hósdagur 26. juni 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 121 - 26. juni 2008 ]
sjálvsagt fokusera tær nógv
uppá matin. Tær hava verið
so nógv ár í toppítrótti, at
tær kenna mørkini, tá tað
kemur til mat, hvat ein
eigur at eta, og hvat ein ikki
má eta.
Katrin letur ongan iva
verða um, at hon og Julianne
fara eftir heiðursmerkjum í
Beijing. Sæð í ljósinum av,
hvussu gott tað gekk við
HM í Onglandi í fjør, tá tær
vunnu silvur, so halda tær
avgjørt, at tær standa við ein
um góðum møguleika at
vinna heiðursmerki. Men
tær eru fullgreiðar yvir, at
har eru fleiri bátar um boð
ið, so talan verður um eina
beinharða kapping, har einki
verður givið við dyrnar.
Katrin leggur dent á, at
bara at koma í finaluna
verður hart í sær sjálvum,
men koma tær í finaluna,
so verður so tætt millum
bátarnar, at alt er møguligt
tá.
10. August rógva tær teir
innleiðandi róðrarnar. Um
tað gongst væl við teir
fyrstu róðrarnar, og eru tíð
irnar optimalar, so kunnu
tær vinna seg í finaluna
beinavegin. Vinna tær seg
ikki í finaluna beinavegin,
so býðst høvið aftur í
hálvfinaluni. Men í einari
hálvfinalu skal ein verða
millum 3 teir fremstu bátar
nar fyri at vinna seg í final
una.
Tær báðar fara til Beijing
2. August, átta dagar áðrenn
fyrsta kappingin hjá teimum
stendur á skránni. Áðrenn
tær fara til OL í Beijing,
fara tær á venjingarlegu í
Eysturríki. Tær hava valt
Eysturríki, fyri at fáa eitt
gott
venjingarumhvørvið
við frískari luft og góðum
venjingarumstøðum. Juli
anne metir, at eru tær í Bei
jing 8 dagar áðrenn kapp
ingina, so skuldu tær nátt at
vant seg við veðurlagið og
umstøðurnar í Kina.
Tær koma at búgva beint
við róðrarøkið í Beijing, og
er tað ein fyrimunur, sum
tær fegnast um. Men tá tær
eru lidnar at kappast – tað
verður aftaná ta fyrstu vik
una flyta tær inn í tað
Olympisku Bygdina, fyri at
kunna verða saman við
hinum donsku ítróttarfólku
num, eisini fyri kunna
stuðla teimum í teirra kapp
ingum.
Glað fyri føroyska
stuðulin
Spurd, um hon fer at
markera
eitt
møguligt
olympiskt heiðursmerki á
nakran
serstakan
hátt,
svarar Katrin, at so langt
hevur hon ikki hugsað enn.
Men sjálvsagt verður talan
um ein stóran dag, og liggur
tað djúpt í Katrini, at hon er
føroyingur, og fer tað eisini
at kennast, sum ein vunnin
heiður fyri heimlandið.
Tað hevði givið henni ein
stoltleika í sinnið at vunnið
eitt olympiskt heiðursmerki,
bæði sum føroyingur, og
sum ein íðkandi á olympiska
liðnum hjá Danmark. Og
verður talan um eitt heiðurs
merki, so er sjálvsagt, at
Katrin skal heim til Føroya
at luta gleðina saman við
familju, vinum, kenningum
og stuðlum.
Rós frá føroyingum hitar,
og hevur stóran týdning fyri
Katrina. Fyri Katrin og onn
ur føroysk elituítróttarfólk
er einki val, ein kann ikki
umboða Føroyar til olymp
isku leikirnar, um ein so
gjarna vildi tað. Katrin
býtir tað ikk upp, men
onkursvegna kennir hon
tað, sum umboðar hon bæði
Danmark og Føroyar til OL
í Beijing.
