Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 26. juni 2008 EYSTANSTEVNAN 2008 7 Eftir at hava húsast í Lynggøtu í Havn seinastu 24 árini, er avgerð nú tikin um, at Blákrossheimið skal flytast inn á Skálafjørðin, til eitt øki í Nes kommunu. Arbeitt verður í løtuni við fíggingini. Og tað stendur ikki á við tí positiva viljanum Fráhald Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Runavík: 10 mió krónur! Hetta er kostnaðurin fyri byggingini av nýggja heimi­ num, sum hereftir fer at skapa betri umstøður fyri viðgerð av misnýtarum av rúsevnum. Hetta veit aðalskrivarin í Bláa Krossi, Hjalmar Hansen eisini. Og hann er fult greiður yvir, at hetta er nógvur peningur at útvega hjá einum slíkum felagsskapi. Men vónirnar at fáa ta neyð­ ugu fíggingina til vega eru góðar: Av teimum 10 mió krónunum, er ætlanin at fáa minst 6 mió til vega sjálvi. ­ Fáa vit hetta, so eru sam­ stundis útlit fyri at byggingin ikki verður ein ov stór fíggjarlig byrða fyri okkum, staðfestir aðalskrivarin. Á skrivstovu sínari í bygningi­ num hjá Hotel Runavík í Runa­ vík hanga tekningar og upp­ lýsingar yvir, hvussu nýggja Blákrossheimið kemur at síggja út. Her er týðiligt at síggja, at endamálið við heiminum er at hækka støðið á viðgerðini og at geva bæði starvsfólki og teim­ um, sum koma til viðgerð bestu umstøður. Enn er kortini einki sagt um, nær farið verður av álvara undir sjálva byggingina ella nær heimið skal verða liðugt. Eingin ivi man vera um, at tey í Bláakrossi munnu meta, at málið hevur skund. Tað ber yvirskriftin í greinini á stóru myndini eisini boð um. Góð móttøka Samstundis sum Bláikrossur hevur arbeitt við tekningunum til nýggja viðgerðarheimið ovarlaga á Nesi, hevur verið arbeitt við fíggingini. Hetta hevur millum annað verið gjørt við eini áheitan á allar kommunur í landinum um at veita stuðul til byggingina eftir einum ávísum lykli. Her verður heitt á kommun­ urnar um at lata eina ávísa upphædd eftir fólkatalinum, og er hetta málið nú til viðgerðar úti í teimum ymisku kommununum kring landið. Umboð fyri Bláa Kross hava haraftrat havt fundir við tær flestu av teimum størru kommunum, har ætlanin er løgd fram. ­ Móttøkan, sum vit hava fingið hevur verið sera góð, sigur Hjalmar Hansen. Kommunur stuðla Blái Krossur hevur fingið játtan um stuðul frá fleiri kommunum ymsa staðni kring landið. Seinast vit frættu høvdu hesar seks kommunur, ið eru ymiskar í stødd og vavi, latið stuðul til nýggja Blákross­ heimið: Skúvoy, Funningur, Leirvík, Sjóvar, Runavík og Porkeri. Men ikki er óvist, at enn fleiri fara at veita teimum stuðul, nú bygdaráð og býráð fara at hava seinastu fundir sínar fyri summ­ arfrítíðina. Tað eru kortini ikki bert kommunur sum fáa møguleika at stuðla byggingini. Bæði grunnar, fyritøkur og ein­ staklingar hava fingið og fáa eisini áheitan um stuðul. Longu nú er greitt, at EIK­ grunnurin hevur játtað 100.000 krónum til verkætlanina. Stórfingin gáva Eftir at avgerð varð tikin um, at byggjast skuldi nýtt Blákross­ heim, hevur verið hugt eftir, hvar besta plaseringin mundi vera. Komið varð fram til, at eitt øki ovarlaga á Nesi var væl­ egnað til eitt slíkt endamál, og síðani fóru samráðingar í gongd millum kommununa og felagsskapin. Avgerð varð tikin um, at byggja heimið her, og hevur Nes kommuna síðani víst Bláa Krossi slíka vælvild, at tey hava latið felagsskapinum eitt planerað økið uppá omanfyri 2000 fermetrar til ætlanina. Ein gáva sum henda er helst verd eina slaka millión í krónum og oyrum. ­ Hetta eru vit, sum vera man sera takksom fyri, sigur aðal­ skrivarin í Bláa Krossi, Hjalmar Hansen. Betri umstøður til viðgerð av rúsevnum Við Bláakrossi í 104 ár Blái Krossur, sum sá dagsins ljós í 1877, er ein kristiligur fráhalds- og hjálparfelagsskapur, sum nú er virkin í meiri enn 50 londum, serliga í Afrika og Europa. Til Føroyar kom hesin felagsskapurin fyri 104 árum síðani, og hevur í dag hundraðtals limir kring alt landið. Eitt stórt stig í arbeiðinum hjá felagsskapinum var, tá ein í 1984 kundi taka eitt blákrossheim í nýtslu í Havn. At tað er tørvur á einum slíkum heimi vísa hag- tølini hjá felagsskapinum. Í 2007 vóru íalt 170 innleggingar á Blákross- heiminum og var talið av innleggingardøgum slakir 4000 í tali. Í miðal vóru 12,1 fólk inni á heiminum hvønn dag. Pláss er fyri 15 búfólkum, fimm í avrús- ingini og 10 í sjálvari viðgerðini. - Tað er neyðugt at útvega góðar umstøður til tey, ið starvast í viðgerðini og til tey, ið skulu til viðgerð, sigur Hjalmar Hansen, aðalskrivari í Bláa Krossi Mynd: Jens Kristian Vang »Vónirnar at fáa ta neyðugu fíggingina til vega eru góðar: Av teimum 10 mió krónunum, er ætlanin at fáa minst 6 mió til vega sjálvi«