hósdagur 26. juni 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 121 - 26. juni 2008
Norska Løva í bygdasavni
Ígjøgnum nógv ár hevur innsavningin av lutum og myndum vaksið
um savnið, og í dag er Bygdasavnið Forni á Glyvrum bæði umfatandi
og áhugavert. Húsið er innrættað við eini gamlari stovu frá 1874,
gamal handil frá fyrsta helmingi av farnu øld, gamal køkur og gamalt
kamar – alt við tilhoyrandi innbúgvi. Á framsýningini eru bæði
fornlutir og myndir. Lutirnir, sum eru at síggja, eru m.a. amboð,
brúkslutir og innbúgv. Nógvu gomlu myndirnar vísa t.d. dagligt yrki,
hús og bátar. Á Eystanstevnu er opið leygardagin og sunnudagin frá
kl. 15.00 til 19.00. Í samband við at leitað verður aftur eftir Norsku
Løvu, hevur Forni framsýning um Norsku Løvu hangandi uppi.
Strandferðslan mælir
staðiliga frá at Smyril
fer at sigla í vetur,
uttan at stabilisat
orarnir eru gjørdir
aftur, men tað vildi
fíggjarnevndin hjá
Løgtinginum ikki játta
pening til. Sum støðan
er nú, fáa vit ikki brúkt
stabilisatorarnir, tá
ið veðrið er ringt,
sigur stjórin á Strand
ferðsluni
Suðuroyar
Siglingin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit mæla avgjørt frá, at
Smyril fer at sigla ein vetur
afturat, uttan at stabilisator-
ararnir eru umvældir.
Hesi greiðu boð hevur
landsstýrið fingið frá leiðsl-
uni á Strandferðsluni.
Stabilisatorararnir
á
Smyrli hava eitt álvarsligt
brek og teir eru í so ringum
standi, at beinanvegin veðr-
ið er eitt sindur ringt, fáa teir
ikki brúkt teir, hóast tað akk-
urát er tá, at mest er brúk
fyri teimum.
- Sum støðan er nú, fáa
vit ikki brúkt stabilisatorar-
arnir, beinanvegin vindurin
fer upp á einar 15-20 metrar
um sekundið og tað er ikki
serliga nógv um veturin,
sigur Dánjal Andreasen,
stjóri á Strandferðsluni.
- Vit kunnu altíð sigla,
men við ongum stabilisator-
um, rullar hann so illa, at
eg vænti ikki, at tað vera
serliga nógv ferðafólk, sum
fara at ferðast við, leggur
hann afturat.
Hann sigur, at Strand-
ferðslan noyðist at vera
fyrivarin og at lata vera við
at brúka stabilisatorararnar,
tá ið tað er nakað at í sjón-
um, tí skuldi tað hent, at
teir brotna, ímeðan teir eru
úti, sleppur Smyril ikki at
bryggju aftur.
- Teir kunnu fáast inn við
kortini, men tað er als ikki
nakað, sum gerst í eini
handavending og so noyðast
vit at avlýsa túrar.
Tola ikki trýstið
Stjórin á Strandferðsluni
sigur, at tað er nógv, sum
bendir á, at stabilisatorarar-
nir eru ov veikir frá fyrstan
tíð og tí tola teir ikki trýstið,
sum er á teimum, tá ið tað
er nakað at á sjónum.
Trupulleikin er, at tað eru
nakrir boltar, sum halda ein-
um
flansatetningi
uppá
pláss, brotnað í bæði borð.
Hetta er eitt brek, sum
varð staðfest síðsta vetur og
tá ið Smyril var í dokk í
heyst,
varð
trupulleikin
kannaður.
Tá varð brekið umvælt,
men tá ið Smyril aftur kom
í vánaligt veður í vár, tók
sami trupulleiki seg upp
aftur.
Smyril hevur havt trupul-
leikar við stabilisatorunum
líka síðani hann kom í
2005, men samanborið við
síðsta vetur, sær trupulleikin
nú út til at verða versnaður.
- Vit hava roynt at hildið
stabilisatorunum í drift við
tað at kavarar hava javnan
verið niðri og umvælt brek-
ini so hvørt.
Men hetta hevur verið eitt
tungt og dýrt arbeiði og til-
samans hevur tað kostað
Strandferðsluni eina millión.
