Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 120 - 25. juni 2008 ] Spanska landsliðið verður nevnt »La Furia Roja« í heim­landinum­, og hesaferð sær m­øguleikan út til at verða til staðar fyri teim­um­ reyðu Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo »La Furia Roja« – ella hin »Reyða øðin« verður spanska landsliðið nevnt. Ofta hevur verið borið uppá mál, at orsøkin til, at Spania ongantíð er komið serliga langt í EM og HM-enda- spølum, er, at spælarnir á spanska landsliðnum koma úr nógvum ymiskum lands- pørtum, sum hava lítið at verða samdir um. Tiltikið er, at spælarnir úr sentral- istiska høvuðsstaðnum, Madrid, ikki hava sitið væl um sátt við spælarnar úr Barcelona, sum er høvuðs- býurin í Katalonia, har fleiri ynskja fult ella væl størri sjálvstýri frá Spania. Hetta tykist ikki at vera so longur. Spælarnir tykjast at standa betri saman nú enn nakrantíð áður. Hetta vístu spælarnir longu undir upphitingini til dystirnar í innleiðandi bólkaspælinum, har teir allir stóðu saman, og hálsfevndust. Spælarnir ganga heldur ikki í klikum longur uttanfyri vøllin, men teir stuðla hvørjum øðrum í øllum lutum. Spanska landsliðið er vorðið ein felagsætlan fyri allar spælarnar. Sálarliga betri Spanski hópurin tykist eis- ini at verða betri fyri sálar- liga. Liðið er komið heim við so mongum vónbrotum gjøgnum árini, at tað næstan ikki ber til at telja tey, og ein kundi óttast fyri, at hesar upplivingarnar frá fortíðini fóru at gerast eitt satt trauma fyri spanska liðið. Men tað, sum liðið hevur víst á vøllinum, boðar frá einari nógv størri sálar- ligari styrki. Serliga fjórð- ingsfinalan ímóti Italia ber boð um hetta. Spælarnir tykjast ikki at verða so tyngdir og trýstir sum við onnur endaspøl. Nú merkir ein á hópinum, at teir vilja gera alt fyri at vinna. Og vinna teir EM, ja so er tað sjálvsagt framúr- skarandi. Hinvegin, vinnur Spania ikki EM, so er tað jú ikki nakað nýtt! Gøtan er gomul og kend í so máta. Sponsku spælarnir hava eisini verið eyðmjúkir um uppgávurnar hjá sær, og eru teir ikki farnir upp at flákra, um teir hava gjørt tað gott í einum dysti. Sjálvt ikki aftaná tann sera flotta 4-1 sigurin á Russlandi. Teir eru fult greiðir yvir, at teir fáa tað ikki líka lætt ímóti Russlandi í hálvfinal- uni. Spælistílurin Luis Aragones, landsliðs- venjari brúkar eina 4-4-2 uppstilling við David Villa sum hangandi álopsleikara, í staðin fyri at brúka Cesc Fabregas, sum offensivan miðvallarleikara. Hetta gev- ur Spania fleiri fyrimunir. Fyri tað fyrsta, so hava vit undir EM sæð, at David Villa og Fernando Torres veruliga stuðla hvørjum øðrum og bera so í bandið, at báðir eru vandamiklir fyri mótstøðuliðini. Hevði Spania ikki havt tveir álops- spælarar í fyrra dystinum ímóti Russlandi, so hevði Torres sum einsamallur álopsspælari verið noyddur at avslutta ov tíðliga. Nú hevur Torres havt møgu- leikan at senda bóltin víðari til Villa, sum hevur verið í einari góðari støðu, og sum hevur kunnað beint teir í málið. Nú er heldur eingin ivi um, hvør stýrir miðvøllinum. Fyrr hendi tað næstan, at Xavi og Fabregas traðkaðu hvønn annan á tærnar, tí báðir skuldu fylla leiklutin sum tann spæluppbyggjandi miðvallarin. Nú er eingin ivi um, at hendan uppgávan er fallin Xavi í lut. Spania má hava bóltin meiri enn mótstøðuliðið, um høga tekniska støðið skal koma til sín rætt, og tá eitt lið hevur tveir spælarar úti í síðunum sum Silva og Iniesta, so er