Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juli 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 136 - 19. juli 2001 Nr. 136 - 19. juli 2001 3 Luttakandi londini á altjóða barnaleguni hjá CISV sýndu týs- kvøldið fram ymiskt, sum tey høvdu at bjóða uppá. Tiltakið var ein blandingur av nógvum ymiskum mentanum, einum felags ynski um frið og ynski um eina betri verð. OPEN DAY Heri á Rógvi Mynd: Jens Kr. Vang Open Day er heitið á tiltak- inum, sum var í Hoydølum týskvøldið. Tiltakið mynd- ar eitt kvøld av einari fýra vikur langari legu, sum seinastu vikurnar hevur verið í Hoydølum. Hetta er tó ikki nakað serstakt fyri Føroyar ella Hoydalar, men heldur er hetta ein altjóða felagskapur. Felagskapurin spennir rættiliga víða og verða legur hildnar kring allan heim á hvørjum ári. Við nøkrum ára millum- rúmi standa Føroyar so fyri tørni at skipa fyri einari legu, meðan føroysk børn á hvørjum ári leita sær út í heim til legur - eisini í ár. Luttakarnir á leguni eru fyrst og fremst 11-ára gomul børn. Tað eru fýra børn úr hvørjum landi, og við sær hava tey ein leiðara. Eisini eru nakrir sokallaðir ungleiðarar við á leguni, umframt tey, sum syrgja fyri at børnini fáa okkurt at eta og at alt gongur sum tað skal. Sjálvur hevur undirritaði luttikið á einari tílíkari barnalegu, og liggja nøkur serstaka góð minni eftir frá teirri tíðini. Eisini høvdu vit nøkur amerikonsk børn búgvandi miðskeiðis í átta- tiárunum. Eg minnist ser- liga, at hesi ikki hildu, at tað fór at vera møguligt at keypa góðgæti í Føroyum, so tey høvdu tikið ríkiligt við sær. Litríkt Tiltakið týskvøldið byrjaði rættstundis, og fyrireikarnir høvdu gjørt nógv burturúr. Eftir at fólk høvdu fingið møguleikan til at hyggja seg um, hevði hvørt landi sær eina lítla framførsla. Tey flestu londini valdu at vísa ein dans, sum hevði tilknýti til landi hjá teimum. Eisini valdi eisini at syngja onkran sangin, og pláss var eisini fyri eitt sindur av upplýsingum um okkurt av londunum. Tað var heldur ikki tor- ført hjá áhoyrarunum at fáa eina fatan av, hvat ein tílík- ur felagskapur snýr seg um. Amerikanska kvinnan Dor- is Allen setti eftir seinna heimsbardaga felagskapin á stovn við einum ynski um, at einki kríggj skuldi koma fyri aftur. Hesin boð- skapur helt sær eisini væl uppi millum glaðu børnini í Hoydølum týskvøldið. Tað er so avgjørt tanka- vekjandi, at børn og vaksin úr so nógvum ymiskum londum og mentanum kunna finna saman á henda hátt, og tú fór eisini heim aftur úr Hoydølum við ein- um lættari hjarta. Tú hevði sæð fólk sum trúðu uppá eina hugsjón, og hendan vinnur fram í gamansleiki. Føroyar og CISV eru fantastisk Tveir av luttakarunum á leguni eru Raffy Reloza og Beth Kotierk. Beth er 11 ár og úr Kanada. Hon sigur seg hava havt tað sera stutt- ligt á leguni, og eisini held- ur hon, at Føroyar eru eitt vakurt land. Beth dugir bæði enskt og franskt, men tosar enskt á leguni. Hon heldur, at Føroyar og Kanada líkjast á summum økjum. Serliga norðaru partarnir av Kanada minna ikki lítið um Føroyar, sigur hon. Raffy Reloza er leiðari hjá