Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 18 nr. 120 • 25. juni 2008 tey púra ovfarin, at vit vóru til. Vit komu so á Havnina, og tað var nógv fólk komið at taka ímóti okkum. Men framvegis mátti ein av manningini sita í maskinrúminum og vinda smyrji­ apparatið. Annars hevði maskin­ an brent saman. Tey vóru vist fá, sum trúðu, at vit fóru at koma aftur í hesum veðrinum. Eg haldi, at hesar gomlu sluppirnar vóru so einastandandi sjógóðar. Tað virkaði, sum at hon næstan hevði sál. Hon visti, hvussu hon skuldi gera, tá sjógvarnir brutu aftanfyri okkum. Tá ið vit komu á Havnina var einki skip. Har var alt ruddað. Vit fingu boð frá havnamyndug­ leikunum um at rýma, tí teir vildu ikki hava okkum at søkka við kaiuna. Skjótt mátti sløkkiliðið eisini koma umborð fyri at pumpa skipið, so tað ikki skuldi søkka. Vit fóru at lossa koksið beinan­ vegin. So varð Gudrun Zoega tikin uppá beding. Teir á Skipasmiðjuni kundu ikki skilja tað, men undir banjaranum, lastini, fingu teir 18 sekkir av koksi millum rivjabeinini á skipinum. Hvussu tað var komið niður har, var ein gáta fyri øll. Gudrun Zoega fór ikki út um landoddarnar aftaná tað. Hon bleiv hulkur norðuri í Hvalvík at taka ímóti sild. Hetta gjørdist tískil ikki tann góði túrurin móti tí fyrra túrinum hjá okkum. Fóru at selja sand Vit brøður, eg, Bernhard og Sig­ mund royndu at fáa kolasøluna at ganga, og tað var nakað av sølu. Men tað vísti seg at blíva so tungt, so vit fóru frá kolinum og fóru í staðin at selja sand. Vit seldu tó framvegis eitt sløð av koli. Vit keyptu eitt skip, sum æt Eyðbjørg. Alfred Johannesen hevði átt tað. Vit fóru so at fiska sand við tí. Sandin fingu vit mest í Kaldbaksbotni. Her skuldi brúkast nógvur sandur tá í tíðini. Tá ið Kampsax byrjaði uppá havnina, vildu teir hava so reinan sand. Um tað er ov nógv humussýra, so tornar betongið ikki so væl. Tað var nokk so nógv av tí í Kaldbaksbotni. Men norðuri við Veðranes var góður sandur. Eg var við til at royna at leita eftir sandi ymsastaðni. Vit vóru í Sundalagnum og eisini vesturi í Vágum og á Leynasandi. Besta pussisandin fingu vit við Hvannahaga í Suðuroy. Vit grabbaðu sandin upp, og sandurin varð grabbaður í land aftur. Tá væl lá fyri, tók tað ein tíma at fylla lastina. Tað kundu vera einir tríggir tímar frá tí, vit fóru, til vit komu aftur úr Kald­ baksbotni. At fáa sandin upp tók ein tíma ella tveir. Vit kundu klára tveir túrar um dagin, tá ikki var ov langt at sigla. Vit høvdu goymslu uppí á Glaðs­ heyggi. Hetta gekk hampiligt eina tíð, men tíðirnar vóru ikki góðar. Vit góvust tískil bæði við sand­ og kolasølu. Goðanes Tá í tíðini var ein maður, sum fólk kallaði Koreaslaktarin. Hann var byrjaður at keypa gamalt jarn. Hann kom ikki til mín, men tað kom ein annar dani, sum reisti runt og keypti gamalt jarn. Millum annað hevði hann keypt vrakið á Goðanes, sum sigldi á Flesjarnar og sakk fyrst í januar 1957. Hann spurdi so okkum, um vit kundu hjálpa til at fáa vrakið upp aftur. Tað gjørdu vit so. Hesin maðurin kom við einum donskum kavara og einum donskum skerara. Vit fóru so í hesum ørindum inn á Flesjarnar. Stykkir vórðu skorin av vrakinum, sum so vórðu flutt til Havnar. Tey vórðu løgd uppá kajuna, og her gekk ein dani og skar pláturnar í smærri stykkir. Tað vísti seg, at hann, sum hevði leigað okkum, var ein vanligur politistur í eini bygd niðri í Danmark. Hann hevði nøs fyri forrætning. Alfred Johannesen hevði eisini nakrar coastarar til farmasigling. Hann hevði mest flutning til Føroyar, og jarnið varð sent niður við tómu skipunum. Politisturin fortaldi mær