Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juli 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 • hósdagur • 19. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Í blaðnum í morgin verður frásøgn frá Statoil Kring Føroyar súkklukappingini Kappróður: Í Vest- manna ikki bara tosa teir um, at tað ikki hevur hilnast so væl í ár. Afturvið kapp- róðrartosinum eru teir farnir undir at byggja eitt nýmótans neyst til bátarnar Tey árini, tá vestmanna- sangurin ongantíð hevur ljómað kring landið teir leygardagarnar, tá kapp- róður hevur verið á skránni, hava verið fá. Síðani 1983, tá teir fyrstu ferð vunnu FM, hevur Vestmenning- urin verið meistari seks ferðir, og tey flestu av hinum árunum hevur 10–mannafarið úr Vest- manna vunnið onkran róð- urin. Í fyrraárið høvdu teir í Vestmanna eina nýggja Havfrúgv. Hon vann FM heitið í kappingini bæði hjá dreingjum og gentum. Og kappróðrarárið í fjør, tá 10–mannafarið vann FM, minnast teir í Vestmanna serliga fyri, at tað eydnaðist teimum at vinna vest- anstevnu róðurin í heima- sjógvi. Hetta var fyrsta ferðin síðani 1952, at Vest- menningur vann í Vest- manna. Men higartil í ár hevur ikki hilnast væl. Vestmenna er framvegis tann sama stóra kappróðrarbygdin, sum hon altíð hevur verið. Umframt Vestmenningin og Havfrúnna við gentum og dreingjum, luttekur nýggja 6–mannafarið Fortuna eisini við kvinnum og monnum, men tað tykist ikki ganga nakran veg. Nú er bara ein av seks FM kappingum eftir, og vit mugu bara staðfesta, at enn hevur einki høvi verið hjá teimum í útvarpinum at spæla sangin um Vest- manna. Soltna úrtøkan og hugurin Vestmenningurin hevur einki megnað at gjørt við Havnarbátin, og teir stríðast við Eysturoyingin um silvurplássið. Burtursæð frá óeydnisróðrinum hjá Vestmenninginum í Fugla- firði, tá teir endaðu á fjórða plássi, hava vestmenningar hvørja ferð vunnið kapp- ingina um næstfremsta plássið, men tað er sjálv- andi ikki nøktandi, tá tú á næstan á hvørjum ári hevur vunnið onkran róður. Havfrúgvin við dreingj- um fekk á vestanstevnuni í Sørvági síðsta leygardag frægasta úrslitið higatil í ár. Tað var eitt fjórða pláss. Á norðoyarstevnu vóru teir nummar fimm, og á Tvør- oyri, í Fuglafirði og í Hvalvík vóru teir nummar seks. Hjá gentunum um- borð á Havfrúnni hevur skorist illa. Á vestan- stevnuni fingu tær eitt stig, og á sundalagsstevnuni fingu tær eitt. Tað er samlaða úrtøkan higartil. Hjá Fortúnuni hevur tað ikki roynst væl – hvørki hjá monnunum ella kvinnun- um. Kvinnurnar hava verið nummar sjey í fýra róðrum, og í Fuglafirði vóru tær nummar seks og fingu einasta stigið higartil. Menninir vóru nummar fimm í Fuglafirði og fingu tvey stig. Í hinum róðr- unum hava teir verið nummar fimm eina ferð (tað var í Fuglafirði, at teir fingu tey bæði einastu stigini í ár). Tvær ferðir hava teir verið nummar sjey, í Hvalvík vóru teir nummar átta, og á vest- anstevnuni í Sørvági end- aðu teir á níggjunda pláss- inum. – Áhugin fyri kappróðri er framvegis stórur í bygdini. Tá úrslitini ikki eru so góð, sum tey onkun- tíð hava verið, so er tað nátúrligt, at áhugin at ferðast til stevnurnar ikki er so stórur hjá viðhaldsfólk- unum, sum hann onkuntíð hevur verið, men á prátin- um hoyrist, at fólk eru áhugað. Hetta sigur Bárður Niels- en, sum er formaður í kappróðrardeildini hjá VÍF, og sum sjálvur hevur róð nógv og verið við til at vunnið nógvar róðrar – bæði við Havfrúnni og við Vestmenningi. Hvat tosa vestmenningar um, tá bátarnir har norðuri ikki vinna? – Teir venda og snara, hví tað higartil í ár hevur skorist verri, enn tað ofta hevur gjørt. Vit hava ikki altíð vunnið so nógv. Burt- ursæð frá í 1999, tá 5–mannafarið var spildur- nýtt, hava tær manningar- nar sjáldan staðið seg serliga væl. Vestmenningurin