mikudagur 25. juni 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Ford í Evropa hava
rættuliga vind í
seglunum í løtuni við
nógvum nýggjheitum
sum t.d. Mondeo, sum
kom fyri kortum, og
nýggir Ford Ka og
Fiesta koma seinni í
ár. Nýggjasti Ford er
Kuga, sum er ein væl
útgjørdur SUV
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
So gott sum allar bilverk
smiðjurnar hava nú ein
SUV (Sport Utility Vehicle)
í somu stødd sum Ford
Kuga. Bara í ár eru fleiri
komnir og aðrir eru á veg,
vit kunnu t.d. nevna VW
Tiguan, sum kom fyrr í ár,
og Volvo XC60 og Renault
Koleos sum koma seinni í
ár.
Ford Kuga, sum fyrstu
ferð varð sýndur fram sum
konseptbilur á Frankfurt
Motor Show í 2007, er júst
nú komin á marknaðin.
Talan er um ein SUV í eini
sera “populerari” stødd, og
kappingarneytarnir
eru
nógvir
Kuga er bygdur yvir sama
plattform sum Ford Focus
og CMax. Innan líkist
Kuga nakað CMax, men
Kuga er meira sportligur
við meira alulook panelum
og sportsetrum. Hvat útgerð
viðvíkur fæst Kuga í útgávu
num Trend og Titanium, og
hann fæst bæði sum FWD
(Front Wheel Drive) og
sum AWD (All Wheel
Drive).
Motorurin er ein 2,0
diesel við 136 hk, og 6trins
girkassin er standard.
Ford Kuga líkist burturúr
øðrum SUV í hesum klass
anum við nokk so ser
merktum designi, sum er
bæði smart og tíðarhósk
andi. Talan er um ein sera
rúmligan bil, sum t.d. er
væl egnaður til barnafamilj
ur.
Vit royndarkoyrdu Kuga í
Titanium AWD útgávuni.
Ein væl koyrandi og væl
útgjørdur SUV við sera
góðum plássi og er lættur at
koyra og at umgangast í
ferðsluni.
Ford Kuga kann síggjast
og roynast hjá P/F Wenzel í
Akranesgøtu. Prísirnir byrja
við 329.900 krónum.
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
bilar
Bilradio á Rás2
Bilradio verður sent týsdag millum kl. 16 og
17, og endursent fríggjadag millum kl. 8 og 9,
og leygardag kl. 17
Kuga – smartur SUV frá Ford
Ford Kuga 2.0 TDCi AWD
Motorurin
2,0 litra TDCi diesel við 136 hk
O-100 km/t
10,5 sek
Botntrekk
320 Nm við 2.000 snún/min
Útlát
169 g/km
Oljunýtsla
15,6 km/l (blandað koyring)
Stødd og vekt
Longd
443,0 m
Breidd
184,0 m
Hædd
171,0 m
Eginvekt
1.613 kg
Viðførisrúm
410 litrar
Prísur
kr. 404.900,- (Titanium AWD)
Søluumboð
P/F Wenzel
Akranesgøta 5
FO-110 Tórshavn
Tel. 354500
www.wenzel.fo
FAKTA
Ford Kuga við 2,0 TDCi dieselmotori og 136 hk. Bygdur í sama stíli sum eyðkennir nýggju
Fordarnar
Kuga er ein SUV við sermertum og tíðarhóskandi designi
Innan er Kuga er sportligur við t.d. alulook panelum og
sportsetrum
Baklúkan er í tveimum, soleiðis at ovari parturin kann latast
upp fyri seg
Flúgvaraborð við baksetrini
Nr. 120 - 25. juni 2008