Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-25, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 tíðindi Nr. 120 - 25. juni 2008 kinesi - Tað er sera vakurt her í Mykinesi, sigur Sandra Vandebroek, ið arbeiðir sum umsetari í belgiska høvuðsstaðnum Bruxelles GistinG Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sandra vitjaði í Mykinesi í tveir dagar fyrr í hesum mánaðinum. Hon gisti í Kristianshúsi. Sum yngri ferðaðist hon við familju síni í Noregi, og hetta kveikti áhuga hennara fyri Norðurlondum. - Eg las tá eisini um Føroyar, og avgjørdi at eg ein dag vildi sleppa hagar at ferðast, greiðir hon frá. Nú er hon umsíðir kom til landið og haraftrat til vestastu oyggj okkara, og sleppur nú sjálv at síggja og uppliva føroysku náttúruna. Eina dagin í Mykinesi ætlaði hon sær einsamøll út í Hólmin, men hon settist aftur, tá hon var komin nakað á leið, tí høgættin lá ov trá inn móti oynni. - Men hetta er eitt sera vakurt pláss. Alt er so sera grønt herúti, slær hon fast. Umframt Mykines hevur hon vitjað á ymiskum støðum kring oyggjarnar. Ætlanin var at fara til Klaksvíkar, Fugloyar og Suðuroyar, men spurningurin var um hon fór at røkka øllum á hesum sinni. Kanska hon kemur aftur eina aðru ferð! Greinarøð úr Mykinesi Komandi leygardag, 28. juni verður Útoyggjastevna hildin í Mykinesi. Í hesum sambandi hevur Sosialurin vitjað í bygdini, her vit lýsa ymisk viðurskifti í stevnubygdini. Aðrar greinir úr Mykinesi hava verið í blaðnum 13. juni (um minnisvarðan), 16. juni (um oljutunnur), 20. juni (um flutningsmøguleikar) og 23. juni (um skúlan). - Eg upplivi Føroyar í Mykinesi - Tað er sera vakurt her í Mykinesi, sigur Sandra Vandebroek úr Belgien Leygardagin verður árliga Útoyggjastevnan hildin í Mykinesi. Her er nógv ymiskt og áhugavert á skránni fyri øll tey vitjandi Klokkan 10 – 21 Listaframsýning við málningum er S.J Mykines í pakkhúsinum hjá Útistovubóndanum. Hetta er fyrstu ferð at verk eftir málarin eru á framsýning í heimbygd hansara. Klokkan 10 – 21 Kunning um tiltøk hjá Útoyggjafelagnum Klokkan 11 – 12.30 Útoyggjafelagið hevur aðalfund Klokkan 12 og úteftir Matsøla. Bygdarfelagið skipar fyri sølu av heimagjørdum breyði við føroyskum viðskera og drekkivørum Klokkan 14 – 14.30 Steingrím Abrahamsen setir stevnuna og hornorkestrið í Sørvági spælir Klokkan 14.30 – 15.30 Togtogan millum útoyggjarnar (ferðasteypið er í løtuni hjá fugloyingum) Klokkan 15 og úteftir Fiskibrunnur fyri børn letur upp. Eisini verður kondibingo og mattombola. Tað er bygdarfelagið, ið skipar fyri og fær ágóðan Klokkan 15 - 17 Filmsbrot úr Mykinesi verða víst í skúlanum. Filmsbrotini hevur Regin Leonsson savnað frá 1960 fram til í dag. Filmurin varar ein tíma og verður vístur kl.15, 16 og 17 Klokkan 15 – 17 Traktortúrar fyri børn. Ponyríðing Klokkan 15.30 – 17.00 Gongutúrar: 1. Fornminnagongutúrur í bygdini. Símin Arge greiðir frá 2. Í fótasporum S.J. Mikines. Kári Svensson greiðir frá Klokkan 17 – 18 Fyrilestur og kjak um fuglaveiðu í Mykinesi við Jens Kjeld Jensen verður í pakkhúsinum hjá Útistovubóndanum. Klokkan 18 Staðarnøvn í Mykinesi. Steingrím Abrahamsen heldur fyrilestur í skúlanum Klokkan 20 – 21 Útimøti við Filadelfia í Tórshavn. Rúni Rasmussen skipar fyri. Klokkan 21 – 22 Fólkafundur við sangi og harmoniku í Klingrugarði. Røðarar: Olga Biskopstø og Búi Brattaberg Klokkan 22 Føroyskur dansur. Enskur dansur við Hallur Joensen & Co. (Kelda: utoyggj.fo) Skráin fyri Útoyggjastevnuna Lisið uppá Sigur tú Mykines, so sigur ein samstundis ríkt fuglalív, Hólmin og kópin sum undir oynni liggur. Hetta vita føroyingar, og líkt er til at útlendingar eru eisini væl kunnaðir um hesi sereyðkennini fyri vestastu oyggj okkara. Hesi ferðafólkini hava helst fyrireikað seg væl frammanundan til Føroya- ferðina, og hava millum annað sett seg væl inn í støðuna hjá lundanum og súluni. - Ja, vit uppliva ofta, at fólk spyrja eftir ávísum og ítøkiligum viðurskiftum herúti. Og tey vilja eisini fegin uppliva vøkru náttúr- una úti í Hólmanum. - Tað er heilt týðiligt, at tey hava lisið uppá framman- undan, sigur Katrina Johanne- sen við einum brosi. Kann sita heima Myndugleikarnir í Íslandi og Niðurlondum eru samdir um, at ein niðurlendingur, sum situr í fongsli í Íslandi fyri rúsevnasmugling, skal sleppa at sita ein part av dóminum í Niðurlondum. Johan Hendrik varð tikin í Íslandi í 2006, tá fýra menn royndu at smugla 15 kilo av hashi og 10 kilo av amfetamini í tanganum á einum bili. Johan Hendrik fekk seks ára fongsul, men sleppur ætlandi leysur næsta vár, tá hann hevur sitið helvtina av tíðini. Ov fá við útbúgving Danska stjórnin hevur fyrr sett sær sum mál, at í 2015 skulu 95 prosent av øllum donskum ungdómum fullføra eina ung- dómsútbúgving, men tað tykist vera torført at røkka hesum máli. Nýggj hagtøl vísa, at í 2006 vóru tað bara 79,6 prosent av teimum ungu, sum fingu eina útbúgving. Tað er minni enn í 2005, og tað ørkymlar Bertel Haarder, kenslumálaráðharra. Við TV2 sigur hann, at við hesari gongdini verður tað tungt at røkka málinum í 2015.