børnunum úr Filips- oyggjunum. Hann ivast ikki, tá hann sigur, at Før- oyar eru heilt fantastiskar. Eisini CISV felagskapurin fær sama skoðsmál frá fryntliga filipinaranum. Hann sigur, at tey koma frá einum meiri múgvandi parti av Filipsoyggjunum, og tey hava m.a. fleiri tæn- astufólk. Hann sigur matur- in av fyrstan tíð kanska var ein lítil trupulleiki, men teimum dámar betri og betri. Veðrið er eisini rætt- iliga øðrvísi, men sum heild hevur tað verið eitt frálíkt upplivilsi, sigur Raffy. Millumlanda samljóð og friður í Hoydølum FISKIDAGAR Jústinus Leivsson Eidesgaard Tons og tøl og fiskidagar singla í høvdinum á Jørgen Niclasen í hesum døgum, nú hann er settur til harra yvir hvussu nógvar dagar raskir sjómenn skulu slepp- a at flóta og uppgávan er ikki løtt. Trý tilmæli skulu takast støða til og fiski- málaráðharrin kann heldur ikki enn nakar annar tæna fleiri harrum. Fiskirannsókranstovan við stjóranum Hjalta í Jákupstovu á odda heldur at verandi fiskidagaskipan er ikki rætt innstillað soleiðis at veiðan er burðardygg. Fiskirann- sóknarstovan heldur at veiðutrýstið liggur væl omanfyri tey 33 prosentini, sum verður roknað sum burðardygg veiða, verða hesi fiska av hvørjum stovni. Fiskirannsóknarstovan mælir til at skerja veiðu- trýstið við 25 prosentum fyri før innan fiskidaga- skipanina og eisini tey sum eru uttanfyri, eitt nú lemmatrolararnar. Tilmæli er galdandi fyri tosk, hýsu og upsa. Ein meiriluti í fiskidaga- nevndini mælir til at halda fram við verandi veiðu- trýsti og ikki skerja fiski- dagarnar. Teir grundað hetta við, at stovnarnir eru hampuliga væl fyri og at livilíkindini í sjónum eru fram úr góð í løtuni. Ein minniluti í fiskidaga- nevndini, formaðurin Atli Gregersen, mælir til, at fiskidagatalið verður skert við 6 prosentum. -Eg eri í tíðarneyð og havi miðað í móti at av- greitt málið hesa vik- una,.men sum tað sær út nú, so koma vit helst inn í fyrru helvt av næstu viku, áðrenn nakað úrslit fyri- liggur, sigur Jørgen Nicla- sen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Jørgen Niclasen: Skal taka støðu til trý tilmæli Tungar byrðar hanga yvir herðunum á Jørgen Niclasen í løtuni, tí óansæð hvat hann ger, so verður onkur ónøgdur. Rækjutrolarin »Artic- Viking« úr Kollafirði hevur keypt eina kvotu upp á 1000 tons frá ein- um reiðarí í Grønlandi.. -Vit hava keypt hesa kvotuna, tí vandi kann vera fyri, at tað gerast ov fáir fiskidagar á Flemm- ish Cap, sigur Johan Joensen, reiðari á »Artic Viking« -Men hetta verður so bara i árø Vit hava fingið hesa kvotuna, tí grøn- lendingar bíða eftir ein- um nýbygningi, sum ikki er liðugur enn. Vit sleppa at fiska kvotuna í Vestur- grønlandi. »Artic Viking« er longu farin til fiskiskap í Grønlandi. Skipari hend- an túrin er Bjarni Peter- sen úr Kollafirði. »ArticViking« kvotu í Vesturgrønlandi Raffy Reloza heldur nógv um Føroyar og føroyingar RÆKJUBÁTAR Justinus Leivson Eidesgaard STOVNAR Jústinus Leivsson Eidesgaard Í tilmælinum til landsstýr- ismannin í fiskivinnu- málum hevur Fiskirann- sóknarstovan gjørt hesar metingar av teimum eins- tøku