Tað hevur ikki ligið fyri
hjá Katrini at verða so nógv
heima í summarfrí síðstu
árini, tí hásesongin innan
rógving, er júst um summ
arið. Men Katrin følir ikki,
at hon hevur givið avkall
uppá nakað, tí rógvingin
hevur givið henni nógvar
góðar
upplivingar.
Hon
velur heldur at hugsa um all
ar møguleikarnar, sum hon
hevur fingið við rógving
ini.
Men sjálvsagt er, at tað
ikki altíð liggur líka væl
fyri at fylgja við hvat hendir
heima í Føroyum, og tað fer
ofta framvið, hvør hevur átt
børn og soleiðis.
Katrin hevur lisið til
lækna, hon hevur skrivað
sína uppgávu, og skal upp
til tað endaligu próvtøkuna
um nakrar fáar dagar. Hon
ætlar at byrja í læknastarvi
tann 1. Oktober. Aftaná OL
sum alla tíðina hevur verið
aðalmálið hjá Katrini
verður ikki líka nógv venj
ing á skránni. Tað verða
nógv ting at seta seg inní,
sum nýútbúgvin lækni, so
tíðin má vísa hvat Katrin
fær tíð til innan rógving.
Henni dámar at rógva, men
aftaná OL verður kanska
talan um at venja 34 ferðir
um vikuna, ella alt eftir
hvat tíðin fer at loyva.
Spurd um hon kanska
gerst venjari í framtíðini, so
er tað ein leiklutur, sum
hon ikki dugir at síggja seg
sjálva í, enn. Men hon held
ur, at tað er altíð stuttligt at
kunna geva øðrum nøkur
góð ráð, og at kunna inspi
rera onnur.
Føroyska innrás
Ein av stóru donsku talvkappingunum er Politiken Cup, har
føroyingar ofta taka lut. Og 2008útgávan av kappingini er
einki undantak í so máta.. Kappingin er ein gyltur møguleiki,
hjá ikki minst ungu talentum okkara, at tilogna sær altjóða
royndir, í einum umhvørvi sum uppá allar mátar er
ekseptionelt gott. Sera hugalig luttøka er frá Høgna (11) og
Rógva Egilstoft Nielsen (15), úr Sandavági, Hjalta Toftum Jógvanssyni (15), úr Havnini, Ársins
Stjørnuskoti 2007/08, unglingaFM vinnaranum, Herborg Hansen (17), úr Klaksvík og Vagni Dam
(16), úr Róki (Sundalagum). Unglingar ávegis, har tað verurliga gerst spennandi. Ein mánað undan
kappingarbyrjan, eru 184 telvarar tilmeldaðir og vónandi eru enn fleiri føroyingar, sum taka av
spennandi gylta møguleikanum, skrivar heimasíðan hjá Talvsamband Føroya.
Guttorm og Fríðunn vunnu
FMkapping á 10 kilometrateininum í renning varð hildin í Runavík
týskvøldið. Hjá kvinnum var Fríðunn Steinberg skjótasti rennarin, og
kom hon á mál í tíðini 43,55 minuttir – ein lítlan minutt undan
Rannvá Djurholm, sum gjørdist nummar tvey. Hjá monnum kom
Guttorm Sørensen á mál í tíðini 33,39 minuttum, og vann hann
soleiðis framman fyri Sam Vang og Regin Zachariasen. Fyri menn
eldri enn 45 ár var Regin Zachariasen skjótastur, og í elsta bólkinum,
sum var fyri menn eldri enn 55 ár, vann Krisjan Christiansen
kappingina.
Katrin og Julianne á Rás2
Samrøðan við Katrin
Olsen og Julianne
Elander, verður eisini
at hoyra á Rás2. Hetta
verður mánamorgunin
30. juni klokkan 10.
Katrin Olsen og Julianne Elander skulu
um sjey vikur undir størstu avbjóðingina
nakrantíð. Kortini hava tær um dagarnar
havt stundir til eina lítla vitjan í Føroyum.
Her avmyndaðar saman við Edvard Heen,
tryggingarstjóra
Mynd: Jens Kristian Vang
27