Ein endalig loysn
Tí er Strandferðslan nú
vorðin samd við Mitsubishi
verksmiðjuna í Japan, sum
hevur gjørt stabilisatorarnir,
um at seta Smyril í dokk
fyri endaliga at fáa staðfest
og umvælt brekið.
Garantitíðin er farin, men
avtalað er gjørd um at verk-
smiðjan
betalir
allar
útreiðslur í samband við
eykalutir til finnurnar.
Men harafturat koma so
útreiðslur til sjálva dokking-
ina, avloysaraskip, eyka-
manning o.s.fr.
Tilsamans verður mett, at
arbeiðið fer at kosta góðar
8,8 milliónir.
Hetta gjørdi Strandferðsl-
an lógmálaráðnum vart við
áðrenn fíggjarlógin varð
samtykt, men upphæddin er
ikki sett á fíggjarlógina.
- At klára so stóra eyka-
útreiðslu av okkara vanligu
játtan, er ikki hugsingur um,
staðfestir Dánjal Andreasen.
Nú hevur Strandferðslan
so enn einaferð gjørt vart
við trupulleikan og serlig
umsókn varð send fíggjar-
nevndini, nú eftir, at løg-
tingið er farið í summarfrí.
Men fyri at fíggjarnevndin
skal ganga slíkum umsókn-
um á møti, krevst, at talan
er um bráðkomna og bráð-
neyðuga útreiðslu og tað
metti
ein
partur
av
fíggjarnevndini ikki at hetta
var og blokeraði tískil fyri,
at umsóknin varð viðgjørd.
- Hetta kemur heilt ómeta-
liga illa við, heldur stjórin á
Strandferðsluni.
Hann sigur, at Strand-
ferðslan hevur gjørt eitt
stórt arbeiðið fyri at finna
dokk til Smyril í heyst og
eitt hóskandi avloysaraskip.
- Í hesum sambandi var
ein góð avtala gjørd við dokk
í Fredericia í Danmark í okto-
ber og vit høvdu gjørt avtalu
við St. Ola um at loysa av
ímeðan Smyril var í dokk.
Mett verður at arbeiðið
fer at taka einar tvær vikur.
- Men vit skulu geva enda-
ligt svar hesa vikuna og
sum støðan er nú, mugu vit
geva avlýsa bæði dokk og
avloysaraskip.
Alvorlig misskiljing
Dánjal Andrasen sigur, at tað
er alvorliga misskilt at siga,
at hetta ikki hevur skund.
- Tað kann taka fleiri mán-
aðir at fáa avtalu um dokk-
ing og avtalu um avloysara-
skip og at fáa hesi bæði at
passa saman og mugu vit
avlýsa tilboðið, vit nú hava,
er als ongin trygd fyri, at
fáa eitt brúkiligt tilboð aftur
í ár.
Samstundis er vandi fyri,
at umvælingin verður væl
dýrari, tí avtalan, vit hava
nú, er ógvuliga góð.
Fáa vit ikki tað, er avleið-
ingin, at Smyril fer at sigla
við ongum stabilisatorum,
tá ið tað veðrið versnar eitt
sindur og tað er mest brúk
fyri teimum.
Sjálvur metir hann, at tá
ið vindurin fer upp um 15-
metrar um sekundið, fer
ikki at bera til at brúka stab-
ilisatorararnar.
- Tað er ongin vandi fyri
trygdini, tí skipið kann altíð
sigla, men við ongum stab-
ilisatorum, rullar hann nógv
verri og eg vænti ikki, at
tað verður nógv ferðafólk,
sum hætta sær við.
Hann lovar kortini, at tá
ið tað hendir, at stabilisator-
ararnir ikki verða brúktir,
verður kunnað væl og virði-
liga um tað, so at ferðafólk
sjálvi fáa tikið støðu.
- Men enn verri er tað,
skuldi tað hent, at Smyril
verður noyddur av avlýsa
ferðir, tí tað er nógvur farm-
ur til og úr Suðuroy, eisini
fiskur til virkini í oynni og
av virkjunum aftur, sigur
Dánjal Andreasen.
Siglingin hjá Smyrli
í vanda í vetur
Verður brekið umborð á Smyrli ikki
umvælt, verður hann noyddur at sigla
við ongum stabilisatorunum ein stóran
part av tíðini í vetur, sigur stjórin
á Strandferðsluni, men enn hava
politikararnir ikki viljað játtað pening
til umvælingarnar