Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 121 - 26. juni 2008 Tey mál, ið løgmaður lovaði at taka upp við danska for­ sætisráðharran á ríkisfundinum í gjár, hanga framvegis óloyst í luftini. Danska støðan í IWC, sum gongur beinleiðis ímóti føroyskum áhugamálum, verð­ ur standandi, og fer at vera ein aftur­ vendandi trupulleiki. Og eingin broyting av støðu Føroya í grønlendsku sjálv­ stýrislógini er í ljós­ mála, sum løgmaður hevur róð framundir Samandráttur av ríkiSfundi Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Tað vóru serliga tvey mál, sum vóru ovast á bredda­ num, tá árligi ríkisfundurin var á skránni í gjár. Annað var danska støðan í IWC, og hitt var tilsipingarnar til Føroyar í grønlendsku sjálv­ stýrislógini. Danska stjórnin trumfað av fólkatinginum Í málinum um IWC hevur Per Stig Møller boðað frá, at danska umboðið í altjóða hvalaveiðunevndini IWC fer at atkvøða fyri einum uppskoti um at skipa eitt friðingarøki fyri stórhvala­ veiðu í Suðuratlantshavi. Hetta er beinleiðis í and­ søgn við ynskið hjá før­ oyska landsstýrinum, sum vil stuðla burðardyggari veiðu av tí livandi tilfeingi­ num í havinum, heldur enn at stuðla banni av hvalaveiðu í ávísum økjum. Orsøkin til at danska stjórnin hevur broytt støðu í hesum máli er, at ein meiri­ luti í fólkatinginum hevur álagt uttanríkisráðharranum at stuðla hesum uppskoti­ num, sum Argentina, Brasil­ ia og Suður Afrika høvdu ætlanir um at leggja fram. Tað hevur altíð eydnast okkum at finna fram til eina felags støðu í IWC, men tað hevur ikki altíð verið lætt hjá Danmark at havt hesa støðu, tí at tað merkir, at vit ikki hava somu støðu sum hini ES­londini, segði Anders Fogh Rasmussen. Og Danmark hevur verið undir trýsti frá hinum ES­ londunum, sum hava strongt á fyri at ES skal hava eina felags støðu í hvalaveiðu­ málum. Higartil hevur Dan­ mark ligið í buktini orsakað av føroyskum og grøn­ lendskum áhugamálum, og tað er ikki fallið í góða jørð í Bruxelles. Hetta er óivað ein av orsøkunum til, at fólkatingið nú hevur sett uttanríkis­ ráðharran uppá pláss og álagt honum at fylgja tí europeisku linjuni á árs­ fundinum hjá IWC, sum er í Chile hesa vikuna. Anders Fogh Rasmussen royndi eisini at bera svarta­ per víðari til Norðuratlants­ bólkin á fólkatingi. Hann segði, at Norðuratlantsbólk­ urin skuldi gjørt sína ávirk­ an galdandi í sínum egna valbólki, har møguleiki er fyri at ávirka t.d. social­ demokratarnar, sum hava broytt støðu í hesum máli­ num. Hendan kritikkin vil Sjúrður Skaale, fólkatings­ umboð, ikki hava sitandi á sær. Hann sigur í viðmerking í dag, at hann hevur gjørt sítt ítarsta til at ávirka donsku støðuna á fólkatingi í hesum prinsipiella máli ­ men til fánýtis. Og tað er eingin ivi um, at vónbrotið verður sera stórt í Føroyum, um Dan­ mark nú fer at bróta avtal­ una og siðvenjuna um, at danska stjórnin skal fylgja okkara ynskjum í IWC. Før­ oyska støðan er sum kunn­ ugt, at røtt umsiting av hav­ sins tilfeingi er ikki friðing, men burðardygg veiða. Men danska stjórnin talar og atkvøður jú vegna føroy­ ingar í IWC – vit hava onga rødd og onga atkvøðu. Tí er greitt, at viðurskiftini versna, um meiriluti fólka­ tingsins stendur við sítt krav, sigur Sjúrður Skaale í viðmerking til forsætisráð­ harran. Trupulleikin við avtaluni millum landsstýrið og donsku stjórnina er, at danska stjórnin ikki kann garantera, at hon kann halda sín part av avtaluni, tí tað kann altíð henda, at hon kemur í minniluta í hvala­ veiðumálum á fólkatingi, og so mugu føroysk áhuga­ mál víkja. Spurningurin er tí, hvat virði tann sokallaða avtalan hevur, tá hon í hvørj­ um einstøkum føri hongur í einum klønum trá á Christ­ iansborg. Hinvegin er tað sera iva­ samt, um júst hetta upp­ skotið um eitt friðingarøki í Suðuratlantshavi hevur nakran praktiskan týdning fyri føroyingar. Harafturat verður uppskotið neyvan samtykt, tí at ein slík broyt­ ing krevur