hósdagur 26. juni 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2 EYSTANSTEVNAN 2008 Sosialurin 26. juni 2008
Vælkomin á Eystanstevnu!
G
óðu stevnugestir. Farið
er um longsta dag, og
vit hava hásummar. Fleiri
summarstevnur hava longu
verið, og komandi vikuskifti
er tað Runavíkin sum bjóð
ar gestum vælkomnum á
eeystanstevnu.
F
yrsta eystanstevnan var
hildin í 1961, og hevur
hon síðan verið hildin á
hvørjum ári.
A
t fyrireika eina stevnu
er ógvuliga krevjandi,
og serliga nú so nógv
onnur tiltøk eru at fara til.
S
erliga er kappingin hørð
frá teimum ymisku
festivalunum sum eru runt
um í landinum. Tað veri
seg báta ella tónleika
festivalar.
M
eðan tær fyrstu
stevnurnar fyri tað
mesta vóru skipaðar sum
ymisk ítróttartiltøk, so
verður nógv meira gjørt
burturúr í dag.
H
yggja vit eftir skránni
fyri eystanstevnuna í
ár, má sigast at sera nógv
er gjørt burturúr. Her kann
av sonnum sigast, at her er
nakað fyri øll. Umframt
kappróður og formula
fótbólt, so er nógv annað á
skránni bæði til gaman og
álvara.
Í
ár telur kappróðurin við í
kappingini um
føroymeistarheitið, og nú
so tætt er millum fremstu
bátarnar, kann vantast at
nógv fólk kemur at hyggja
eftir kappróðri. Eisini er
spennandi formuladystur á
skránni.
F
yrireikararnir, ítróttar
feløg og skótar, hava
lagt allar kreftir í, fyri at vit
fáa eina so góða stevnu
sum møguligt. Vónandi
koma nógvir gestir á vitjan,
so vit kunnu gleðast um
eitt gott úrslit, tá vikuskiftið
er av.
Hjartaliga vælkomin á
eystanstevnu!
Runavíkar kommuna
Runavíkar kommuna ynskir
øllum eina góða Eystanstevnu
Hans Jacob Lamhauge, borgarstjóri