldrig blive fejlfri, men det personale, som jeg arbejder sammen med, gør deres yderste for at yde vore patienter den bedste service. I mit daglige virke på sygehuset mærker jeg intet til den forfærdelige og livsfarlige tilstand, som I taler om. Til gengæld mærker vi en del til ner­ vøse patienter, som tror på jeres ensidige propa­ ganda, og som takker ekstra meget, når behandlingen alligevel viser sig at være god og professionel. Desværre var jeg naiv, da jeg håbede på, at I ville løfte jeres ansvar som ledende avis på Færøerne og begynder at bringe afbalanceret reportage om sygehus­ væsenet og konstruktiv kritik. Det er den eneste måde frem, hvis vi skal tiltrække kvalificeret per­ sonale til landet og bedre vort tilbud til patienterne. Det eneste råd, jeg har til færingerne, er at boykotte Dimmalætting. Der findes heldigvis et bedre alternativ. Åbent brev til redaktør Árni Gregersen overlæge kirurgisk afdeling, Landssjúkrahúsið G. harri Guðmundsson Takk fyri viðmerkingina í V.V.­blaðnum, Heri E.! Sera vøkur sjón at skoða landið (og Ká Í­ vøllin) av Háfjalli. Eitt sindur trupult at koma heilt niðaná. Skemtari sum tú átti at sæð eitt sindur av spei­ semi millum reglurnar í míni málskriving!? Tað mesta skal tó takast í álvara! Sjálvandi skulu vit varðveita bygdamálini. Har misskilir tú meg full­ komiliga. Tað er frálíkt, at tað “krimar” í Klaksvík. Annars haldi eg okkara suðurstreymoyarmál vera hampiliga gott nú á døg­ um. Talan er tískil ikki um eina takk fyri seinast­ kenslu. Vit siga: ein stovrir bádir, klaksvík­ ingar siga: oyn støvrir badir, eysturoyingar siga: oyn støvrur bátur o.s.fr. Fínt, fínt! Há/Ká: Tú vilt vera við, at klaks­ víkingar aldri hava sagt ka. Jú, vælsignaður! Teir hava sagt ha og ka í fleiri øldir. Tá danski skúlin kom til Føroya miðskeiðis í 1800­ árunum, fóru føroyingar so líðandi at siga há og ká á donskum: hå og kå! Tað er lætt at sleppa av við í okk­ ara skúlum nú á døgum. H og k eru bókstavir, sigur tú, meðan Skáli er eitt navn. Tí siga nøkur hå og kå, men ikki Skåli. (Her verður ikki hugsað um Skaale:Simpilthenn so lekkirt. Máldálking!?) . Kari spælir við Kå Í, sigur tú eisini. Men so kemur ólag í ljóðlagið, tí knapp­ liga sigur tú Håkun!? Her samsvarar ikki rættiliga?! Var Hákun á Háfjalli, var Hakun a Hafjalli, ella var Håkun å Håfjalli? A/Æ: Hasir báðir bókstavirnir hava somu úttalu. Tað kann ikki vera ivi um tað!? (Talspæl, t.d.)! 1.A (fyrsti ea). Ikki er neyðugt at siga fyrra ea! ÍF; tað er ikki neyðugt at siga fyrra í! Dreymar og víðsjónir: Uttan dreymar følnar tjóðin! Sjálvandi droyma vit um tann dag, hann er kanska ikki so fjarur, tá vit øll aftur siga tað vakra, einfalda, lætta, føroyska: sjeytieitt, sum tey eisini siga í Svøríki, t.d., á teirra máli, sjálvandi. Fyrst mugu vit tó fáa há og ká (ha og ka) upp á pláss aftur! Máldálkingartríbólkur?: Í Føroyum er ein trí­ bólkur (trio), sum roynir at verja og fjálga um donsku tungu her á landi. Á flatl­ ondum er ein tvíbólkur (duett), sum roynir tað sama. Eg fái meg ikki at trúgva, at tú ætlar at broyta ta duettina til eina trio!? E.S. Gott summar! Við málkvøðu Á Borg á Argjum á jóansøku 2008 A Hafjalli a hasumri saman við Ka Í-ara og Ha B-ara!? (Skali var ikki umboðaður) beturvitandi (kanska) málfúti (neyvan) eyðun á BorG viðmerkingar