Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 26. juni 2008 EYSTANSTEVNAN 2008 15 Veðrið var ikki av tí besta hósdagin í farnu viku, tá næmingarnir í 7. flokki í Tofta skúla tóku súkklurnar fram og skuldu súkkla inn í Skálabotn Súkklur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Toftir: Hóast bæði mótvind og ælaveður, forðaði hetta ikki næmingunum og lærarum teirra at seta sær hetta sum mál. Tey løgdu til brots av Toftum nakað út á fyrrapartin, og høvdu sum mál at røkka Statoil-støðini inni í Skálafirði 18 kilometrar seinni. Har skuldi grill standa á matarskránni. – Vit rokna við, at túrurin fram og aftur fer at taka íalt fýra tímar, sigur Fríði Dam, sum er ein av ídnu súkklaru- num. Saman við Dánjal Jákupi Hansen vóru teir báðir fremstir millum næmingarnar, tá Sosial- urin hitti teir innarlaga í Søldar- firði. Løtu seinni komu tveir dreingir aftrat – Hans Arni Saltá og Trúgvi Hansen, og longur úti vóru hinir næmingarnir eisini á veg inn í »lovaða grillstaðið« innast á langa fjørðinum. Túrurin millum Toftir og Skálabotn er av slíkum slagi, at tað til tíðir gongur undan og til tíðir er mótbrekka. Men hugi- num at súkkla bilti ikki hjá hesum fýra dreingjunum. – Vit hava eisini súkklað av Toftum og til Gøtu, men ta ferðina tók ein lastbilur okkum út aftur til heimbygdina, greiðir Fríði frá. Kondi’in hjá hesum ungu dreingjunum er í góðum standi, tí flestu teirra spæla fótbólt við B68. – Nå, vit mugu fara víðari. Annars blíva vit bara kaldir, søgdu teir fýra við ein munn. Teir fýra ídnu súkklararnir av Toftum – vinstrumegin Trúgvi Hansen, Hans Arni Saltá, Fríði Dam og Dánjal Jákup Hansen Mynd: Jens Kristian Vang Við súkklu inn í Skálabotn Øllum verður ynskt eina góða eystanstevnu Føroysk góðska Hógv framleiðir teir vælumtøktu føroysku ketlarnar, men vit geva eisini tilboð uppá alt innan HVS í sethús og størri bygningar. Vit selja og seta upp ventilatiónsskipanir, hitapumpir og annað. Hógv Handilsvirki www.hogv.fo Niðri á Sand 15 · FO-660 Søldarfjørður Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo