Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 120 - 25. juni 2008 tíðindi Tórshavnar býráð hevur enn ikki tikið nakra støðu til verkætlanina hjá P/F Havnar Bryggju. Partafelagið greiddi bæði býráðnum og Havnanevndini frá verkætlanini longu í 2007, men Leivur Hansen, formaður í Havnanevndini, sigur seg ikki vita nóg mikið til at hava nakra áskoðan Byggiverkætlan Bjørk K. Olsen bjork@sosialurin.fo Havnanevndin fekk gjára­ morgunin eina fullgjørda ætlan av verkætlanini hjá P.F. Havnar Bryggja og fer at viðgera umsóknina í heyst. Leivur Hansen, for­ maður í nevndini sigur frá, at hann er fegin um at fáa hugskot, ið kunnu gera høv­ uðstaðin betri, hugnaligar og dynamiskari, og at tey eru hjartaliga vælkomin. P.F. Havnar Bryggja hevur lagt uppskotið fram fyri bý­­ ráðnum og Havnanevndini áður, sigur Leivur Hansen. Hevur tú nakra ítøkiliga støðu til málið? ­ Tað velst um, hvussu tað fer at síggja út fíggjar­ liga, sigur Leivur Hansen, sum havnanevndarformað­ ur noyðist eg at vita, hvussu verkætlanin kemur at ávirka havnina. Vit hava fremstu havnina í landinum, og eg kann ikki ímynda mær ann­ að, enn at bý­ráðið og nevnd­ in framvegis ætla at vera á odda við havnarrakstrinum. Jógvan Hugo Hansen, í P/F Havnar Bryggja, skilur ikki hesa útsøgnina og greiðir frá, at partafelagið áður hevur sitið saman við nevndini og greitt teimum frá verkætlanina. Jógvan Hugo Hansen sigur, at Havnanevndin veit, at fíggjarliga er alt avgreitt, og at tey næstu seks til tíggju árini fer verkætlanin ikki at ávirka plássið hjá skipunum, ið leggja at kaiini í Havn. Byggiætlanin er bý­tt upp í eini 10 til 15 byggistig. Bara tey fyrstu tvey byggi­ stigini fara at taka eini seks til tíggju ár, og eftir hesum verður ikki sami tøvurin. Kaiin í Havnini er longu so grunn, at stór skip ikki fáa lagt at, so sami tørvur á kai­ ini í Tórshavn verður ikki um 20 ár, greiðir Jógvan Hugo Hansen frá. ­ Vit vilja samstarva við Tórshavnar Bý­ráð, og alt bý­ráðið fekk verkætlanina frágreidda longu mars 2007, og somuleiðis havna­ nevndin stutt eftir. Leivur Hansen óttast, at verkætlanin kemur at forða skipaflutningin inn í havn­ ina í høvuðstaðnum, men Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í Tórshavnar Bý­ráð, sigur soleiðis í eina við­ merking við Portalin: ­ Kommunan byggir út í Kollafirði, og at tí verður møguliga pláss fyri øðrum verksemi í Tórshavnar Havn. Hetta merkir so, at bingjuhavnin ikki longur fer at vera í Havn, men skal flytast til Kollafjarðar. ­ Verkætlanin burdi ikki verið nøkur forðing, og næstu árini fer hon ikki at ávirka innflutnigin í Tórshavnar havn, sigur Jógvan Hugo Hansen.. ­ Hetta sær annars ógvu­ liga spennandi út, men enn hevur eingin politisk við­ gerð verið av hesum málin­ um, og tí fái eg ikki úttala meg vegna bý­ráðið, sigur Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í Tórshavnar komm­ unu. Havna- nevndin óvitandi um ætlan 350 íbúðir, 2.200 skrivstovupláss, Hotel við 250 kømurum, 10.000 fermetrar konsert- og ráðstevnuhøli, 2100 Um verkætlanin verður góðkend av Tórshavnar býráð, fer bryggjan at húsa upp til 7.500 fólkum í senn