Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 121 - 26. juni 2008 Eftirnavnið í Stóru­ stovu verður í dag mest sett í samband við fótbólt. Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Tað var tann tíð, tá ið hon fyrst og fremst var ímyndin av klippfiski. Henda frásøgnin umfatar fimm grav­ steinar. Hetta er søgan um tey hjá Jóannes í Stórustovu og verfaðir hansara Niclas Andreassen, á Kák. Fyrst fara vit til Jóannes Johannes M. Jacobsen, Jóannes í Stórustovu, nevnd­ ur, var føddur í Havn. Mamma hansara, Anna, var dóttir Michel Michelsen og Siggu Johannesdatter. Anna átti tvey heilsystkin. Johan­ nes giftist við Elsebeth Petersdatter í Syðrugøtu og Poul giftist til Eiðis við Katrine Marie Hansdatter. Ein hálvsystir, Maren Sofie, giftist fyrst inn á Skála og síðan til Víkar. Pápi Jóannes í Stórustovu var Jacob Samuelsen, ætt­ aður úr Hósvík. Jóannes vaks upp í Stóru­ stovu. Hetta vóru eini lítil hús eystanfyri ósan við Eystaruvág, beint yvir av Vertshúsinum. Tað verður hildið, at tað má hava verið uppá spott, at hesi smáu húsini eru kallað Stórastova. Seinni í lívinum bygdi Jóannes húsini við Hoydals­ vegin, sum Esmar Fuglø seinni keypti. Tey svaraðu í hvussu er til navnið! Abbi Johan hevði ikki sæð so nógvan pening Jóannes fór tíðliga til skips við Dauntless við Jens í Dali. Hann tók skiparaprógv í 1895. Tvey ár seinni fekk hann Phebe hjá Jens í Dali at føra. Í 1900 gjørdist hann skipari á Inflexible. Eitt skifti var hann hjálparlærari við skiparaskúlan hjá Jens í Dali. Seinni keypti Jóannes helvtina av Inflexible frá Jens. Jóannes var millum teir bestu at fiska. Eitt árið var hann fiskikongur. Jóannes fór í 1910 í land og gjørdist bókhaldari í Handilsforeiningini og var har til 1919. Síðan gjørdist hann vrak­ araformaður norðanfjørðs. Í 1926 fór hann at keypa klippfisk sum umboð fyri størsta klippfiskainnflytaran í Spania Trueba y Pardo. Tað gekk væl í mong ár. Abbi Johan Norðfoss var systkinabarn Jóannes. Hann fortaldi einaferð frá, at hann hevði sæð inn í pengaskápið hjá Jóannes. Hann hevði ikki í lívinum sæð so nógvar pengar. Tá í tíðini skuldi kanska heldur ikki so nógv til! Hetta gekk væl í fleiri ár. Men ringu tíðirnar í 30­ unum og borgarakríggið í Spania beindi fyri hesum sølumøguleika. Umframt hetta komu revsiatgerðirnar móti Italia vegna herseting­ ina av Etiopia. Tá so Føroya Fiskaexport var stovnað, var liðugt hjá Jóannes á hesum øki. Turkaði fisk So fór Jóannes í holt við fiskaturking. Hann hjálpti mongum at bøta um um­ støðurnar á hesum øki, eisini við at fáa turkihús. Saman við Christian Holm Jacobsen og Zacharias Heinesen fekk hann í lag fiskaturking uppi á Hálsi. Felagið fekk navnið Nabb, her frá stavar staðarnavnið. Hann fekk sær eisini turkihús við goymsluhúsi Yviri við Strond nærindis Tórgarð, har hann búði. Jóannas átti skonnartina Sanna saman við Napoleon Jacobsen á Glyvrum. Hann kom í nevndina fyri mjólkaforsýningina í 1910, tvey ár eftir, at hon var stovnað. Har sat hann til sín doyggjandi dag. Sagt varð um hann, at honum var í kjøti borið at hjálpa og stuðla, har tað var møguligt at fremja okkurt átak. Jóannes var í havna­ nevndini í Havn í 13 ár uttan at vera býráðslimur. Hann var formaður fimm av hesum árum. Hini árini var hann næstformaður. Jóannes var eisini í 30­ unum við til at keypa sild til saltingar yviri á Skipanesi. Karolina vann ein bil Kona hansara Karolina var virkin losjulimur. Í 1946 skipaði losjan fyri eini luta­ seðli, har høvuðsvinning­ urin var ein bilur. Hann vann Karolina. Jóannes og Karolina fingu børnini Maja, Jákup, Niels, Anna og Karl. Maja doyði 14 ára gomul, og hennara gravsteinur er á myndini. Jóannes átti ein beiggja Andreas. Sonur hansara Julian er eisini jarðaður saman við ættini. Tá Niclas gjørdist fráhaldsmaður Carolina var dóttir Niclas á Kák og Maren Sofía f. Carlsen. Presturin Absalon Joensen hevði hesa stuttligu lýsing í Dimmalætting av Niclas De Thorshavnere, som af og til lægger dewres Vej forbi Kongebroen og Müllersbro vil sikkert have let ved at genkende den Mand, hvis Billede staar over disse Linier. Thi Niclas Andreasen færdes dagligt trods sin høje Alder paa Vejene omkring Østrevaag. Der mangler ikke ret mange Aar i de Halvfemsindstyve, siden Niclas Andreasen første Gang saa Lyset en Novem­ berdag i Thorshavn. Og i Thorshavn har han levet hele sin tid. Men Thorshavn som den var dengang og Thorshavn som den er nu, er to højt forskellige Steder. Største parten af Byens Huse laa jo dengang paa den lille Halvø, der skiller Østrevaag fra Vestrevaag. Og hele Stranden lige fra Skansatangen mod Øst omkring Tinganæs og ud til Rundingen mod vest laa endnu dengang uforandret, som den havde været siden Arilds Tid. Meget forandres i en Mands Levetid, siger et gammelt Ordsprog. Dette passer maaske ikke altid og paa alle Steder. Men Niclas Andreasen kan med fuld Ret sige det om Thorshavn i hans Levetid. Men Niclas Andreasen har forstaaet at følge med Tiden. Munter og vel for­ nøjet gaar han sin daglige Runde omkring Østrevaag, Stórastova var pinkalítil Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Gravirnar eru frá vinstru MAJA SOFIE JACOBSEN F. 24-10 1902 D. 11-12 1916 Undir hesum teksti er eitt sálmavers. Niðast stendur ”GUD GØR ALLE TING VEL.” JOHANNES M JACOBSEN F. 26-5-1874 D. 5-7-1941 CAROLINE S JACOBSEN F. 15-1- 1878 D. 2-9-1955 MAREN SOFIE ANDREASEN F.18-10 1844 D. 20-12-1919 SALIGE ERE DE RENE AF HJERTET, THI DE SKULLE SE GUD. Matt. 5,3. JULIAN ANDREASSEN F. 30-9-1920 D. 21-9-1929 NICLAS ANDREASSEN F. 24-11-1846 D. 20-1-1934 Marin og Niclas á Kák Carolina og Jóannes í Stórustovu Steinurin hjá Carolinu og Johannes skimast aftanfyri hinar fýra. Hettar er so ein nærmynd