hevur heldur ikki hótt Havnar- bátin? – 10–mannafarið plagar at roynast væl. Vit hava ikki mist mótið at vinna ólav- søkuróðurin, men higartil mugu vit bara staðfesta, at tað hevur ikki gingið eftir vild, sjálvt um báturin er væl mannaður, og sjálvt um vit halda, at stór orka er løgd í venjingina, sigur Bárður Nielsen. Høvdu tit roknað við fleiri góðum úrslitum? – Vit roknaðu við, at 10–mannafarið fór at standa seg væl, og so roknaðu vit eisini við, at 6–mannafarið Fortuna við monnum fór at standa seg væl. Manningin har um- borð er fyri tað mesta teir dreingirnir, sum fyri tveim- um árum síðani gjørdu Havfrúnna til sannførandi FM vinnara. Men tað hevur als ikki gingið, sum vit høvdu vónað, staðfestir Bárður Nielsen. Nýggja neystið Men hóast fremstu plássini í teimum fyrstu fimm róðr- unum ikki eru komin til Vestmanna, so arbeiða teir við ítøkiligum ætlanum um at betra umstøðurnar hjá kappróðrinum í traditións- ríku kappróðrarbygdini. Í mong ár hava tey í Vest- manna tosað um grundina hjá Mariannu ella Mari- annusa grund. Talan er um grund til turkihús, sum í tredivunum varð bygd Niðri á Mørk. Marianna Nielsen, sum rak skip og hevði annað reiðaravirk- semi, átti grundina, men tað spurdist einki burturúr ætlanini um nýtt turkihús. Nú hava vestmenningar gjørt av at byggja kapp- róðrarneyst á gomlu grund- ina. Ítøkiliga arbeiðið er byrjað, og tað verður roknað við, at kappróðrar- bátarnir um ikki so langa tíð fara at standa væl har. Um teir fara at vinna er ein heilt annar spurningur: – Vestmannasangurin verður vónandi at hoyra aftur heilt skjótt. Vit eru greið yvir, at nógv skal til, og at marginalirnir eru smáir. Vit halda framvegis, at vit hava møguleikar at vinna á ólavsøku. Tað hevði verið hugaligt, men tað verður torført, tí í flestu kappingunum hava vinna- ndi bátarnir verið sera sannførandi, staðfestir Bárður Nielsen. Í fleiri feløgum senda teir kappróðrarbátarnar til Havnar at venja onkra ferðina upp undir ólavsøku. Hetta plaga vestmenningar ikki at gera. Teir hava nógvar royndir og vita akkurát, hvussu tað er at rógva frá Argjahøvda, framvið Molanum og inn ímóti Skipafelagnum. Søgan um ólavsøkukapp- róðurin sigur, at teir í útvarpinum eiga at hava vestmannasangin á borð- inum annan leygardag. Avrikini hjá vestmenning- um higartil í ár boða ikki frá, at sangurin skal spælast ólavsøkuaftan, men í Vestmanna liva tey í vónini jh Vestmannasangurin er framvegis á hillini C M Y K 6 Nr. 136 - 19. juli 2001 7 Høvdingar innan víkingaraldarvísind hittast í Føroyum um dagarnar á víkinga- fundi at leggja fram og skifta orð um granskingarúrslit. Hetta er fjúrtandi fundurin í eini røð, sum byrjaði í Het- landi í 1950 VÍKINGAFUNDUR John Johannessen Frá í dag og fram til mána- dagin eftir ólavsøku seta vísindafólk úr Norðurlond- um, Stórabretlandi og Ír- landi hvørjum øðrum stevnu í Havn. Endamálið hjá teimum 85 gestunum og teimum 15 føroyingunum er at luttaka á fjúrtanda víkingafundin- um, sum í ár verður hildin í Føroyum. Víkingafundir eru tvør- vísindaligir fundir, har fremstu víkingaaldar- granskarar innan flest allar søguligar vísindagreinar hittast og leggja fram seinastu granskingarúrslit- ini, samstundis sum teir fáa høvi at kunna seg um vík- ingagranskanina í verts- landinum og skoða søgu- liga støð og fornminni. Aðru ferð í Føroyum Hetta er ikki fyrstu ferð, at víkingafundur verður hildin í Føroyum. Tí í 1965, fimtan ár eftir fyrsta víkingafundin, varð fyrsti fundurin settur í Føroyum. Sambært teimum, sum luttóku á tí fundinum, var hetta ein væl eydnaður og væl umtóktur fundur, bæði av føroysku og útlendsku luttakarunum. Og tað var eisini á hesum fundinum, at víkingafundurin fekk sítt skjaldramerki, sum Janus Kamban teknaði. Skjaldra- merkið er ein føroysk