Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 EYSTANSTEVNAN 2008 Sosialurin 26. juni 2008 Tað gekst sera væl hjá NSÍ-fótbóltinum í fjør, og vónirnar eru góðar fyri hetta árið eisini. – Hesi úrslitini koma ikki sær sjálvum, men vit eru í teirri hepnu støðuni at eiga fólk, sum veruliga brenna fyri felagnum, sigur formaðurin í NSÍ, Piddi Hansen Fótbóltur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Runavík: - Tú burdi heldur tosað við allar tær mongu eldsálirnar, sum vit eiga í NSÍ. Tað eru hesar, sum veruliga halda felagnum uppi, sigur NSÍ-formaðurin. NSÍ er í dag eitt sera virkið fótbóltsfelag, sum hevur hundraðtals leikarar og oman fyri 600 fólk sum limir. Her krevst at arbeiðið er væl skipað allan vegin - frá teimum ið stríðast á vølli og til øll tey, ið tryggja umstøðurnar fyri at felagið kann stabiliserast og menna seg í framtíðini. Ein teirra, sum fegin vil taka eitt tak á hesi leið er júst Piddi Hansen, sum hevur stóran áhuga fyri fótbólti og ítrótti í síni heild. Umframt hetta hevur hann íðkað nógvar aðrar ítróttar- greinar, og hevur millum ann- að róð kapp við Tjaldrinum og Eysturoyingi. Nú er tað altso NSÍ fótbóltur, sum stendur ovast á skránni á ítróttarligu dagsskrá hansara. - Hetta kann mangan vera eitt strævið arbeiði, men hin- vegin er tað sera áhugavert. Serliga nú, ið tað gongur so væl hjá Formulaliði okkara, sigur hann. Stórar avbjóðingar At Piddi gjørdist formaður í ein- um av stóru ítróttarfeløgunum í Føroyum í fjør, var kanska ikki so løgið og heilt av tilvild: Áhugin fyri at stjórna einum ítróttafelagi var í fyrsta lagi til staðar, eins og tørvur var hjá felagnum at fáa ein virknan formann, sum kundi føra felagið longur fram á leið. Arbeiðið fram ímóti hesum postinum, varð í roynd og veru sparkað í gongd longu tíðliga á heysti árið fyri at hann varð valdur til formann. - Ja, tað vóru fleiri ið vendu sær til mín við fyrispurningi um hetta “starvið”. Eg hugsaði um tað eina tíð og játtaði so. - Tá so aðalfundurin var í fjør vár, tók eg við hesi avbjóð- ingini, sigur Piddi, sum nú er farin í holt við annað skeið sítt sum formaður. At hann valdi at gerast for- maður í NSÍ, hevur tí tvinnand- ar orsøkir: Stóri áhugi hansara fyri ítrótti og felagsarbeiði. Og tí at er lógu nógvar spennandi avbjóðingar fyri framman. 1000 áskoðarar Heilt síðani NSÍ varð stovnað hava eldsálir gjørt eitt ómeta- liga stórt arbeiði, til tess at felagnum kundi vera lív lagað – og ikki minst menna seg dag frá degi. Eitt slíkt arbeiði verður ikki gjørt eftir einum ári, men her er talan um eina tilgongd, hvørs úrslit ein ikki altíð sær árið eftir ella annað árið eftir. - Í dag kunnu vit bara stað- festa, at felagið er vaksið ótrúliga nógv. Men ikki bert tað: NSÍ er eisini vorðið til eitt felag sum øll herinni eru sera góð við, slær Piddi fast. Hetta sær ein aftur í teimum mongu trúføstu viðhaldsfólk- um, sum møta upp til heima- dystir, og sum eisini ferðast við liðnum, tá teir spæla á útivølli. Til ein heimadyst fer talið av áskoðarum sjáldan niður um 300, men