hósdagur 19. juli 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 136 - 19. juli 2001
Nr. 136 - 19. juli 2001
5
Skótalega við luttøku
úr Føroyum, Dan-
mark og Íslandi er í
hesum døgum við
Leynavatn. Legan
varð sett týskvøldið
og endar sunnu-
kvøldið
SKÓTALEGA
Edvard Joensen
Við Leynavatn: Skótin er
náttúrumenniskja,
og
náttúran er varandi virði. Tí
vil skótin verja náttúruna.
Undir heitinum »Verji
varandi
virði«
skipar
Skótalið Sigmunds Brestis-
sonar í Havn fyri skótalegu
við Leynavatn. Luttakarar
eru gulir skótar úr Før-
oyum, skótar úr Íslandi,
danskir skótar og eisini
grønir, føroyskir skótar. Ein
samansett lega, har eisini
kann væntast, at hugflogið
fer at sveima. Skótalið Sig-
munds Brestissonar hoyrir
til gulu skótarnar í Før-
oyum.
Legan verður hildin í
samband við, at skótaliðið
SSB, sum gula skótaliðið í
Havn vanliga verður nevnt,
fylti 75 ár í februar í ár.
Samstundis eru liðin 25
ár síðan ta fyrstu stóru
skótaleguna við Leynavatn.
Tað var tann minniliga
legan í 1976, tá alt flotnaði
út í áarførinum, sum var.
Hvussu var og ikki, so
gjørdist tað eitt upplivilsi,
sum tey, sum við vóru,
ongantíð
gloyma
aftur.
Verri var tað ikki enn so.
Hendan legan, sum nú
veðrur hildin við Leyna-
vatn, er triðja legan, SSB
skipar fyri her. Tann fyrsta
var tann áðurnevnda váta
legan í 1976. So var ein
aftur 10 ár seinni í 1986, og
síðan hendan, sum nú er.
Men tað merkir ikki, at
ikki eisini aðrar legur hava
verið hildnar. Treyðugt so.
Leguøkið
Komi koyrandi fram móti
Mjáuvøtnum. Siti og hugsi
um, hvussu man síggja út
við Leynavatn í dag. So
mikið er útliðið, at teir
fyrstu laksarnir eiga helst at
vera komnir niðan. Ella í
hvussu er vera á veg.
Man nakar tráðumaður
vera har í dag? Og man tað
nytta nakað petti, um so er,
við øllum teimum skótun-
um, sum har búleikast. Teir
arbeiða og spæla. Gera
gang, so einki gerst við
nakran fiskiskap kortini.
Sneiði av, áðrenn komið
er til tunnilsmunnan, og
koyri oman móti vatninum.
Her sær deydligt út. Havi
eg misskilt okkurt ella
hvussu? Her skuldi jú verið
fult av lívið, men einki sæst
enn uttan gamla, brenda
skótahúsið við sandin.
Men so kemur legan
undan. Hon er flutt longri
fram móti Gjónni, síggi eg.
Grundina fái eg at vita, tá
eg komi fram til leguna.
Við teirri vátu 1976 leg-
uni í mentu, verður hildið,
at ikki er skilagott at halda
til har niðri, sum legan tá
var. Hægri hon liggur, turr-
ari skuldi verið.
Jú, hugsi eg, meðan eg
koyri eftir sandinum. Økið
fæst ikki betri til eina
skótalegu. Her er náttúran
av sonnum vøkur, og
virðini eru eisini varandi,
sum tey so satt hava víst á.
Og fyri líkasum at und-
irstrika meiningina í hesi
yvirskriftini, stendur skóta-
húsið, sum teir sjálvir - ella
undangongufólkini - hava
bygt, og sær út sum eitt,
sum átti at verið tikið
burtur. Har er einki virði
eftir, meðan fjøllini, hagin,
vatnið og alt økið rundan
um sanniliga eru varandi
virði.
Legan
Jú, tað líkist eini rættiligari
skótalegu. Við inngongdina
er gjørt eitt portur av viða-
bulum nog togverki. Tjøld-
ini eru skipað í bólkar, har
víst verður á korti, hvar
hvør heldur til.
