hósdagur 26. juni 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 121 - 26. juni 2008
Misnøgd tíðindafólk
Í Íslandi eru tíðindafólk misnøgd við, at myndugleikarnir
royndu at avmarka teirra møguleikar at lýsa málið um ta
seinnu ísbjørnina, sum bleiv skotin. Blaðmannafelagið
sigur millum annað í einum skrivi til myndugleikarnar, at
løgreglan stongdi almennan koyriv eg fyri at forða
tíðindafólki at taka myndir av teirri deyðu bjørnini.
Stjórnin hevur sagt, at hon royndi at forða óhepnum
myndum, sum kundu skaða umdømi Íslands úti í heimi.
Nógv mál um
siðamisbrot
Løgreglan á Reykjavíkarleiðini kannaði í fjør næstan 200
mál um siðamisbrot. Av teimum var talan um í 48
neyðtøkur, og í 62 málum var talan um kynsligan ágang
ímóti børnum, skrivar Vísir. Løgreglan kannaði eisini
meiri enn 900 mál um rúsevni. Av teimum vórðu umleið
100 skrásett sum serliga álvarssom, og tað størsta var tað
sokallaða Pólstjørnumálið, ið er tað størsta í Íslandi
nakranmtíð. Løgreglan kannaði eisini tvey morð í fjør.
Eftir 25 ár innan leið
slu, fer Marin Vang frá
sum sjúkrarøktarstjóri
á Landsjúkrahúsinum.
Marin Vang greiðir
frá sínari tíð innan før
oyska sjúkrahúsverk
inum
SjúkrahúSverkið
Bjørk Olsen
bjork@sosialurin.fo
1. juli fer Marin Vang frá
sum sjúkrarøktarstjóri aftan
á átta ár. Marin Vang fór
niður á skúla fyri 35 árum
síðani at lesa sjúkrarøktar
frøði. Í 35 ár starvaðist hon
í Danmark, har av fimm
teirra í Grønlandi. Marin
Vang er nú 62 ára gomul og
hevur seinastu átta árini
verið sjúkrarøktarstjóri á
Landsjúkrahúsinum. 62 ára
gamla Marin Vang dugir
enn ikki at siga, um tað er
lættin ella sorgin, ið fyllur
mest í sinninum. Viðgongdi
sjúkrarøktarfrøðingurin hev
ur eina 25 ára langa roynd
innan leiðslu og fer nú at
geva hesar víðari við at
undirvísa innan leiðslu og
fyriseting.
Marin
Vang
greiðir Sosialinum frá før
oyska
sjúkrahúsverkinum
ígjøgnum sínum egnum
eygum.
Alment og privat
Marin Vang hevur starvast
innan bæði privatum og
almennum sjúkrahúsverk
um og greiðir frá, at tað eru
so at siga teir somu trupul
leikarnar, ið eru.
Tað almenna sjúkrahús
verkið, sum í Føroyum, hev
ur sjálvandi summar forð
ingar, ið ikki høvdu verið,
um sjúkrahúsið hevði verið
privat. Lógirnar og búskap
urin kann vera ein forðing,
um mann ikki dugir at
brúka hesi rætt, sigur Marin
Vang, sjúkrarøktarstjóri.
Ein trupulleiki á Lands
sjúkrahúsinum er, at búskap
urin ikki verður nóg væl
prioriteraður. Í dag fylgir
búskapurin bygnaðin og
ikki sjúklingin. Leiðslan
dugir ikki nóg væl at rað
festa, greiðir Marin Vang
frá. Hon sigur, at sjúkrahúsið
eigur at flyta fokus frá
búskap og leiðslu yvir á
kvalitetssikring og sjúkling,
har evsta ábyrgdin liggur
hjá einum sjúkrahúsi.
Magtkampar
Við nógvum royndum innan
leiðslu, sigur Marin Vang
frá, at ein stór ábyrgd –
kanska ein stórur trupulleiki
hjá nógvum, er at samskifta.
