mikudagur 25. juni 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 • 25. juni 2008
MIÐvIkaN
31
avreiddu, og vit skóru flak. Hetta
mann vera ein tann fyrsta royndin
at skera flak í Føroyum. Jens
Pauli var fittur at arbeiða hjá.
Til Íslands
Hetta var í teirri tíðini, tá ið nógv
ir føroyingar fóru til Íslands at
fiska og eisini at arbeiða á landi.
Føroyski fiskiflotin var í ringum
standi og samstundis manglaðu
íslendsku skipini fólk. Tað vóru
upp til 1500 føroyingar sum hesi
árini fóru til Íslands, og teir fingu
eisini væl burturúr.
Tískil fór eg við einum íslend
skum trolara í 1959. Hann kallað
ist Brimnes. Vit fingu nógvan
fisk. Ein túr fingu vit so nógv, at
hann gekk ikki í lastina. Vit høvdu
stakkar av fiski á dekkinum. Eisini
vóru vit í uppisetur við salt, so
fiskurin var ikki saltaður. Tá hendi
tað, at íslendska krónan í einum
fór frá 42 oyru í 27 oyru. Úrtøkan
minkaði tilsvarandi.
Tá fóru nógvir føroyingar av.
Vit fóru heim við gamla vaktar
skipinum Ternuni, sum var komin
ørindi til Íslands.
Eg vil nevna nakrar av føroying
unum umborð, sum vóru úrmælis
menn: Jóhannes Jacobsen úr Hval
vík, sum arbeiddi á skipafelagnum
í nógv ár. Hann var avhøvdari. Aðrir
vóru Johan Johansen av Argjum,
Árni Dam (Faroe Agency), og ein í
Sundunum. Teir vóru úrmælingar.
Árni flakti so skjótt. Hann tók ryggin
úr, og tað kundu vera fleiri ryggir í
luftini í senn. Sjálvur var eg í lastini.
Meðan eg var heima, arbeiddi
eg hjá Hans Hilmar Dam, sum
hevði rættuliga nógv virksemi
og hevði nokk so nógvar mans í
arbeiði.
Dánjal Pauli í Búðini hevði
saman við Hans Hilmar ein kápul
at leggja frá telegrafstøðini og
vestur til Velbastaðar. Har arbeiddi
eg eisini. Hann liggur vist enn í
dag. Hann varð eisini lagdur sera
forsvarliga. Vagn Erik Michelsen
og Poul Sørensen vóru sýnsmenn.
Máttu gera kaffi úr
sjógvi
Í 1960 fór eg aftur til Íslands,
og tá var eg hjá Bæjarútgerðini
í Reykjavík. Har var eg við
trolaranum Skúla Magnussyni.
Íslendingar vóru fittir menn at
vera saman við.
Vit komu einaferð úr Vestur
grønlandi. Tann túrin skuldu vit
heim fyri summarið. Eg skuldi
heim við Drotningini, og tað
var um reppið, um vit fóru at
klára tað. Tá vit komu á Kappan
fingu vit ein ordiligan storm.
Tað var vindur, sum eg ikki havi
upplivað. Sjógvurin var tó ikki
ringur. Men tað var kolandi ódn.
Boð vórðu givin um, at eingin
skuldi ganga ímillum forskipið
og afturskipið. Lastin var full av
fiski. Skipið gekk við fullari ferð,
men tað kom ongan veg av nógva
mótvindinum. Hetta vardi í eitt
knapt samdøgur. Tá vit komu
burtur úr hesi ódnini og fóru at
sigla móti Reykjavík, vísti tað
seg, at sjógvur hevði trongt seg
inn í vatntangarnar. Teir vórðu
hálvfullir í sjógvi. Vatngerarin var
gingin fyri, so hetta var ein ring
støða. Her varð gjørt te og kaffi
í sjógvi. Hvør maður gekk við
tunguni úti, tí teir vóru so turrir
í hálsinum. So glaðir, sum vit
vóru at fáa vatn, tá vit komu til
Reykjavíkar, haldi eg ikki, at nakar
hevur verið. Tá ið vit løgdu at,
leyp øll mannningin á land niðan
til ein krana at fáa sær gott kalt
vatn uppí munnin.
Vit møttu Drotningini á Reykja
nes á veg til Føroyar, so har
sluppu vit ikki við. Vit arbeiddu
tískil í 14 dagar á landi og sluppu
við næsta farti.
Í 1961 fór eg til lands í Íslandi,
og arbeiddi í Njarðvík. Tað vóru
eisini nógv føroysk konufólk, sum
arbeiddu har. Kona mín var ein.
Mær dámdi væl, og tað vóru góðar
umstøður, og inntøkan var hampi
lig í mun til tað, sum var heima.