held. Orsøkin til, at heldin gjørdist skjaldramerkið hjá víkingafundinum kom av, at Bjarni Niclassen, fyrr- verandi stjóri á Lærara- skúlanum, gjørdi heldir til gestirnar til minnis um vitj- anina í Føroyum. Hetta til- tak varð so mikið væl mót- tikið, at Janus Kamban teknaði eina held, sum beinan vegin bleiv til skjaldramerkið fyri allar víkingafundir. Aftur í ár fara útlendsku gestirnir á víkingafund- inum at fáa hvør sína held gjørda úr horni frá føroysku fyrireikarunum, sum minni um ferðina í Føroyum. Fyrireikingarnevndin hevur sett fólk í gongd við at gera heldir til tiltakið. Sjeyti fyrilestrar Nógvir fyrilestrar eru á skránni fyri víkingafundin fram til ólavsøku. Teir eru nærum sjeyti í tali. Men kortini verður bert ein teirra almennur. Høvuðsevnið fyri fyri- lestrarnar er víkingaøld og eldra miðøld í Norður- atlantshavi og mentanarárin uttan eftir á samfeløgini í Norðuratlantshavi í nevnda tíðarskeiði og framman undan. Almenni fyrilesturin hev- ur eitt meira dagsaktuelt evni. Fyrireikararnir hava valt at royna at geva spurn- inginum um ríkisrættarligu støðu Føroya eina søguliga dimmensión við einum fyrilestri um støðuna hjá skattlondonum í norska rík- inum. Skattlond eru londini í vestri, sum á sinni vórðu bygd úr Noreg, men ikki vórðu roknað sum partur av Noreg, men sum kortini í miðøld komu undir norsku krúnuna. Og tað verður Knut Helle, professari í Bergen, ið fer at seta spurn- ingin: »Hvussu skulu vit fata støðuna hjá skattlond- unum í norska ríkinum?«. Fyrilestrarnir, sum verða hildnir á víkingafundinum, verða seinni givnir út í bók. Anfinn Kallsberg, løg- maður, er verji fyri víkinga- fundin, og Arne Thorsteins- son, Jóhan Hendrik Wither Poulsen, Símun V. Arge og Turið Sigurðardóttir standa fyri fyrireikingunum. Høvdingar hittast til víkingafund Arne Thorsteinsson við búrmerkinum hjá víkingafundinum, eini held úr føroyskum veðrahorni. Frá í dag og fram til mánadagin eftir ólavsøku fara vísindarfólk úr Norðurlondum, Stóra Bretlandi og Írlandi at skifta orð um søguliga vísind á fjúrtanda víkingafundinum, sum í ár verður hildin í Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang Søluframsýningin Hendur og Hugflog verður aftur í ár í ítróttarhøllini á Hálsi vikuskiftið undan ólavsøku FRAMSÝNING Eins og undanfarin ár verður aftur í ár skipað fyri framsýningini Hendur og Hugflog, har fólk fara at sýna fram ymiskt heimavirki. Framsýningin er vorðin ein traditión vikuskiftið undan ólav- søku. Hon verður relgu- liga hildin í ítrótt- arhøllini á Hálsi í Havn. Framsýnignin byrjar í ár fríggjadagin 20. juli og er opin til sunnudag- in 22. juli. Latið verður upp fríggjadagin tann 20. juli klokkan 15, og sjálv stevnan verður sett klokkan 16. Klokkan 18 verður harmonikutónleikur at hoyra, og klokkan 20 letur framsýningin aftur. Latið verður aftur øll kvøldini klokkan 20. Leygardagin verður latið upp klokkan 14, og tá eru eisini ymsar aðrar, serliga framsýningar at síggja. Dansiframsýning er. Tvær móta- og vøru- sýningar, eins og før- oyskur dansur eisini verður sýndur fram leygardagin. Sama skráin er sunnu- dagin. Tó veðru býtt eitt sindur um upp á dansi- og mótasýningarnar. Framsýningin Hendur og Hugflog letur aftur sunnukvøldið klokkan 20.00. ej Hendur og Hugflog í ítróttarhøllini Hendur og Hugflog verður aftur í ár í ítróttarhøllini á Hálsi vikuskiftið undan ólavsøku Mynd: Jens Kristian Vang 7 Sosialurin - 311820 Dr. Jacobsensgøta 18 • 100 Tórshavn • Tel./Fax 316610 Vit hava eisini korsilett í stórum støddum Vit hava BH í støddum úr 65 til 110 cm í ummáli, og frá AA til H skál. Stóra bringu ella lítla? Ert tú ein av teimum 80%, ið ganga í skeivari BH-stødd? Støkk so inn á gólvið hjá okkum og vit hjálpa tær at finna júst tína stødd. Lesið -tað loysir seg