mikudagur 25. juni 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 120 • 25. juni 2008
9. partur
Vit vóru farnir úr Leithfjørðinum,
tá ið illveður brast á. Veðrið var so
ringt, at havnirnar vóru stongdar,
og vit sluppu tí ikki inn aftur.
Tá fingu vit ein sjógv, sum
kom beint í dekslastina. Skipið lá
borðfult í sjógvi og koksi. Koks er
eitt sindur hvast, so tað rann ikki
lætt av skipinum. Skipið lá bara
stilt borðfult. Vit máttu tískil bróta
eitt sindur av skansaklædninginum
fyri at fáa koksið og sjógvin av
dekkinum aftur.
Samstundis fór bjargingarbát
urin í knús, og fokkan fór eisini.
Vit royndu so at hava vindin
aftanfyri tvørs og stríða okkum
upp móti Føroyum. Vindurin var
nógvur, og sjógvurin var blivin so
ringur. Meðan vit stríddust fyri
lívinum uppdagaðu vit, at tað var
fult av sjógvi frammi í lugarinum.
Tað vísti seg, at skipið var farið
at leka eisini. So fóru vit at
pumpa, og tá ið vit høvdu pumpað
eina løtu, typtist dekspumpan
frá neðra av køksstøvi. Men
motorurin, sum annars ikki
hevði fingið spáað langa livitíð,
hann gekk merkiliga væl. Men
so brotnaði ein vippiarmur til
smyrjiapparatið. Tað bar kortini
til at at vinda hetta við hond.
So mátti ein maður gera hetta.
Hann skuldi eisini syrgja fyri at
halda lensipumpuna reina, so
hon ikki typtist eisini. Við ongari
dekspumpu oystu vit eisini úr
lugarinum, har nógvur sjógvur var.
Ein maður vant smyrjiapparatið
í neðra, ein mátti stýra, og hinir
royndu sum frægast at hjálpa til
at halda lens.
Mitt í tað heila nú slitnaði
róðurketan. So nú lá skipið tvørtur
fyri í hesum ringa veðrinum.
Róðurketuna máttu vit ”fiska”
eftir, tí hon lá gjøgnum ein
slíra fram við síðunum inn til
stýrihúsið. Hetta eydnaðist eisini,
so róðrið kundi snøggast so mikið
til, at tað kundi nýtast.
Men eina ferð minnist eg, tá
ið eg stóð á dekkinum, at eg sá
ikki nógva vón fyri mær. Eg bað
Várharra taka hond um tey, sum
sótu heima og at vera við okkum,
sum eg ikki roknaði við fóru at
koma heim aftur.
Vit royndu so at koma burtur úr
hesum. Tað vísti seg, at løgdu vit
skipið uppí, kom meira sjógvur í
skipið, men hildu vit hana aftan
fyri tvørs var heldur frægari. Nú
komu vit spakuliga upp undir
land. Hesum stúrdu vit eisini fyri.
Ættin var landnyrðingur, og at
koma inn móti landi á hesi ættini
vistu vit var ikki av tí besta.
Vit høvdu ikki tíð at hugsa um
annað enn at stríðast fyri lívinum.
Mat hugsaðu vit ikki um, heldur
ikki, at vit vóru vátir ígjøgnum.
Vit høvdu radiotelefon og høvdu
roynt at geva boð frá okkum. Men
hesar greiðir vóru eisini farnar, so
her gjørdist einki.
Koma undir land
Beint áðrenn, tað var blivið myrkt
hesa náttina, sóu vit eitt ljós.
Vit komu til, at hetta var vitin á
Akrabyrgi. Glaðir vóru vit. Vit vóru
nú komnir móti Sumbiarsteini.
Har var vanliga ringur sjógvur.
Men nú var hepnið við okkum, og
vit fingu tað hampuliga slætt. Vit
komu inn vestanfyri Suðuroynna,
og her var slætt. Tá lá allur tann
russiski sildaflotin undir landi og
krokaði. Vit tosaðu um, hvørt vit
skuldu fara frá skipinum, tí vit
máttu framvegis pumpa. Skipið
var næstan vrak. Men vit hildu,
at vóru vit komnir so langt, so
skuldu vit eisini royna at koma
seinasta teinin eisini.
Hesa náttina lógu vit undir
Skúvanesi. Tann fyrsta drekka
munnin, eftir at vit vóru farnir frá
Leithfjørðinum, fingu vit her.
So fóru vit at royna at koma á
Vestmanna við at sigla vestanfyri.
Men á leiðini norður eftir slitnaði
róðurketan aftur. Tað eydnaðist
aftur at fáa hana afturgjørda.
Tá ið vit komu móti Koltur lá
tað soleiðis fyri við sjóvarfalli
num, at vit kundu fara beina leið
á Havnina. Maskinmaðurin fór nú
at royna at fáa radiogreiðirnar at
virka, og tað fekk hann. Tá vóru
Johan Norðfoss:
Mundi gingið burtur við koksi
Á ferð heim úr Bretlandi við eini last av koksi við Gudrun Zoega er Johan við manning við at
ganga burtur. Johan er við at taka part av vrakinum av Goðanes upp í 1957. Seinni fer hann
við íslendskum trolarum, har manningin tann eina túrin er við at umkomast av tosta
Bilur hjá Havnar Kolasølu. Her verður sandur koyrdur uppí bilin við nýggjar tøkni. Nevniliga við transportbandi, sum
snillingur Fritleif Johannesen, pápa Birgar, hevði riggað til
Gudrun Zoega kundi eins væl verðið lagnan hjá Johan. Hon var eyðkend, tí stýrihúsið var aftanfyri aftaru mastrina
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo