mikudagur 25. juni 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
32
nr. 120 • 25. juni 2008
Tað fyrsta, eg kann siga um
tónleik, er, at tey í Horni áttu
eina grammofon. Hetta var ikki
í hvørjum húsi. Hetta var ein við
hesum veldigu traktunum, og
grammofonin skuldi vindast við
hond. Fyrsta plátan eg minnist
er Bjørneborgenes March. Tann
grammofonin gekk dúgliga.
Tað var nógvur sangur í Horni.
Tá tað vóru samkomur av ymisk
um slag, var hetta niðri í mjøl
stovuni hjá abbabeiggja Andreas
í Horni í Bøgøtu.
Undirhaldið var mest sangur, og
hetta var eitt gott umhvørvi, sum
eg eri vaksin upp í. Hetta ávirkaði
meg eitt sindur.
Skóti hjá Rubekk
Eg gjørdist skóti, tá ið eg var 12
ár. Hetta var nakað teir kallaðu
hvítblusarar, sum var ein partur
FDF, Frivilligt Drenge Forbund. Tað
var Rubekk Rubeksen, Rubekk á
Trónda, sum hevði tað um hendur.
Hetta var sera stuttligt. Rubekk
dugdi væl at fáast við ungdómin.
Við mínum royndum virðismeti eg
alt, sum hevur við skótaarbeiði at
gera. Her var nógv at læra. Tað
eru ikki øll, sum duga at binda ein
knút, men tað duga skótar.
Vit lærdu nógv, til dømis við
morsing og signalisering. Og so
vóru tað hesar stuttligu søgurnar
frá Rubekk. At tær ikki altíð
passaðu heilt hevði minni at siga.
Tey, sum høvdu okkum hvítblus
arar, vóru Fía Wardum og Mia
hjá Trond. Tær vóru gentuskótar
og gjørdu eitt stórt arbeiði. Tá
var ivi um, hvør var tann rætti
tjóðsangurin, Tú alfagra land mítt
ella Eg oyggjar veit. Sum eina
diplomatiska loysn sungu vit í
staðin Sjá tú blánar, flaggsangin.
Fór at spæla horn
Tá fór eg at spæla horn. FDF
arnir gjørdu eitt hornorkestur.
Tað var Kisan, Kristian Guttesen,
sum stóð fyri tí. Eg spældi 2.
koronet. Hetta var mest heilt
lættur tónleikur, sum “Dengang
jeg drog afsted” og tílíkt. So datt
hetta niður fyri. Tað var ikki so
stór manning tøk tá. Tað vóru
fýra orkestur í Havnini tá. Tað
var GHM, Havnar Hornorkestur,
FDF og Frelsunarherurin. Olivant
hevði verið undan míni tíð. Eg
fór so í Frelsunarherin og spældi
har í eini trý ár. Tað var nakað av
vinarligari kapping millum hesi
orkestrini. Teir, sum spældu í
GHM og Havnar Hornorkestur,
kundu viðhvørt fyrstu tíðina fara
millum orkestrini. Men sum frá
leið blivu tað teir føstu í hvørjum
orkestri.
Ferð til Noregs
Eg eri vist fyrsti maður, sum er
farin av landinum og havi spælt
hetta trekkbasun instrument.
Dirigentur var Thomas Pauli
Christiansen. Hetta var eitt
stórt orkestur. Vit vóru úti við 20
fólk. Vit spældi enskan Frelsun
arhertónleik. Vit spældu úti á
jólum og páskum. Tá vóru vit
gjarna uppi á Sanatoriinum og
úti á Hospitalinum. Teir vóru
eisimi á Vaglinum hvønn einasta
sunnudag kl. 5, um tað viðraði.
Tað var ein góður aldur 14 ár, og
tá helt man alt bera til.
Vit vóru ein túr í Noregi. Tá
spældi eg trekkbasun. Fyrsti mað
ur at spæla trekkbasun var Ove
Karlsen, sum búsettist í Canada.
Vit vóru 14 dagar í Noregi,
og tann túrurin eydnaðist sera
væl. Tað var summarferia, tí
hittu vit bert einum norskum
orkestri. Hetta var í Flekkefjord.
Tað var eitt sera gott kvøld. Vit
marsjeraðu tvey orkestur. Teir
eldru menninir, sum vóru við,
vóru Addaba, Gynne Jóannes
og Óla Jákup í Leynum. Teir
høvdu ábyrgdina av okkum.
Leivur Christiansen var solo
koronettspælari. Hann var bara
13 ár. Ludvig í Brekku var 14 ár,
og hann spældi efonium. Teir
stóðu ikki aftanfyri nakran, sum
vit hoyrdu spæla tá í tíðini.
Tað var eitt sindur keðiligt, at
hetta orkestrið fór í tvey. Kalli tók
sær av tí hjá Frelsunarherinum.
Hann gjørdi eitt stórt arbeiði, og
hetta ber frukt tann dag í dag.
Hinum orkestrinum, sum kallaðst
Xorkestrið tók Tummas Pauli
Christiansen sær av. Har kom eg
so at spæla trekkbasun eisini. Vit
keyptu horn úr Englandi, besson.
Hetta vóru silvurhorn. Eg havi
framvegis mína trekkbasun. Hon
kostaði 270 krónur. Xorkestrið
gjørdist gott, og vit spældu eisini
andaligan tónleik til kristilig møtir
á Vaglinum.
Vit spældu eisini á teimum
útferðum, sum vóru tá. Hetta
var ofta við Smirli til Suðuroyar
saman við fótbóltsspælarum.
Fóru eisini til Klaksvíkar og
vestanfyri. Hetta var eisini gjørt
fyri at gjalda hesi hornini aftur.
Orkestrið fekk kr. 50 fyri túrin.
Xorkestrið helt á nakað inn í
kríggið, men so gleið tað spaku
liga inn í Havnar Hornorkestur.
Tað var jú lættari at halda saman
uppá ungfólk í 1314 ára aldri enn
seinni. Tað var eisini tað, sum
hendi her.
Kisan var fyrsti dirigentur og
síðan Tummas Pauli Christiansen.
Í 1950 fór eg úr Havnar Horn
orkestur. Tað var ein stuttlig tíð
at spæla horn. Eg minnist, at
Havnar Hornorkestur spældi nógv
til fótbóltskampir. Tað var ikki
so nógvur fótbóltur tá, men tað
var serliga móti Tvørámonnum.
Og vunnu havnarmenn, var altíð
spælt eyka og tað við plymm í.
Vit spældu eisini á Grækaris
messu. Tað vóru skótarnir og
Havnar Hornorkestur, sum skipaðu
fyri tí, og hetta er framvegis. Tað
sama var við flaggdegnum. Eg
kann ikki siga so nógv um GHM,
sum slakkaði eitt sindur av tá.
Guitarspæl var nærum ikki til
tá. Guitari var tók brúktur eitt
sindur í Frelsunarherinum.
Á sangsíðuni var tað Waag
stein, sum gekk á odda. Tá ið eg
gekk í skúla, gjørdi hann eitt stórt
arbeiði fyri, at hvørt barn skuldi
læra at syngja. Tá hann gavst, var
tað Gunnar Mikkelsen, sum tók
sær av tí.
So vóru tað teir í Rættará. Har
vóru so nógvir dreingir. Ein var
Verland Johansen. Ein annar var
Stig Rasmussen. Hann var altíð
træblásari. GHM hevði eisini
klarinettir. Teir spældu gjarna
danskan ella týskan musikk.
Uppundir kríggið var tað mest
marsjtónleikur. Ein, sum gekk
aftur, var Alte kammeraten. Men
hann líka sum doyði burtur, tá ið
bretarnir komu.
Johan og tónleikur
Næstu ferð
Í juli verða Tróndardagar
í Gøtu. Vit fara í nøkrum
bløðum at hava frásøgn
um grannalagið hjá
Tróndi í Gøtu
Johan Norðfoss hevur
eisini roynt seg við
tónleiki. Hendan partin
av lívinum greiðir hann
frá í hesum seinasta
parti av hesi røð
Norðfossarnir:
Aftast f.v. Sigmund, Johan, Dánjal og Bernhard, sum júst er deyður. Fremst: Gunnvør, Anna, Albert, Olina
Hornorkestrið hjá Frelsunarherinum í 1935:
Aftast f.v.: Leivur Christiansen, Petur í Króki, Hans Jákup Christiansen, Óli Hansen, hjá Essa, Karl Olsen (Kalle), Poul
Hansen hjá Jóannes hjá Gynnu, Osvald Hansen. Miðraðið: Óla Jákup Christiansen, Henry Olsen, Frits Christiansen,
Arnold Olsen, Anna Christiansen, Amy Andrésen, Else í Króki, Daisy Hansen, Ludvig Breckmann. Fremsta rað: Terji
Andrésen, Johan Norðfoss, Ove Carlsen, Thomas Pauli Christiansen, Johannes Jacobsen (Hannis), Mortan Carlsen,
Jóhannes Hansen hjá Gynnu