Vanlig
tjøld.
Hálvar
indianarabygdir. Og so eitt
tjald, sum heilt skarar burt-
urúr. Eitt stórt monstrum
bygt upp av timbri og klætt
við svørtum plastikki av
sama slagi sum rusksekk-
irnir, vit vanliga keypa í
rullum í handlinum.
Uttan fyri sita grannarnir
hjá blaðhúsinum á Argjum.
Grønu skótarnir á Argjum
eru meistarar fyri hesum
ótraditionella
tjaldinum,
sum innan er bæði fjálgt og
hugnaligt. Gott pláss, sum
vera man, og so sanniliga
eisini skildrað sundur, so
fleiri rúm eru inni. Teir eru
ikki heilt uttan hugskot har
úti.
Eitt stórt tjald stendur
oman móti ánni. Har skal
skaffast, so tað skal nógv
pláss til. Roknað verður
við, at við øllum, skótum,
leiðarum og hjálparfólkum,
verða umleið 200 fólk á
leguni hesar dagarnar.
Og tey fáa eisini ivaleyst
at síggja til, tí tilboðini eru
nógv. Tey vanligu sjálvandi,
sum plaga at vera á slíkum
legum. Gongutúrar, heik,
ymsir aktivitetir á sjálvari
leguni, og hvat nú er at
nevna.
Men so eru eisini tvey
onnur tiltøk, sum kanska
ikki eru so vanlig.
Annað er, at siglt verður
við seglum á Kollafirði.
Bátarnir, brúktir verða til
tað, eru føroyskir bátar,
sum eitt nú Greipur, sum
nógv fólk kenna.
Og niðri við ánna, Kví-
víksmegin, stendur ein
stórur vognur. Ein »trail-
ari«, sum er opin øðru-
megin. Jú, tað er rætt. Hann
skal brúkast til konsertpall.
Tað verður nevniliga pop-
konsert
við
Leynavatn
hóskvøldið.
So sig ikki, at ikki eisini
nýggj virði koma til skót-
arnar, sum í ár hava legu
við Leynavatn, har dentur
annars verður lagdur á at
verja varandi virði.
Verji varandi virði
12 Funky Monkies er
nýggjur tónleikabólk-
ur við fleiri royndum
kreftum, og er hann
mannaður av heili
tólv tónleikarum.
Fríggjakvøldið verður
høvi at hoyra nýggja
bólkin í Kagganum
TÓNLEIKUR
Heini í Skorini
Fríggjakvøldið verður høvi
at hoyra nýggjan tónleika-
bólk mannaðan av heili tólv
tónleikarum í Kagganum.
Talan er um bólkin 12
Funky Monkies, sum eisini
var at hoyra í Sandagerði til
Free Føroyar tiltakið sein-
asta leygarkvøld, og tá var
bólkurin væl dámdur mill-
um áhoyrararnar.
12 Funky Monkies fer at
spæla sprellutan dansi-
tónleik, og hava tónleikar-
arnir lagt seg eftir at spæla
amerikanskan tónleik við
støði í funkstílinum. Stór-
bandið fer tó eisini at spæla
discofunk-tónleik hjá so
navnframum bólkum sum
Tower of Power og Dr.
John. Sostatt er hetta eitt
gott høvið hjá fólki, sum
dáma at útfolda seg á
dansigólvinum.
Royndir tónleikarar
Bólkurin er mannaður við
heili tólv tónleikarum, og
fleiri teirra kenna vit frá
øðrum bólkum eisini. Fleiri
búgva í Føroyum, meðan
aðrir eru útisetar í Dan-
mark, Íslandi og heilt til
Argentina í Suðuramerika.
Teir tólv tónleikarar í
bólkinum eru Niclas Thor-
steinsson
(forsangari),
Katrin Bech, Ingun Joensen
og Anna Maria Olsen
(sang), Mass Hoydal, Hans
Petur í Brekkunum, og
Mortan
Zachariassen
(saxofon), Tróndur Enni
(trompet), Dánjal á Neysta-
bø (keyboard), Rógvi á
Rógvu (trummur), Hans P.