so uppliva tey eisini at heili 1000 fólk eru til ein fótbóltsdyst við Løkin. Hesi trúføstu viðhaldsfólkini halda seg heldur ikki aftur at taka eina hond í fyri felagið, tá talan er um smærri og størri uppgávur: Tey hava sítt egna viðhalds- felag og felagsskap í felagnum Guliganz, eins og tveir at ídnu NSÍ’arunum, Jonhard Hansen og John Andersen skipa sendingina Vespureiðrið sum verður send á Rás 2 hvørja viku – bara fyri at nevna nakað av stóra arbeiðinum í felagnum. - Og so uppliva vit eisini tað gleðiliga, at vinnulívið hevur stuðlað okkum sera væl, slær Piddi Hansen fast. Gott 2007 Tað hevur sjálvandi sín fyrimun at tað gongur væl innanveggja í felagnum. Men úrslitini á vøllinum hava eisini sína ávirk- an. Eitt er so tað, at NSÍ vann FM-heitið á fyrsta sinni í fjør, men líkt er til at felagið hevur eisini megnað at sett ungt fólk við. Hesi fara at kunna føra fótbóltsarvin víðari fram tey komandi árini. Í so máta var fótbóltsárið 2007 eitt gott prógv um breidd- ina í felagnum: Formulaliðið vann sína deild. Tað gjørdu smápiltarnir, og tað gjørdi ung- lingaliðið hjá NSÍ so sanniliga eisini, uttan so mikið sum at tapa ein einasta dyst! - At teir so eisini vunnu steypakappingini er besta prógvið um, at her finnast leik- arar sum dugur er í, staðfestir Piddi Hansen. Út í heim Hægsta ynskið hjá leikarum, áskoðarum og stuðlum man Segði nakar at EB/Streymur er meistari? Felagið NSÍ – Nes Sóknar Ítróttarfelag – varð stovnað av ítróttarhugaðum fólkum í 1957. Nógvir sigrar eru vunnir hesi árini, men kanska tann størsti teirra mundi vera hann, tá Formulalið teirra gjørdist Føroyameistari í fjør. Ætlanin var – og er! – at endurtaka hetta bragdið aftur í ár, men tey fyrstu úrslitini í ár hava ikki bent á tað borðið. Felagið misti nakrar av profilunum frá í fjør, og tað hevur líkasum tikið sína tíð at fáa teir nýggju leikararnar at finna tráðin og máltevið saman við hinum. Í dag kann ein bert staðfesta í at vend er komin í. Sunnudagin í hesi vikuni kundi nevniliga sportal.fo staðfesta, at eftir sigurin á B71 var NSÍ á silvurplássi í Formuladeildini eftir oddaliðið EB/ Streymur. Hetta hendi áðrenn B36 hevði leikt javnleik ímóti ÍF mánakvøldið, tí eftir tann dystin hava NSÍ og B 36 sama stigatal, nevniliga 21, men havnarliðið hevur betri málúrtøku. Mikukvøldið skuldi so HB inn á Skála at spæla, og kundi HB við einum sigri eisini røkka sama stigatali. Á Eystanstevnu skal NSÍ møta nettupp B36. Hesin dysturin verður leiktur sunnudagin og verður av sonnum ein oddadystur. NSÍ plagar at standa seg sera væl til stevnudystirnar, og tí verða góðir vónir settar til henda dystin ímóti B36. Teimum hevði kanska dámt betri at fingið EG/Streymur á vitjan!! Sunnudagin ætlar NSÍ sær at taka eitt – ella rættari sagt: trý! – stig nærri málinum at røkka oddaliðnum úr Sundalagnum. - Eingin skal enn siga, at EB/Streymur longu er Føroyameistari, slær Piddi Hansen fast. - Ítróttur hevur mín stóra áhuga, serliga fótbólturin, sigur formaðurin í NSÍ, Piddi Hansen Mynd: Jens Kristian Vang Øll eru góð v