einaferð, hann avroknaði, at hann forvann kr. 90.000 eftir 14 døgum av at keypa gamalt jarn. Besta pláss var Kollafjørður og vesturi í Vágum. Vit sigldu runt landið at taka hetta gamla jarnið. Vit tóku 400 tons upp av Goða­ nes. Vit fingu alla maskinuna, aksulin og nakað av skrokkinum eisini. Summir av lutunum vóru tó tungir. Trolspælið vigaði 16 tons. Hetta vildu teir hjá Poul Hansen hava í heilum líki til trolaran Kallsevni. Dykkarin skar boltarnar av niðri við Goðanes. Vit fingu tað uppundir skipið og sigldu til Havnar. Vit royndu fyrst at fáa tað upp á kajuna. Men tá koppaði kranin, og spælið fór til botns. Vit tóku tað upp aftur og fingu spælið uppá ein stabba við Müllers pakkhús. Tá avtornaði kundi spælið kortini ikki brúkast. Tað var tískil skorið sundur og fór niður við Tjaldrinum. Hættisligt við Flesjarnar At arbeiða við Flesjarnar kundi vera eitt sindur hættisligt, tí har eru so nógvir boðar og sker. Eina ferð taldi eg 13 boðabrot rundan um okkum. Goðanes lá upp ímóti teirri eystastu flesini. Har var 10 metur dýpi. Her var ikki so ógvuliga djúpt, men vit kundu bert arbeiða í hampiliga góðum sjógvi. Vit høvdu eina serliga vanda­ fulla hending. Báturin hekk aftur­ úr av skipinum. Eina ferð kom eitt brot, sum fylti bátin við sjógv. Tað var skýmligt. Bernhard fór í bátin at oysa. Tá kom eitt annað brot og báturin hálvdist. Dykkarin leyp á bláman at hjálpa Bernhardi. Báðir komu uppá kjøl. Sjálvur var eg tá einsamallur umborð. Eg fekk hongt ein leytara niður við skipssíðuna, so teir komu umborð. Hetta var dramatiskt ta einu løtuna. Ein morgun skuldu vit inn eftir nøkrum stykkjum av Goðanes. Hann kom av landsynningi. Tað var stilt, men hann segði frá ringum veðri. Tá fingu vit eina av teimum stóru boyunum um skrúvuna. Vindurin var byrjaður at vaksa. Í september verður skjótt myrkt. Vit ætlaðu at senda rakettir upp. Men storms­ vávulpinnarnur vóru burtur. Fór so at royna radiotelefonina. Eg hevði radioprøvan, so eg sendi Pam, sum merkir, at vit vóru í trupulleikum og vildu hava hjálp. Eg fekk fatur í fútan og greiddi honum frá støðuni. Hetta tók sína tíð. At enda kom gamla Ritan. Við vóru Hendrik Hammer, Ville Reinert og Ebbe Thomassen, sum vanliga sigldu við. Tá ið teir høvdu ligið eina lítla løtu, kom eitt brot, sum sleit veirin, sum var um skrúvina. Eyðbjørg fekk tá ein stoyt undir kjølin. Vit komu leysir av flesjunum, og teir sleipaðu okkum inn á Hulkin á Strondum. Símun Johansen lovaði at hyggja at skipinum, meðan vit fóru til Havnar við Rituni. Tað var ikki tann stóra bjargingarløn. Teir á Rituni fingu bert kol afturfyri ómakin. Morgunin eftir sendi Símin boð eftir okkum. Skipið lak so illa. Tað fór beinleiðis uppá beding í Havn. Kjølurin var farin upp í gjøgnum. Eyðbjørg endaði sum vrak á Signabø. Fóru at rógva út Aftaná hetta fóru vit beiggjarnir at rógva út. Vit fiskaðu væl. Vit funnu nøkur mið, har tað var væl at fáa. Vit seldu fiskin í Vágs­ botni, og teggjan kostaði tvær krónur. Hetta var bíligur døgurða­ matur. Síðani fór eg at arbeiða á Fiskasentralinum hjá Jens Paula av Reyni. Har var nógv virksemi. Millum annað komu russarar inn við sild til agn. Útróðrarmenn Johan giftist fyrst við Helenu Nielsen úr Kvívík. Fyrst doyði fyrsta barnið og síðan Helena sjálv Nøkur ár seinni giftist Johan við Emmy Hansen av Toftum. Hetta er brúðarmyndin So nógv er broytt í Havnini. Her sæst Johan saman við yngri systkjum, har tey búðu niðri á Gripsvegnum. Stóra húsið aftast á myndini er gamla jarðarráðið í R. C. Effersøesgøtu 4 Við Gráastein, har Albert og Johan bygdu. Her býr Allan eisini