Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 121 - 26. juni 2008 Samstarvsavtalan, sum Elektron í dag hevur gjørt við BEC, merkir, at danska felagið hereftir skal veita føroysku peningastovnunum tær tænastur, sum Elektron hingartil hevur veitt. Elektron skal hinvegin nú veita KT-tænastur til Bankernes EDB Central SAMSTARV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er eingin loyna, at før­ oysku peningastovnarnir í mong ár hava havt eitt ynski um, at flyta sítt virksemi inna KT­økið av landinum. Seinast roynt varð, løgdu politikararnir seg ímillum og steðgaðu ætlanunum, men síðani er lógin um per­ sónsupplýsningar broytt, so nú er eingin forðan longur fyri, at KT­virksemið hjá bankunum verður flutt til Danmarkar. Niels Christian Nolsøe, stjóri í Elektron, sigur, at avtalan gevur KT fyritøkuni nýggjar, stórar møguleikar at specialisera seg,, sam­ stundis sum avtalan er lop­ fjølin hjá fyritøkuni út í heim. ­ Nú BEC yvirtekur før­ oysku peningastovnarnar frá okkum, gevur hetta okk­ um møguleikar at menna fyritøkuna innan serstøk øki, samstundis sum vit ger­ ast sjónlig uttan fyri land­ oddarnar. Og tá verður tað lættari hjá okkum at lokka starvsfólk til okkum, nakað, sum stórur mangul annars er á, sigur Niels Christian Nolsøe. Hann vísir víðari á, at Elektron frá at hava fýra kundar nú í staðin fáa 75. Eisini Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka og nevndarformaður í Elektr­ on, er væl nøgdur við nýggju samstarvsavtaluna millum Elektron og BEC. ­ Sjálvt um avtalan í fyrstu syftu gongur yvir átta ár, so er tað lagt upp til eitt varandi samstarv. Og hetta gevur Elektron stórar og nýggjar møguleikar, tí føroyski marknaðurin er lítil. Nýggjar avbjóðingar standa fyri framman, tí virk­ semið hjá bankunum økist. Fyri fáum árum síðani var virðisbrævahandil næstan ikki til, einki virksemi var uttanlands og bankarnir vóru ikki børsnoteraðir, segði Marner Jacobsen. Hann fjaldi kortini yvir, at fyri bankarnar fer flyting­ in at merkja ein bíligari rakstur, og tað vigaði tungt í avgerðini. ­ Men í heila tikið er her talan um eina win­win støðu. Tí samstundis sum peninga­ stovnarnir fáa eina bíligari loysn, letur avtalan dyrnar upp fyri Elektron út í heim, sigur Marner Jacobsen. Einans fyrimunir Nevndarformaðurin í Elek­ tron vísti víðari á, at tað er ógvuliga trupult at fáa fatur á dugnaligum KT­starvs­ fólkum. ­ Møguleikarnir eru ógvu­ liga avmarkaðir. Tað er onga aðra staðni enn í Før­ oyum, at tú finnur KT­ starvsfólk, sum kenna danska marknaðin og sam­ stundis tosa danskt, sigur Marner Jacobsen. Eisini forstjórin í BEC, Leo Svendsen, fegnaðist um, at føroysku bankarnir nú hava gjørt av at gerast limir í felagnum. ­ Við at fáa teir fýra før­ oysku peningastovnarnar aftrat teimum 71, sum framman undan eru í BEC, gerast vit enn sterkari. Tað sum vit leggja serligan dent á er, at okkara tænastur skulu verða betri og ikki minst bíligari enn hjá øðr­ um, og tann møguleikin er størri nú, tá vit hava dagliga atgongd til Elektron, sigur Leo Svendsen. Krøvini frá kundunum er mong og ymisk, og tað krev­ ur, at útboðið av tænastum hjá BEC er ógvuliga breitt. Og hetta er nakað, sum kem­ ur at koma føroysku pen­ ingastovnunum og harvið kundunum til góða. Breiða útboðið hjá BEC merkir millum annað, at peningastovnarnir skjótari kunnu laga seg til broytt lógar­ og sektorkrøv. ­ Flytingin yvir til BEC­ skipanirnar er ein sera stór KT­verkætlan í sær sjálvum, og krevur nógv fólk við hollari vitan. Arbeiðið byrj­ ar nú og tekur umleið eitt ár, sigur Niels Christian Nolsøe. Peningastovnar flyta til Danmarkar Skulu útflyta vatn Býráðið í Hafnarfirði í Íslandi samtykti fyrr í vikuni at geva felagnum Glacier World loyvi at taka vatn á einum staði í kommununi og at flyta tað av landinum í bingjum ella tangaskipum. Sambært Morgunblaðnum eru tað íleggjarar í Saudiarabia, sum standa aftan fyri verkætlanina. Borgarstjórin í Hafnarfirði, Luðvík Geirsson, sigur við blaðið, at felagið ætlar at byggja eitt áfyllivirki í kommununi, og at har verða umleið 50 arbeiðspláss. Umboð fyri føroysku peningastovnarnar, Elektron og BEC. Frá vinstru: Marner Jacobsen, forstjóri í Eik og nevndarformaður í Elektron, Rúni Heðinson, varastjóri í Suðuroyar Sparikassa, Niels Christian Nolsøe, stjóri í Elektron, Leo Svendsen, forstjóri í BEC, Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka og Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa Mynd: Eirikur Meitilberg Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron, og Leo Svendsen, forstjóri í BEC, skriva undir samstarvsavtaluna Mynd: Eirikur Meitilberg Fólkatalið á útoyggj minkað Størsta minkingin er á Stóru Dímun, har fólkatalið er farið úr 11 niður í 8 fólk. Útoyggjarnar hava tað ikki gott, fólkatalið á útoyggjunum er farið niður við 3,6 prosentum frá 1. januar til 1. mai í ár ­ ein minking upp á 12 fólk fyrstu fýra mánaðirnar í ár. 1. januar búðu 333 fólk á útoyggjunum, 1. februar var fólkatalið 329, 1. mars 323, 1. apríl 320 og 1. mai 321. Heldur henda gongdin fram, so ganga ikki nógv ár, til tað er øskukalt nógvastaðni. Í Skúvoy er minkingin eitt fólk, Stóru Dímun trý fólk, Hesti tvey fólk, Húsum eitt fólk, Svínoy eitt fólk og á Kirkju eitt fólk. Fólkatalið er óbroytt fyrstu fýra mánaðirnar í: Mikladali Trøllanesi, Syðradali, Koltri og Myki­ nesi. Tað er bara í Hattarvík, at fólkatalið er økt ­ økingin er eitt fólk.