ein meiriluta, sum telur tríggjar fjórðingar av atkvøðunum á IWC fundinum. Grønlendska sjálvstýrislógin onga ávirkan Fleiri limir í føroysku uttan­ ríkisnevndini hava eisini sett spurnartekin við, at Før­ oyar verða nevndar í grøn­ lendsku sjálvstýrislógini. Tað at Føroyar verða nevndar í grønlendsku sjálv­ stýrislógini er ikki úttrykk fyri, at tað skulu henda nakrar broytingar í støðu Føroya í ríkisfelagsskapi­ num. Bakgrundin fyri hes­ um er, at vit í dag hava eina uttanríkispolitiska heimild­ arlóg fyri Føroyar og Grøn­ land, sum gevur møguleika fyri, at Føroyar og Grønland í felag kunnu samráðast ríkisins vegna í málum, sum viðvíkja Føroyum og Grønlandi. Í hesum føri taka vit ta grønlendsku heimildarlógina og leggja hana óbroytta inn í sjálv­ stýrislógina. Tað er natúr­ ligt, at heimildarlógin verð­ ur løgd inn í sjálvstýrislóg­ ina, og tað henda ongar broytingar fyri Føroyar, tí Føroyar hava staðið í tí grønlendsku uttanríkispolit­ isku heimildarlógini, og nú standa Føroyar í tí grøn­ lendsku sjálvstýrislógini. Hetta segði danski for­ sætisráðharrin á tíðinda­ fundinum. Hann sá tí ikki nakra orsøk yvirhøvur at broyta grønlendsku sjálv­ stýrislógina, sum kemur til atkvøðugreiðslu í heyst. Hann lovaði tó, at grøn­ lendska lógin verður send til hoyringar í Føroyum tíð­ liga í heyst. Kári á Rógvi úr Sjálv­ stýrisflokkinum, sum er limur í uttanlandsnevndini, skrivar í lesarabrævi í dag, at grønlendska sjálvstýris­ lógin kann fáa avleiðingar fyri støðu Føroya í ríkis­ felagsskapinum. Vandamálið fyri Føroyar er í stuttum, at møguleikar og mannagongdir verða skeivt lýstir ella ásettar í álitinum og í uppskotinum frá hesi donsk­grønlendsku nevndini. Uppskotið er nógv verri enn tær tíverri staðfestu heimildarlógirnar, skrivar Kári á Rógvi. Verður henda skipan samtykt, verður heilt vist brúkt ímóti okkum, at fólka­ tingið, landstingið og enntá grønlendska fólkið jú hava staðfest, at ytru mørkini í ríkinum eru hesi og hesi – tí kunnu føroyingar ikki krevja nakað meira, stað­ festir Kári á Rógvi. Forsætisráðharrin kann tí vænta sær nakrar atfinn­ ingarsamar viðmerkingar, tá lóginverður send til hoyringar í Føroyum. Út­ sagnirnar hjá forsætisráð­ harranum í málinum um grønlendsku sjálvstýrislóg­ ina benda tó á, at tað verður sera torført hjá føroyskum politikarum at fáa ávísar orðingar í lógini broyttar. Samanumtikið hanga hesi bæði málini framvegis í luftini. Málið um IWC fer at vera ein afturvendandi trupulleiki, og danski for­ sætisráðharrin sá onga orsøk til at ganga føroysku ynskjunum í sambandi við grønlendsku sjálvstýrislóg­ ina á møti. Nógv fólk á útoyggjastevnu Mykinesfólk síggja fram til útoyggjastevnuna í vikuskiftinum. Mett verður, at tað koma eini 800­1.000 til oynna í samband við stevnuna. Tað skal nógvur proviantur til, tá ið eitt so stórt tiltak sum tá ið útoyggjastevnan verður hildin. Rutubáturin Brynhild hevur í fleiri dagar silgt fullfermdur við provianti til Mykinesar, tí væntandi verða einir 1.000 munnar at metta. Myndin er tikin í gjár, tá Brynhild lá klár at fara vestur, og har fóru eisini fleiri ferðafólk við, sum ætlaðu sær á útoyggjastevnuna. Sum vera man vóna mikinesfólk, at veðrið verður til vildar. Vánaligur fiskiskapur Bæði snellubátarnir og teir smáu línubátarnir lata illa at fiskiskapinum. Allastaðni verður sagt sagt frá vánaligum fiskiskapi, tí eru eisini fáir bátar á floti, tó so ­ onkur hevur fingið onkran hampuliga dag. Hesa tíðina eru tað fleiri, sum plaga at royna kalvalínuna, men kalvin er ringur at selja, og prísurin hevur onkran dagin verið niðanfyri 40 krónur fyri kilo. Ósemjurnar hanga framvegis í luftini Anders Fogh Rasmussen, Jóannes Eidesgaard og Hans Enoksen høvdu ríkisfund í gjár. Málið um donsku støðuna í IWC og málið um at Føroyar eru nevndar í grønlendsku sjálvstýrislógini vóru fyri á fundinum, men lítið røkist fyri konkretum loysnum í bræði Mynd: Jens Kr. Vang