stovnunum undir Før- oyum: Toskastovnurin á Land- grunninum. Gýtingarstovn- urin er hampuliga væl fyri. Hann hevur verið í minking seinastu árini, men nú er vent aftur, tí góðir árgangir eru komnir inn í stovnin, og vøksturin á fiskinum er sera góður. Veiðutrýstið er tó alt ov høgt, og stovnurin vil tí sjálvt við verandi sera góðu líkindum í sjónum fara at minka aftur um nøk- ur ár, um ikki veiðutrýstið ikki fæst niður á eitt meira hóskandi støði. Hýsa Gýtingarstovnurin hevur verið í minking seinastu trý árini, tí at veiðutrýstið hev- ur verið alt ov høgt, sam- stundis sum at bara tveir góðir árgangir hava verið inni í stovninum, og er hann nú mettur at verða illa fyri. Verður hugt at øllum stovninum, er støðan ikki heilt so ring, tí ábendingar eru um, at nýggir frægari árgangir eru komnir inn í stovnin. Um hesir árgangir fáa umstøður at vaksa, og um veiðutrýstið kemur niður á eitt meira hóskandi støði, vil gýtingarstovnurin tí helst vaksa nakað aftur næstu fáu árini. Upsi Gýtingarstovnurin er hampuliga væl fyri, tí at til- gongdin yvirhøvur hevur verið góð síðani miðskeiðis í nítiárunum. Hinvegin er veiðutrýstið nógv vaksið seinastu tvey árini, og um tað ikki fæst niður á eitt meira hóskandi støði, vil gýtingarstovnurin komandi árini fara at minka aftur. Toskur á Føroya Banka Hóast stovnurin hevur verið í minking seinastu árini, so er hann mettur at vera hampuliga væl fyri og í vøkstri aftur. Ábendingar eru um, at tilgongdin í sein- astuni er góð. Royndirnar hava víst, at stovnurin er viðbrekin ímóti einum høg- um veiðutrýsti, og tí eigur at fiskast við varsemi. Kongafiskur Veiðan av kongafiski und- an Føroyum er støðugt minkað síðan 1986 (21500 t) og var í 2000 einans 6500 t. Tað ber ikki til við vissu at rokna støddina av stovnun- um av kongafiski, ið verða fiskaðir við Føroyar, t.e. stóri kongafiskur (Sebastes marinus) og trantkonga- fiskur (Sebastes mentella). Eingin ivi er tó um, at stovnarnir hava verið ov- veiddir í fleiri ár og eru á einum lágum støði. Serliga stóri kongafiskur er illa fyri. Tað eru tó tekin um, at nýggir árgangir eru á veg inn í báðar stovnarnar. FISKIDAGASKIPANIN Jústinus Leivsson Eidesgaard Fiskirannsóknarstovan heldur ikki at fiskidaga- skipanin virkar til fullnar, tí ikki allir skipabólkar eru undir skipanini. Í tilmælin- um til fiskimálaráðharran um veiðuna í komandi ári hevur Fiskirannróknarstov- an gjørt sær nakrar tankar um hvussu fiskidagaskip- anin virkar. Fiskirannsóknarstovan metir við støði í stovnsmet- ingunum undir Føroyum síðani 1961, at veiðutrýst- ini, ið miðað verður eftir í lógini um vinnuligan fiski- skap, eru ov stór. Av tí, at lívfrøðin hjá toski, hýsu og upsa er ymisk, og at stovn- arnir av nevndu sløgum tí ikki tola líka stóra roynd, so ber ikki til at áseta sama veiðutrýst á hvønn. Hetta er í tráð við bæði ráðgevandi nevndina hjá ICES og frá- greiðingina hjá John Pope. Frá stovnsmetingum síðan 1961 ber m.a. til at rokna, hvat veiðutrýstið skal vera, fyri at tilgongdin kann klára at halda gýtingar- stovninum oman fyri eitt rímiligt minstamark; hetta