Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 120 - 25. juni 2008 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Hanna Davidson, fødd Olsen, ættað úr Leirvík, búsitandi í Lysekil í Svøríki, andaðist mána­ dagin, 82 ára gomul. Anna Elisabeth Holm, fødd Veihe, vanliga nevnd Lisa, ættað úr Porkeri, búsitandi í Hels­ ingør, andaðist á Helsin­ gør Sjúkrahúsi fríggja­ dagin 20. juni, 92 ára gomul. Jarðarferðin verður frá Helsingør kapell hósdagin klokkan 11. Andlát og jarðarferðir Týsdagin 24. juni vóru trígg­ ir bilmekanikaralæringar til próvtøku á Tekniska Skúlanum í Havn. Teir vóru f.v.: Jákup Han­ sen, Klaksvík, og Johannus Simonsen, Fuglafjørður, sum báðir hava lært hjá Reyni Service í Klaksvík, og Martin Debes Nielsen, Tórshavn, sum hevur lært hjá Bilasøluni í Hoyvík. Bilmekanikarar fingið prógv Mynd: Jens Kristian Vang Níggjunda árið á rað verður sunnudagin 6. juli skipað fyri minningardegi fyri tey sum eru deyð í ferðsluni. Dagurin verður sum vant hildin við, at blómur verða lagdar á tey støð, har ferðsluvan­ lukkur hava kravt mannalív Sunnudagin 6. juli verður minningardagur teirra deyðu í ferðsluni 2008 hild­ in. Samskiparin av tiltakin­ um, Ingi Gunnarsson, sigur, at brúk er fyri fólki til at leggja blómur út til tey 183 støðini kring landið, har deyðsvanlukkur eru hendar, og honum teimun vantar fólk í Eysturoynni og Suður­ oynni og møgliga eisini í Vágum. Ingi sigur, at tað hevði verið gott um fleiri kundu hjálp til við at leggja blómurnar út. Endamálið við tiltakinum er at gera vart við, at tað framvegis henda alt ov nógvar álvarsligar vanlukk­ ur í ferðsluni og at fáa okk­ um at steðga á eina løtu og hugsa um hesi viðurskifti. Í hesum sambandi heitir Ráðið fyri Ferðslutrygd á fjølmiðlarnar um at taka hetta evnið upp og kasta ljós á hesi viðurskifti á yms­ an hátt. Heitt verður eisini á kirkjur og samkomur um at taka evnið upp sunnudagin 6. juli. Síðan minningardagin í fjør hava vit mist 4 mannalív í ferðsluni. Í sambandi við minning­ ardagin verður eisini tøgn í ein minutt, áðrenn fótbólts­ dystirnir í Formuladeildini byrja sunnudagin 6. juli. Tey sum eru áhugað í at leggja blómur út eru væl­ komin at ringja til Inga Gunn­ arsson á telefon 794652. Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni Sunnudagin 6. juli verður minningardagur teirra deyðu í ferðsluni 2008. Samskiparin av tiltakinum, Ingi Gunnarsson, sigur, at brúk er fyri fólki til at leggja blómur út í Eysturoynni og Suðuroynni og møgliga eisini í Vágum Dagurin 26. juni. Pelagius, deyður umleið ár 925. Ein 10 ár gamaldrongur, sum varð tikin av døgum, tá ið maurar ráddu í Spania. Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Ingibjørg Nicolajsen andaðist og varð jarðað. Takk til øll, sum stuðlaðu undir sjúkraleguni og gjørdu tíðina góða og lættari hjá mammu. Takk til heimarøktina og palliativu deild á Landssjúkrahúsinum og serstakliga stóra tøkk til palliativa toymið fyri góða vegleiðing og dyggan stuðul gjøgnum alla sjúkraleguna. Takk til prestarnar, organist, sangarar og kirkjutænarar og øll tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Havnar kirkju. Takk til øll tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Árni, Per, Gunnvør og Did