Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 25. juni 2008 19 tíðindi Í nýggja bóklinginum »Nordens Hus på Færø­erne« hevur fyrsti stjórin í Norður­ landahúsinum drúgva hugleiðing um, hvussu húsið varð til fyri 25 árum síðani Bóklingur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í sambandi við at Norður­ landahúsið fylti 25 ár her­ fyri, gevur Norðurlandasam­ starvið Norden nú út bóklingurin »Nordens Hus på Færøerne«. Søgan um húsið Ætlanin við bóklinginum er siga søguna um, hví og hvussu Norðurlandahúsið umsíðir varð veruleiki eftir eina 10 ára langa og ofta fløkta mentanarpolitiska til­ gongd. Í drúgvari hugleiðing leit­ ar fyrsti stjórin í húsinum, Steen A. Cold, heilt aftur til 1971, tá Erlendur Patursson á fyrsta sinni skeyt upp at byggja eitt norðurlendskt mentanarhús í Føroyum. Hugleiðingin hjá Steen A. Cold verður samstundis ein áhugaverd lýsing av skiftandi rákum og mentan­ arpolitiskum kjakum, sum øll høvdu sína ávirkan á byggingina av Norðurlanda­ húsinum, sum vit kenna tað í dag. Eisini eru hópin av myndum, ið fylgja gongdini frá hugskoti til Norður­ landahúsið lat upp 8. maj í 1983. Í bóklinginum eru eisini innleiðandi brot, har millum onnur Kristina Háfoss, mentamálaráðharri, og Niels Halm, stjóri í Norður­ landahúsinum, lýsa samfel­ agsliga leiklutin hjá hús­ inum fyrr og nú. Hugleiðingar um Norðurlandahúsið Í teksti og myndum sigur bóklingurin ”Nordens Hus på Færøerne” søguna um, hvussu Norðurlandahúsið í Føroyum varð til – Vit ætlaðu at fylgja teirri semju, vit hø­vdu gjø­rt við Fø­r­ oyar og Grø­nland í spurninginum um hvalaveiði, men stjø­rnin kom í minni­ luta í spurninginum í fólkatinginum, segði danski forsætismála­ ráðharrin, Anders Fogh Rasmussen rÍkiSFunDur Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Stutt fyri døgurða í dag hildu teir tríggir stjórnar­ leiðararnir í Danmark, Før­ oyum og Grønlandi tíðinda­ fund úti í Tinganesi. Tað málið, sum fekk størstu umrøðu, var helst fundurin hjá IWC, har skot­ ið er upp, at stovna nøkur hvalareservatir í Suður­ atlantshavi. Tey trý londini í ríkisfelagsskapinum vóru samd um ikki at tak undir við hesum uppskoti, men síðani hendi tað, at danska stjórnin kom í minniluta í hesum málinum. ­ Eg vil fegin undirstrika, at Danmark tekur undir við burðardyggari hvalaveiði. Vit halda, at smá samfeløg, sum dríva burðardygga hvalaveiði skulu hava møgu­ leika til tað, segði Anders Fogh Rasmussen. Hann segði víðari, at teir eisini høvdu ætlað sær at fylgt teirri semju upp, sum londini samdust um, men tá stjórnin í málinum kom í minniluta, mátti hon fylgja viljanum hjá meirilutanum. Men hann segði eisini, at teir flokkar, sum ikki vildu taka undir við semjuni, sum Danmark, Føroyar og Grøn­ land høvdu gjørt, í stóran mun eru flokkar, sum sam­ starva við Norðuratlants­ bólkin. Løgmaður nevndi, at eisini danski javnaðarflokk­ urin hevði gingið ímóti semjuni, og hann segði, at hann ætlaði sær at taka upp samband við bróðurflokkin at tosa um hetta málið. ­ Men tað er ikki lætt, tá støða er tikin. Tá er verri at venda aftur, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Allir tríggir stjórnarleið­ ararnir vóru kortini samdir um, at hetta hevur verið ein væleydnaður fundur, og serliga túrurin út í Koltur og Hest í gjárkvøldið. ­ Tað er ein uppliving, sum vit avgjørt fara at taka heimn við okkum, segði danski forsætismálaráðharrin, Anders Fogh Rasmussen. Lesið meiri um ríkis­ fundin í blaðnum í morgin. Komu í minnuluta í fólkatinginum Teir tríggir stjórnarleiðararnir høvdu felags tíðindafund í Tinganesi í morgun Mynd: Jens Kristian Vang