mikudagur 25. juni 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 tíðindi
Nr. 120 - 25. juni 2008
Skal ein hitta fólk
úr øllum heiminum
á einum lítlum og
hugnaligum staði, so
er Mykines ein hentur
møguleiki. – Vit í
Kristianshúsi gera
alt fyri at fólk skulu
kenna seg væl, sigur
Katrina Johannesen,
sum rekur hesa
matstovuna og
gistingarhúsið
Ferðavinna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Mykines:
Leygardagin
verður Kristianshús uttan
iva
fullsett
av
stevnu
gestum.
Útoyggjafelagið
hevur
nevniliga sett Mykines sum
vert fyri árligu Útoyggja
stevnuni. Og fyri tey, ið
ynskja ein bita ella ein
kaffimunn, er Kristianshús
ein avgjørdur møguleiki.
Vanliga eru ikki so nógv
fólk í bygdini sum væntandi
eru til eina slíka stevnu.
Men talið av vitjandi hevur
seinastu árini verið rættiliga
støðugt.
Vit hava so ikki havt
minni at gjørt, staðfestir
Katrina Johannesen.
Summi at teimum vitjandi
vilja vera í góðari tíð, og
biðja um gisting langt
frammanundan. Onnur eru
ikki so skjót, og bíleggja
við eini skjótari avgerð,
beint áðrenn tey fara út í
Mykines.
Allir aldursbólkar
Tað man hoyra til undan
tøkini, at tú á eini av smærru
útoyggjum okkara hevur
møguleika bæði at keypa
tær mat og at gista á einum
og sama staði.
Men tað er júst ein partur
av ætlanini við Kristians
húsi. Her kunnu fólk bæði
fáa heitan mat, smyrjibreyð,
grillmat og allar vanligar
kioskvørur.
Hjá teimum, ið hava hug
at gista er eisini møguleiki
til tað, í smærri og størri
rúmum. Er talan um ein
bólk uppá 40 fólk, so er
eisini pláss til ein slíkan.
Hóast vit eru staddir á
vestastu oyggj okkara, hevur
tað eydnast Katrini og
føroysku ferðavinnuni at
marknaðarføra hetta kon
septið so væl, at higar leita
fólk sær úr øllum heiminum
– og úr øllum heimspørtum.
Fíggjarliga orkan at lýsa
við gistingini og matstovuni
er sjálvandi avmarkað. Tey
hava havt lýsingar í onkrum
tíðarritum, hava luttikið á
onkrum ferðavinnustevnum
og hava eina heimasíðu við
hentum upplýsingum um
Kristianshús og Mykines.
Tað er kortini líkt til, at
Kristianshús er spurt millum
fólk í øllum aldursbólkum –
og úr øllum heiminum.
Ja, higar koma bæði
føroyingar, danir, týskarar,
bretar, fransmenn og onnur,
eins og fólk úr Belgia (sí
aðra grein á síðuni), og
eisini fólk heilt úr Canada,
greiðir hon frá.
Vanliga er opið frá 1. mai
og til 1. september. Hetta
forðaði kortini ikki einum
pari úr Týsklandi við barni
at leggja leiðina allan vegin
vestur
í
Mykines
á
páskum.
Áttu steðgað longri
Fyri fólkið aftanfyri Krist
ianshús hevur tað allatíðina
verið eitt ynski um at geva
fólki møguleika at fáa sær
ein bita og fyri yvirnátting.
Tey flestu sum vitja í
Mykinesi steðga bert nakrar
fáar tímar. Tey koma út um
morgunin og fara inn aftur
seinnapart á degi, og halda
seg so hava sæð Mykines.
Eg haldi sjálv, at tað er
alt ov stutt hjá fólki bara at
steðga herúti í ein dag. Her
er jú so nógv at síggja og
uppliva,
sigur
Katrina
Johannesen.
Frá
gistingarhúsinum
sjálvum gera tey ymiskar
túrar við ferðaleiðara, mill
um annað niðan á Knúk, til
eitt øki tey nevna Stein
skógin ella í Korkadal.
Tey áttu at givið sær
betri tíð, soleiðis at tey
veruliga kundu uppliva,
hvussu tað er at vera her í
oynni, sigur hon.
Allur heimurin hittist í Myk
”
Tað er heilt
týðiligt, at tey
hava lisið uppá
frammanundan
”
Tey áttu at givið
sær betri tíð,
soleiðis at tey
veruliga kundu
uppliva, hvussu
tað er at vera her í
oynni
Elsa F. Petersen úr Klaksvík (vinstrumegin)
arbeiðir hjá Katrinu Johannesen í
Kristianshúsi hetta summarið
Kristianshús eitur eftir manninum sum bygdi húsið. Í dag leigar Katrina Johannesen
(vinstrumegin) og rekur tað sum matstova og gistingarhús. Eitt av starvsfólkum hennara er Elsa
F. Petersen úr Klaksvík, sum arbeiðir saman við einum »Nordjobbara« úr Svøríki
Løgreglan tók hvalin
Nakrir veiðimenn í Ilulissat í Grønlandi fingu ikki stóra gleði av
einum náhvali, sum teir skutu nú um dagarnar. Veiðimenninir fingu
hvalin upp á land og skóru hann upp, men teir vóru valla lidnir, tá
løgreglan kom á staðið og legði hald á bæði spik og tvøst, sigur
KNR. Orsøkin er, at tað er banna at veiða náhval. Finn Karlsen,
landsstýrismaður í fiski og veiðialum, sigur, at tilburðurin kemur
illa við, nú altjóða hvalaveiðinevndin heldur ársfund.
Fakfelag fyri sjálvstýri
Tann 25. novembur verður fólkaatkvøða í Grønlandi um
sjálvstýri, og tá fer arbeiðarafelagið SIK at mæla sínum
limum til at atkvøða fyri. Formaðurin, Jens G. Berthelsen,
sigur við blaðið AG, at SIK fer at nýta eitthvørt høvi til at
virka fyri grønlendskum sjálvstýri og tí eisini á fólkaatkvøð
uni í heyst. Hann sigur, at mál felagsins er, at grønlendingar
skulu ráða í Grønlandi, og at grønlendskt verður tað
almenna høvuðsmálið.