tað betri fyri liðið, at teir trekkja seg meir inn á vøllin. Tá Spania fer í álop, gerst tað effektivt við fýra sentralum mið- vallarspælarum, sum kunnu spæla bóltin skjótt fram eftir vøllinum. Tað gevur eisini breidd í spanska spælið, at bakkar- nir, Joan Capdevilla og Sergio Ramos, koma fram- eftir vøllinum frá bakkinum. Koyrir tað offensiva spælið hjá Spania, so er tað ógvu- liga torført at demma upp fyri. Evropiskir fótbóltsser- frøðingar meta verjuna verða veikleikan hjá Spania. Miðverjan hevur trupul- leikar, tá høgir bóltar koma inn í brotsteigin. Puyol og Marchena hava heldur ikki havt síni bestu kappingarár í Barcelona og í Valencia. 69 ára gamal Luis Aragones er eingin árs- ungi, hann er 69 ára gamal. Í Spania verður hann nevndur »Vísmaðurin frá Hortaleza«. Hann er rætti- liga niðurboygdir, og er merktur av tíðarinnar tonn, nú hann nærkast teimum 70. At síggja til, so minnir Aragones meir um ein pensjónist. Og verður onk- untíð skemta við, at hann durvar við venjingarnar, men so er als ikki. 69 ára gamli Aragones er árvakin. Knappliga sær hann okkurt undir venjing, sum honum ikki líkar. Tá tekur Aragones bríksluna fram, blæsur hart í hana og savnar leikarnar saman til eina kontanta rættleiðing. So eingin eigur at fara skeivur av gamla venjaranum. Aragones hev- ur verið í trupulleikum, tí hann er komin við viðmerk- ingum, sum kunnu tulkast at verða rasistiskar. M.a. tá hann segði við José Antonio Reyes, at »Hann var betri, enn hasin n...... Thierry Henry!«. Aragones hevði eisini spent viðurskifti við sponsku fjølmiðlarnir, tá tað sá svartast út í EM- undankappingarbólkinum, og gjørdist talan um eitt tíðarskeið, har Aragones ikki tímdi at tosa við sponsku fjølmiðlarnir. Ara- gones er tó ein hart arbeið- andi maður, sum brennur eftir at vinna Spania tað fyrsta heitið í 44 ár. Russ- land er næsta forðingin, og russiski landsliðsvenjarin, tann hollendski Guus Hid- dink, er ein snúin revur. Lætt verður tað ikki hjá Spania, men væl og virði- liga møguligt, og væl tað. Clapson ger um seg Tað hevur gingið strúkandi hjá Paul Clapson, síðan hann í vetur skifti tilveruna í KÍ og Klaksvík út við íslendska Afturelding, sum spælur í næstbestu deildini. Í gjár kom hann tríggjar ferðir á máltalvuna, tá felagið vann 5-2 á heimavølli móti Grótta. Heimasíðan www.fotbolti.net ger nógv burtur úr enska framherjanum, sum higartil hevur skotið 10 mál í sjey landskappingardystum. Hann varð millum annað valdur sum besti leikarin í næstbestu deildini hetta umfarið. Afturelding og Paul Clapson eru í løtuni á odda í deildini við 19 stigum – ájavnir við ÍR. Donadoni fekk sekkin Tað hevur ligið í luftini síðan Italia varð sligið út av hesum EM- endaspælinum, men í gjárkvøldið boðaði italska fótbóltssam- bandið sambært BBC alment frá, at landsliðsvenjari Roberto Donadoni hevur fingið sekkin. Italia vann bara ein dyst í ársins EM-endaspæli, og hetta skapti stórt ónøgdsemi millum italiumenn. Donadoni hevði annars júst skrivað undir nýggjan sáttmála, men ein klausulur í hesum staðfesti, at venjarin kundi sigast úr starvi fyrstu 10 dagarnar eftir EM. Søgur ganga um, at Marcelo Lippi helst verður nýggjur italskur landsliðsvenjari. »Reyða øðin« »Vísmaðurin frá Hortaleza« verður hann nevndur. Enn er EM-heitið ikki heima, men Luis Aragones hevur higar til bygt sær eitt landslið upp, sum á nógvum økjum tykist vera tað sterkasta í spanskari fótbóltssøgu Mynd: Polfoto/AP