Við Nornagesti
Tá ið eg kom heim úr Íslandi í
1961 fór eg við Norðstjørnuni
hjá Thorvald Andreassen. Vit
báðir høvdu verið saman og
vóru so væl. Eg var á sildaveiðu
við gørnum við honum hetta
summarið. Hann lat tá byggja ein
línubát í Fraklandi, og 2. januar
1962 fóru vit við Nornagesti. At
sleppa við einum línubáti tá var
bert fyri teir útvaldu. Eg byrjaði
at brúka brillur, tá eg var 40 ár.
At brúka brillur á dekkinum, tað
er ikki gott. Ofta er nógv sjórok.
Tískil gjørdist eg lastamaður.
Tá ið vit komu aftur jólamánað
an í 1962 fór eg í land, tí eg vildi
gjarna vera heima um jólini.
Líka fyri jól kom Ivan Carlsen og
spurdi, um eg vildi koma at hjálpa
sær í svimjihylinum, har hann var
stjóri. Eg ivaðist eitt sindur í tí,
men eg tók av.
Hóast eg legðist uppá land
hevur mær framvegis dámað væl
á floti. Og havi eg tískil havt bát.
Eg var fyrsti maður, sum í 1948
bygdi neyst í Álakersvík. Fólk
hildu hetta vera svakligt, tí tað
var brimpláss. Eisini Frits hjá
GøtuAnton bygdi neyst tá, men
tað hevur ikki bilað.
Abbi segði, at har kom ikki
neyst at standa. Hann anbefallaði
at seta tveir sverar kongar at
festa bátin í. Teir eru bert onkun
tíð brúktir.
Hvat síðani hendi, hava vit
longu greitt frá í grein í oktober
2007. Johan kom at arbeiða í
svimjihylinum restina av sínum
arbeiðslívi. Johan greiddi tá frá,
at hann, síðan hann var 80 ár,
hevði svomið ein tein, sum svarar
til leiðina til Íslands, ella 556 km.
Tá var hann á veg heim aftur.
Ferðin er sett eitt sindur niður
vegna eitt strik, hann hevði í vár.
Men kortini hevur hann svomið
67 km, síðan oktober, so hann er
komin væl til havs!.
Kona og børn
Eg giftist 23. desember 1945 við
Helenu Nielsen, ættað úr Kvívík.
Hon var systir Marin, konu Hans
Martin Andreassen, sum var
umrøddur í Miðvikuni í samband
við Stella Argus í 1957, tá ið hann
misti fýra synir. Marin doyði í
1945 frá 11 børnum umframt tað,
at hann var sjúkur sjálvur. Tá fór
Helena norður til Kvívíkar at vera
um tey eina tíð.
Men eydnan var ikki við okkum.
Vit fingu ein son í 1946. Eg var
burtur við Hjalmar, og tá vit komu
inn í Aberdeen lá telegramm frá
konuni, sum segði: ”Barnið er
deytt, men eg livi hampiliga”.
Tá hevði telegrammið ligið í
810 dagar. Hetta var hart hjá
okkum báðum. Helena doyði 8.
desember 1947.
Eg var so einkjumaður í 4 ár.
Tá giftist eg við Emmy Hansen av
Toftum.
Vit fingu fyrst ein son, Allan,
men hann gjørdist bert tvey ár.
Vit eiga tríggjar synir:
Elstur er Allan, føddur í 1953.
Kona hansara er Johanna Daniel
sen av Fløtum á Strondum. Tey
eiga tvey børn.
Næstur er Hellan, føddur 1957.
Hann er giftur við Gerdu Magnus
sen úr Havn. Tey eiga eisini tvey
børn og búgva í Noregi.
Yngstur er Sigmund, føddur
1963. Hann er giftur við Katrin
Holm úr Hvalba. Tey eiga tveir
dreingir. Sigmund og Allan búgva
í Havn.
Framúr søga
Nú eru vit komin til endan á
hesi røð. Tað er sjálvsagt ymiskt
annað, sum kundi verið lagt
afturat. Men nú verður givist í
hesum umfarinum. Sum lesarin
skilir, so dugir Johan sera væl at
greiða frá, og hann minnist eisini
so sera væl til. Tí er hansara
frásøgn eitt virðismikið íkast
til søguna um 20. øld. Ein kann
siga, at hetta er søgan hjá einum
”proletari”, sum hevur upplivað
meira enn tey flestu.
Fyri meg sjálvan hevur arbeiðið
við hesi frásøgn verið ein fragd.
Komið er ofta niðan á gólvið við
Gráastein. Hvørja ferð er drekka
komið á borðið. Tí skal Emmely
eisini hava tøkk. Sonurin Allan
hevur eisini medvirkað og skal
eisini hava tøkk.
Johan saman við sínum. F.v. Hellan, Johan, Emmy, Sigmundur og Allan
Johan og Hellan hava verið á floti og hava fingið hesar kalvarnar