Skapa
samskifti
millum
leiðslu og starvsfólk og sam
skifti ímillum starvsfólk. Er
einki samband millum leiðsl
una og starvsfólkið, koma
magtkamparnar.
À Landsjúkrahúsinum
eru nógvir fakbólkar, og
allir vilja hava ábyrgd og
avgera. Sjúkrarøktarstjórin
greiðir frá, at virkar sam
skiftið ikki í einari slíkari
støðu, sum á Landssjúkra
húsinum, so gongur galið.
Læknarnir eru ein sera
sterkur fakbólkur, tí at tað
ber illa til at fáa nýggjar
læknar, sum nú er. Av tí at
so nógvir fakbólkar eru
samlaðir á einum stað, ber
illa til at umganga kampar,
men samskiftið ger av, hvar
markið gongur.
Alla mína tíð á sjúkra
húsinum hevur verið ein
støðug samráðing millum
leiðslu og starvsfólk, leggur
Marin Vang afturat.
Man sleppur ikki undan,
at ósemjur eru, og tá ið
ósemjan ikki kann loysast, er
tað leiðslan, ið tekur avgerð
ina, og hesa støðuna skal
man royna at sleppa undan.
Á sjúkrahúsinum eru
fleiri løg av leiðslu. Ovast í
landstýrinum, síðan ovasta
leiðslan á sjúkrahúsinum,
deildarleiðararnar o.s.v, og
tí er truplari at samskifta
her enn aðrastaðni.
Ongar mannagongdir
Feildiagnosur og skeivar
viðgerður í føroyska sjúkra
húsverkinum, hoyrir mann
ofta um. Hvussu sær støðan
út?
Eg dugi illa at siga tær,
um tað er verri her enn á
øðrum sjúkrahúsum. Eg
trúgvi, at trupulleikarnir
henda vegna ringa kommun
ikatión. Tá ið sjúklingarnir
skulu inn ella úr skipanini,
skifta á aðra deild ella úr
Klaksvík til Havnar, sigur
Marin Vang. Hon heldur, at
sjúkrahúsini skulu setast
undir einari leiðslu, tí tað
hevði givið samskiftinum
betri sømdir, og hetta heldur
hon vera sera avgerandi.
Av ringari samskifting
ella ongari verða manna
gongdirnar ikki fylgdar upp
sigur Marin Vang. Tað er ov
langt í millum starvsfólkun
um á landsjúkrahúsinum.
Starvsfólkið
Tað er sera trupult at menna
seg á sjúkrahúsinum. Tað
kostar nógv at senda starvs
fólk til Danmarkar, og
starvsfólkið hevur viðhvørt
ikki kent seg viðurkent.
À mínum øki hava vit
arbeitt nógv við útbúgving
arpolitikkinum, og vit hava
fingið eftirútbúgving til hja
rtasjúkrarøktarfrøðingar til
Føroyar, sigur Marin Vang,
sum í eitt tíðarskeið var
stjóri á sjúkrarøktarfrøði
skúla Føroya.
Neileikin hevur eisini
ávirkað
alt
sjúkrahúsið,
sum tað er. Konstantu álop
ini ávirka leiðsluna, sum
lukkar av. Leiðslan er ov
vánalig at brúka krittikin
konstruktivt, greiðir sjúkra
røktarstjórin
frá.
Mann
eigur at duga at brúka álop
ini jaligt, tí at álopini koma
óansæð.
Marin Vang fer nú at geva
sína vitan og royndir frá
sær innan undirvísing. Hon
hevur ikki avgjørt, um tað
verður innan tað privata
ella almenna enn.
Ov lítið samskifti á Landsjúkrahúsinum
Marin Vang fer frá sum
sjúkrarøktarstjóri 1. juli í
ár. Hon hevur starvast á
Landssjúkrahúsinum í átta
ár, men fer nú at royna aðrar
leiðir