mikudagur 25. juni 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 - 25. juni 2008
27
Í ár eru 50 ár liðin
síðan belgiska
bilverksmiðjan
sum gjørdi Imperia
bilarnar, læt aftur.
Imperia vórðu
framleiddir frá 1906
til 1948. Eftir ætlan
kemur ein nýggjur
Imperia á marknaðin
seinni í ár
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Ein bólkur av belgiskum
íleggjarum og verkfrøing
um arbeiða í løtuni við at
gera klárt til framleiðslu av
einum retrohybridbili við
belgiska bilmerkinum Im
peria sum fyrimynd.
Imperia bilar vórðu gjørd
ir í Belgia frá 1906 til
1948.
Endamálið við hesum
nýggja Imperia er at gera
ein retrobil við framkomnari
hybrid tøkni. Talan verður
um ein kvikan umhvørvis
vinarligan sportbil, sum
eftir ætlanin skal koma á
marknaðin seinni í ár.
Imperia verður ein retrobilur
við framkomnari hybrid tøkni
Nýggi bilurin verður gjørdur
gamla Imperia sum fyrimynd
Belgiskur
retrobilur
á veg
Hetta er tíðin tá nógv fara
av landinum at ferðast við
bili. Viðvíkjandi koyring
uttanlands er nógv at taka
atlit til, og lógirnar eru
ymiskar í teimum ymisku
londunum í Evropa.
Í fleiri londum í Evropa er
promillumarkið 0,5, men t.
d. í Norra og Svøríki er
markið 0,2 og í fleiri londum
í fyrrverandi Eysturevropa
er promillumarkið 0.
Bøturnar fyri at tosa í
fartelefon undir koyring
kunnu kosta helt upp til
1300 krónur, sum t.d. í
Norra. Ferðmarkið er eisini
sera
ymiskt
í
teimum
ymisku
londunum
og
bøturnar fyri at koyra ov
skjótt eru stórar í nógvum
londum og nógvstaðni eru
automatiskar ferðkanningar.
At hava tey røttu dekkini
undir bilinum er av sera
stórum týdningi.
Í seinasta limablaðnum
hjá FDM, Motor, eru fleiri
góð ráð til bilførarar, sum
fara uttanlands at koyra.
Her eru yvirlit yvir hvussu
stórar bøturnar eru fyri at
tosa í fartelefon undir koyr
ing og um ferðmarkið í
teimum ymisku londunum í
Evropa.
Koyring uttanlands
bilar
Fótbóltur
steðgar BMW-
framleiðsluni
Øll framleiðsla av BMW bilum í
Týsklandi steðgar í dag, tá Turkaland
og Týskland møtast í semifinaluni í
EM-fótbólti.
BMW-leiðslan syrgir fyri at steðga
framleiðsluni nóg tíðliga til at øll, sum
arbeiða í konsernini, kunnu klára
heim og sita við sjónvarpsskíggjan,
áðrenn dysturin byrjar.
Leiðslan ásannar, at tað hevði verið
vónleyst at fingið starvsfólkini at
arbeitt meðan dysturin er og beint
eftir ”internu” uppgerðina millum
Týskland og Turkaland.
Nógvir turkar arbeiða hjá BMW.
Bara á verksmiðjuni í München
arbeiða 1.700 turkar við týskum
ríkisborgararætti.
Týska sjónvarpsstøðin ZDF roknar
við, at 30 milliónir fólk fara at stilla
inn á teirra kanal, meðan dysturin er.
Kelda: FDM