hósdagur 26. juni 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 121 - 26. juni 2008
Ein av teimum, sum
dúgliga hevur vitjað á
marknaðarplássinum
í Vágsbotni við fiski
seinnu árini, er
Mortan Johannesen,
Mortan hjá Andriasi
í Hvannasundi. Hann
heldur, at batar eru
at hóma, sum fara at
gera, at meira fiskur
verður at fáa, sum
tíðin líður
Útróður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinasta fríggjadag, tá torgið
í Vágsbotni alment varð tikið
í nýtslu, var hann feskum
fiski, og longu í mána
morgunin var hann aftur við
feskum fiski og livur.
Í morgun havi eg selt
fyri 3.000 krónur. Tað eru
serliga miðalaldrandi fólk
og eldri, sum koma fram
við at keypa. Tey ungu eru
ikki so røsk at keypa fisk.
Tað hevði tí verið gott, um
tey
tilkomnu
beinleiðis
mintu tey ungu á, at fiskur
er
góður
og
bíligur
døgurðamatur, sum eisini
er góður fyri heilsuna.
Mortan sigur, at ein
donsk kvinna, sum ein
dagin herfyri vildi keypa
fisk
fyri
100
krónur,
gjørdist bilsin, tá hon sá,
hvussu nógv hon fekk fyri
pengarnar.
Hon gjørdi tí ikki matari
enn at keypa fyri 300 krónur
og segði, at hon fór at taka
fiskin niður til Danmarkar
við sær – við flogfari – so
tey kundu leggja fløkini á
grilluna til okkurt ávíst
høvi.
Mortan Johannesen sigur,
at sølan sum heild gongur
rímiliga
væl,
og
hann
heldur, at nýggja torgið er
sera kærkomið.
Alt gott um teir handlar,
sum selja fisk um diskin.
Men allir havnabýir hava
eitt fiskatorg, og eg fegnist
um, at torgið í Vágsbotni
nú er vorðið veruleiki, sigur
útróðrarmaðurin.
Verður betri
Mortan ásannar, at tað
hevur sæð heldur svart út
við fiski í longri tíð, men
hann heldur samstundis, at
batar eru at hóma.
Eg vil siga, at vit eru á
botni, tá ræður um tosk. Nú
kann tað ikki blíva verri,
enn tað er.
Útróðrarmaðurin,
sum
meginpartin av lívi sínum
hevur balst á havinum,
heldur, at týðilig tekin eru
um, at góður gróður hevur
verið í sjónum higartil í
summar.
Hetta samsvarar eisini
væl við tær mátingar, sum
Fiskirannsóknarstovan ger.
Eg haldi meg síggja
ábendingar um, at tað er
við at venda, soleiðis at
fiskur fer at koma aftur. Vit,
sum hava fiskað eitt langt
lív, kenna gongdina, sum
altíð er – og fer at vera
aftur og fram.
Mortan
Johannesen
heldur, at trýstið á fiska
stovnarnar er ov stórt, og tí
er hann ikki ósamdur við
teimum, sum siga, at stig
mugu takast til tess at
byrgja upp fyri, at stovnarnir
verða ov hart troyttir.
Toskurin fer at koma aftur
Konmansmýra skiftir navn
Barnagarðurin og vøggustovan á Konmansmýru í Havn skiftir nú navn. Nýggja
navnið verður kunngjørt týsdagin, tá stovnurin hevur opið hús millum klokkan
16 og 18. Í 1892 stóð greinastubbi í “Føringatíðindi” um at “Barnagoymslan” í
Havn varð komin í lag. Barnagoymsla eru vit ikki, men heldur ein stovnur í
menning, siga starvsfólk í Barnagarðinum og vøggustovuni á Konmansmýru í
Havn. Vøggustovan á Konmansmýru fylti 25 ár 1 mars í ár, og nú fyllir Barna
garðurin 25 ár. Aftan á 25 ár er stovnurin lagdur saman til eina eind, og stórar
broytingar standa fyri framman. Tí fara vit at skifta samleika og verður nýggja
heiti avdúka 1. juli. Í hesum sambandi bjóða vit til opið hús týsdagin 1. juli frá
kl. 16.00 til 18.00. Hendan dagin hevði tað glett okkum at sæð nógv tykkara, ið
hava og hava havt tilknýti til stovnin, siga starvsfólkini.
Lítil og eingin útróður
Bæði snellubátarnir og teir smáu línubátarnir lata
illa at fiskiskapinum. Allastaðni verður sagt sagt frá
vánaligum fiskiskapi, tí eru eisini fáir bátar á floti,
tó so onkur hevur fingið onkran hampuliga dag.
Hesa tíðina eru tað fleiri, sum plaga at royna kalva
línuna, men kalvin er ringur at selja, prísurin hevur
onkran dagin verið niðanfyri 40 krónur fyri kilo.
- Eg haldi, at ábendingar
eru um batar, nú gróðurin í
sjónum hevur verið so góður,
sigur Mortan Johannesen,
útróðrarmaður
Mynd: Vilmund Jacobsen
Skipið, sum P/F Fresh
Link hevur leigað til
fiskaflutning millum
Føroyar og Scrabster,
er nýbygningur á
Skála nummar 41,
fyrrverandi Star Saga
Skip
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
P/F Fresh Link, sum er
nýstovnaða felagið, ið fer at
reka farmaflutning við fiski
úr Føroyum til Scrabster,
hevur leigað skipið Silver
Fjord, sum er eitt køliog
frystiskip burtur av.
Skipið er bygt á Skála
Skipasmiðju í 1984 og er
umbygt í Noreg í 1999.
Silver Fjord er stórt skip og
siglir
við
góðari
ferð.
Leigusáttmálin er galdandi
í trý ár, segði felagið í
tíðindaskrivi.
Vit hava frætt frá lesara,
sum
hevur
áhuga
fyri
skipum, at farmaskipið,
sum nýggja flutningsfelagið
hevur leigað, er fyrrverandi
Star Saga, sum er bygd á
Skála Skipasmiðju í 1984.
Lesarin hevur hugt í
listan yvir nýbygningar á
Skála Skipasmiðju og er
komin til, at Star Saga er
bygd
hetta
árið
sum
nýbygningur nr. 41.
Árið fyri (1983) bygdi
Skála Skipasmiðja eisini
Star Viking.
Panamaflagg
Á eini heimasíðu www.
gotlandske.se
er
stuttur
greinastubbi við mynd av
Silver
Fjord
hin
10.
desember í 2007.
Her stendur, at skipið
Silver Fjord, sum siglir
undir Panamaflaggi, fekk
slagsíðu út fyri Slite á
Gotlandi, men er komið til
lands í øllum góðum.
Tað
var
Sjørednings
centralen Gøteborg, sum
fekk fráboðan um slag
síðuna, sum var millum 5
og 10 stig í stýriborð.
Við hjálp av loðsi sigldi
skipið við egnari hjálp inn í
havnina í Slite á Gotlandi.
Í greinastubbanum stend
ur einki um, hví skipið fekk
slagsíðu hendan dagin.
Silver Fjord bygdur á Skála
Her liggur Silver Fjord við slagsíðu út fyri havnini í Slite á
Gotlandi í desember í fjør
Silver Fjord er fyrrverandi Star Saga, sum er bygd á Skála
Skipasmiðju í 1984
vikublaðið
kunningarstovan í Fuglafirði tel. 737715
kunningarstovan í Runavík tel. 417060