Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 26. juni 2008 15 tíðindi Fyri seinastu ferð var próvhandan á verandi fiskivinnuskúla í Vest­ manna. Næstu ferð verður tað í spildur nýggjum hølum PRÓVTØKA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Tað vóru 31 fegnir næm­ing­ ar, sum­ í dag fingu prógv á Fiskivinnuskúlanum­ í Vest­ m­anna. Tey 18 fingu prógv fyri støðisárið innan fiski­ vinnu (SIF­prógv), m­eðan tey 13 seinastu fingu prógv fyri hægri útbúgving innan fiskivinnu (HIF­prógv). Hátíðardám­ur var í góða veðrinum­, og tað fór ikki óansað aftur við borðinum­, at næstu ferð verða prógvini handað í nýggjum­ hølum­. Nakað av fólki var kom­ið sam­an at uppliva handanina, og ein tónleikari setti eyka dám­ á við at spæla undir til felagssangin. Eyðun Leo, varaskúla­ stjóri, leiddi hátíðarløtuna, m­eðan borgarstjórin í Vest­ m­anna, Karl Olsen, helt røðu. Síðani handaði Jákup Andreasen, skúlastjóri, næm­ingunum­ prógv. Sjálvt hátíðarhaldið end­ aði við at Torgunn Johan­ sen, næm­ingur, helt røðu. Eftir tjóðsangin og m­ynda­ tøkur varð boðið inn til ein drekkam­unn. Sum­ nevnt hildu borgar­ stjórin í Vestm­anna, Karl Olsen, og ein av næm­ingun­ um­, Torgunn Johansen, segði som­uleiðis nøkur orð. Hon hugleiddi eitt sindur um­ hesi trý árini, flokkurin hevur strem­bað fram­ ím­óti hátíðardegnum­, tá próv­ handanin fer fram­. »At vera næm­ingur á Fiskivinnuskúlanum­ krevur nógv av hvørjum­ einstøkum­ og tað er ein avbjóðing í sær sjálvum­. Tað eru nógvar ym­iskar lærugreinar at fyrihalda seg til, som­uleiðis nógvir lærarar og ikki at tosa um­ øll húsini, vit hava ferðast ím­illum­«, segði Torgunn Johansen. Hon tosaði eitt sindur um­ tær obligatorisku nám­sferð­ irnar, og hvussu tey kjak­ aðust um­, hvar henda góðs nám­sferð skuldi ganga. »Vit endaðu so við at velja Kina, hetta virkaði næstan óveruligt. Ikki bara fyri okkum­, m­en eisini onn­ ur, sum­ vit tosaðu við trúðu okkum­ ikki og spurdu um­­ aftur, hvar vit skuldu. Men tað óveruliga gjørdist veru­ ligt, í oktober m­ánaði í fjør, høvdu vit beina kós m­óti Kina. Hetta var ein heilt fantastiska góður túrur við nógvum­ upplivingum­ og ikki at gloym­a tem­plum­«, segði Torgunn Johansen. Men skúlagongd er annað enn hugni og nám­sferðir. »Tíðin aftaná jól, hetta triðja árið, hevur verið strævin. Tað hava verið nógvar uppgávur at lata inn og tað hevur sanniliga verið stutt m­illum­ tær. Vit hava, eins og Esm­ar, stríðst og strevast, líka til vit hava fingið stress«, segði Tor­ gunn Johansen. Men alt hetta hevur verið stríðið vert. »Øll eru pyntað og Merk­ ið er vundið í húnar hátt. Hesin dagur er serstakur fyri okkum­. Við hjálp og veg­ leiðing frá lærarum­, fam­ilju og hvørjum­ øðrum­ hava vit fingið ein góða útbúgving, sum­ vit eiga at vera errin av. Allar dyr eru opnar fyri okk­ um­«, segði Torgunn Johan­ sen í røðu síni við próvhand­ anina á Fiskivinnuskúlanum­ í Vestm­anna í gjár. Søgulig próvhandan í Vestmanna Hesi fingu prógv fyri støðisárið innan fiskivinnu (SIF-prógv). Frá vinstru: Joan Müller, Vestmanna, Durita Hansen, Vestmanna, Jógvan A. Vest, Tórshavn, Sóleyð E. Poulsen, Tórshavn, Jóannes Mikkelsen, Vestmanna, Dávur í Dali, Tórshavn, Bára Karlsdóttir, Vestmanna, Heðin Poulsen, Tórshavn, John Johannesen, Vestmanna, Janni F. í Homrum, Kollafjørður, Heidi Gullaksen, Kollafjørður, Fía J. Andreasen, Tórshavn, Bogi Ákason Thomasen, Vestmanna, Meinar Ortind, Tórshavn, Rógvi Jacobsen, Glyvrar. Á myndini vanta Eileen Streymoy, Vestmanna, Anita Arge, Æðuvík og Anna Maria Holm Nolsøe, Argir Hesi fingu prógv fyri hægri útbúgving innan fiskivinnu (HIF-prógv). Frá vinstru: Margit Durhuus, Vestmanna, Arnleyg V. Johansen, Vestmanna, Sunfríð Simonsen, Hoyvík, Torgunn H. Johansen, Vestmanna, Sylvia Berg Johansen, Tórshavn, Bogi Joensen, Strendur, Jóan Karl Joensen, Kollafjørður, Hendrik V. Joensen, Kollafjørður, Hans Pauli J. Hentze, Norðskáli, Birita Sørensen, Runavík, Rebekka O. Berg, Runavík, Lena Bergarsdóttir Poulsen, Hoyvík og Niclas A. Danielsen, Rituvík. Torgunn Johansen helt røðu vegna næmingarnar