Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 26. juni 2008 EYSTANSTEVNAN 2008 11 kortini vera, at NSÍ endurtekur bragdið í fjør og gerst FM- vinnari. - Vit hava sum mál at skula út í Europa at spæla fótbólt. Og tá krevst, at ein hevur eitt stabilt felag sum fær góð úrslit, staðfestir NSÍ-formaðurin. Hann kann haraftrat fegnast um, at felagið hevur leikarar í fýra av okkara landsliðum í fótbólti – U15, U17, U19 og sjálvandi á A-landsliðnum! At felagið er so væl fyri við leikarum kemur ikki av sær sjálvum. Aftur her hava tey verið sera heppin við venjarum í yngru deildunum, tí her finnast so kend fótbóltsnøvn sum Trúgvi Mortensen, Abraham Løkin, Meinhard Dalbúð, Mattias Davidsen og ikki at gloyma Jens Martin Knudsen. Apropos arv, so er tað eisini ein veruleiki at synirnir hjá flestu av hesum monnum eru við á besta liðnum hjá NSÍ ella eru úti í heimi og spæla. - Og tað besta er, at aðrir eru ávegis!, sigur NSÍ-formaðurin. ið NSÍ NSÍ hevur eitt gott lið í Formuladeildini, men tær yngru deildirnar verða heldur ikki gloymdar. Her er eitt piltalið avmyndað í fjør, saman við venjara teirra, tí ikki so ókenda Jens Martin Knudsen. Á myndini eru: Aftast frá vinstru: Birgir Knudsen, Jóan Jakku á Fløtunum, Dánjal Danielsen, Heðin Nielsen, Heri Høj, Jens Martin Knudsen (venjari). Fremst frá vinstru: Sølvi Sigvardsen, Rani Lamhauge, Bjarki Finnson, Sonnni Knudsen, Stefan Løkin Mynd: nsi.fo