Tórgarð ( guitar), og Bjarki
Meitil (bass).
Ímillum hesi nøvn eru
óivað fleiri, sum eru at
kenna aðrastaðni í føroyska
tónleikaheiminum, og talan
er sostatt um royndar
tónleikarar, sum nú royna
seg í nýggjum høpi.
12 Funky Monkies spælir
til dans komandi fríggja-
kvøld í Kagganum í Tórs-
havn.
Nú hevur Tórshavnar
Býráð gjørt av, at nýtt
eldrasambýlið í Havn
skal byggjast.
Sambýlið, sum skal
liggja við Vallalíð og
Torfinsgøtu, skal hýsa
minnisveikum, og er
tað fyrsta av sínum
slag í Føroyum
ELDRASAMBÝLIÐ
Heini í Skorini
Eftir at tørvur hevur verið á
eldrasambýlum í Tórshavn
í longri tíð, fer Tórshavnar
Kommuna í næstum at taka
stig til, at nýtt eldrasam-
býlið verður bygt. Sam-
býlið er roknað til minnis-
veik, og øki, ið bygt verður
á, er við Torfinsgøtu og
Vallalíð í Havn.
Tað er Sjálvsognarstovn-
urin Eldrasambýlið undir
Tórshavnar
Kommunu,
sum við hesum bjóðar út
arbeiði at byggja sambýlið
fyri minnisveik í Havn.
Tilboðini frá arkitektum
skulu vera inni í seinasta
lagi 1. november 2001, og
ætlanin er, at byggingin
skal kunna byrja skjótast
gjørligt.
Bygningurin skal byggj-
ast til 16 búfólk, og skal
sambýlið vera í tveimum
sjálvstøðugum
eindum.
Sostatt skal hvør eindin
hýsa átta fólkum, og ætl-
anin er eisini at gera sjálv-
støðug felagsrúm til bú-
fólkini á sambýlinum.
Fyrsta av sínum slag
Beate L. Samuelsen, for-
kvinna í sosialu nevnd Bý-
ráðsins, sigur, at tað hevur
verið ómetaligur tørvur á
slíkum sambýlum í longri
tíð.
Eldrasambýlið, sum í
næstum skal byggjast, er
ætlað minnisveikum, og er
tað fyrsta av sínum slag í
Føroyum.
Beate Samuelsen sigur,
at nýggi bygningurin verð-
ur ikki bygdur sum eitt
vanligt eldrasambýlið, tí
minnisveik hava serligan
tørv framum onnur gomul
fólk á vanligum eldrasam-
býlum. Tí verður tað bygt á
ein serligan og øðrvísi hátt,
soleiðis at tað hóskar
minnisveikum so gott sum
gjørligt. Hetta eldrasam-
býlið verður sostatt fyrsta
av sínum slag í Føroyum, tí
einki er bygt framman-
undan, sum serliga er ætlað
minnisveikum.
Økið, har bygt verður á,
er í Vallalíð og Torfinsgøtu
í Havn, og er tað umleið
4100 fermetrar til víddar.
Til- og frákoyringar eru frá
Vallalíð.
Tilboðini til byggingina
til nýtt eldrasambýlið fyri
minnisveik við Vallalíð og
Torfinsgøtu í Havn skulu
vera inni í seinasta lagi 1.
november 2001, og um alt
gongur sum ætlað, skal
sambýlið vera liðugt og
klárt til nýtslu um árskiftið
2002/2003.
Nýggjur tónleikabólkur
í Kagganum fríggjakvøldið
Nýtt sambýlið til minnisveik í Havn
Økið, har nýggja sambýlið fyri minnisveik skal byggjast, er við Torfinsgøtu og Vallalíð í Havn, og er tað umleið 4100 fermetrar til støddar
Hans Petur í Brekkunum er
ein av tónleikarunum í
nýggja bólkinum 12 Funky
Monkies, sum spælir í
Kagganum fríggjakvøldið
C
M
Y
K
5
4