veiðutrýstið verður nevnt Fmed, og tað er grundað á m.a. hetta virðið, at Fiski- rannsóknarstovan og ICES undir vanligum umstøðum mæla til hesi veiðutrýst: Bert 27 % av toskastovninum Toskur á Landgrunninum eini 27%, hýsa eini 20% og upsi eini 22% av tí fiski- bara stovninum. Um ein gýtingarstovnur verður mettur at nærkast lívfrøðiliga minstamarkin- um, er neyðugt, at ein ætlan verður gjørd fyri at loyva gýtingarstovninum at vaksa aftur; hetta gerst við at minka um veiðutrýstið. Ein fortreyt fyri, at daga- skipanin skal virka í einum blandaðum fiskiskapi, er, at veiðutrýstið í eitt áramál í miðal ikki verður hægri, enn miðað verður eftir, og at einstøku gýtingarstovn- arnir tey árini, tá veiðu- trýstið er høgt, ikki verða fiskaður undir tað, sum er lívfrøðiliga ráðiligt. Hetta krevur, at stovnarnir í ein vissan mun eru kompli- menterir við atliti til avreið- ingarvirði og veiðuflota. Seinnu árini hava vit sæð t.d., at avreiðingarprísurin á upsa hevur verið vánaligur, meðan prísurin á toski hev- ur verið met høgur. Hetta merkir, at tað hevur loyst seg betri at royna eftir toski, hóast veiðan hevur verið minkandi, enn eftir upsa. Úrslitini eru, at sveiggjið í veiðutrýstinum kann verða størri, enn skip- anin tolir. Sum dømi kann nevnast, at um veiðutrýstið í tvey ár er dupult so stórt, sum miðað verður eftir, so má veiðutrýstið komandi fýra árini verða helvtina minni, enn miðað verður eftir, um rakast skal rætt yvir eitt seks-ára skeið. Skipabólkarnir eru heldur ikki komplimenterir í mun til, hvørji fiskasløg roynt verður eftir. Partrolarnir kunnu royna frítt eftir upsa, men hava samb. lógini ikki loyvi til at fiska meiri enn 25% av ávikavist toski og hýsu, meðan húkaflotin mest fiskar tosk og hýsu. Allir bólkar undir dagaskipanina Fiskirannsóknarstovan metir tað vera sera óheppið, at ikki allir skipabólkar undir Føroyum eru undir dagaskipanini. T.d. er tann økta veiðan eftir toski hjá lemmatrolararunum nakað, ið hædd ikki er tikin fyri í dagaskipanini. Nevnast kann, at hesin bólkur í 1999 og 2000 hevur staðið fyri umleið 20% av tí saman- lagda veiðutrýstinum á tosk, og er hetta nógv meira, enn roknað varð við, tá dagaskipanin varð til- evnað. Fyri at fáa sum mest burtur úr fiskastovnunum er neyðugt at friða smá- og ungfiskin sum mest, tí at vøksturin á fiski er nógv størstur tey fyrstu árini. Hetta hevur samstundis við sær, at fleiri fiskar náa at gýta, áðrenn teir verða fisk- aðir. Verandi skipan við stongdum leiðum fyri ávís- ar reiðskapir og m.a. áset- ing av minst loyvdari meskavídd í trolposunum er fyri part eftir hesum leisti, men stórur partur av fiskiflotanum sleppur at royna á smá- og ungfiska- leiðum. Úrslitið er, at eitt sera stórt tal á fiski verður fiskað alt ov tíðliga, hóast nøgdin í tonsum ikki er so stór. Um hesar leiðir vórðu stongdar fyri vinnuligum fiskiskapi ella bert vóru opnar fyri úrveljandi reið- skapi, ið yvirhøvur fiskar stóran fisk, vildi væl meira fingist burtur úr tilfeingin- um enn nú. Fiskifrøðingar um stovnarnar Øll skip skulu undir fiskidagaskipanina C M Y K 3 2