hósdagur 26. juni 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 121 - 26. juni 2008 ]
Tað hevur ikki gingið
serliga væl í hond
hjá HB seinastu
vikurnar. Í gjár fingu
havnarmenninir eina
lítla uppreisn, tá teir
vunnu á Skála
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð í seks
royndum eydnaðist aftur
HB at enda sum sigursharri,
tá høvuðsstaðarfelagið vitj
aði á Skála í gjár. Teir reyðu
og svørtu hava verið í
stórum aldudali seinastu
tíðina, har hagtølini nú siga
tríggir sigrar í seinastu 12
dystunum.
Hóast keðiligu gongdina,
so vann HB seg upp aftur á
annað plássi í Formula
deildini í gjár. Við tveimum
málum móti einum var
næsti sigurin á útivølli veru
leiki. Í broyttari uppstilling
eydnaðist umsíðir venjar
anum Rúna Nolsøe at fáa
trý stig aftur.
Skoraðu øll trý
Broytingar vóru hjá gest
unum í gjár. Fróði Benjam
insen
var
leikbannaður,
Ólavur í Ólavsstovu var
ikki við orsaka av skaða,
meðan Poul Thomas Dam
byrjaði á beinkinum. Í
framrættaðari 433 upp
stilling legði HB bragdliga
fyri, og fyrstu løtuna í
tveimum førum lagt seg á
odda.
Páll Mohr Joensen hevur
staðið seg sera væl í hesum
kappingarárinum. Hann var
darvaður av skaða í fyrstu
umførunum, men hevur
seinastu
vikurnar
verið
millum stuðulsleikararnar
hjá Rúna Nolsøe. Tað var
eisini havnarmaðurin, sum
legði teir reyðu og svørtu á
odda miðskeiðis í fyrra
hálvleiki. Miðvallarin varð
– eftir frálíkt uppspæl
spældur einsamallur við
málverjan av Andrew av
Fløtum, og uttan trupulleikar
sendi hann framvið Predrac
Markovic.
Skála hevði ikki nógv at
bjóða í fyrra umfarinum.
HB var á bóltinum fyri tað
mesta, men tað var torført
at fáa ferð á bóltinum á
turra vøllinum.
Jákup á Borg hevur ikki
avrikað tað, sum væntað
hevur verið av honum, í hes
um kappingarárinum. Ov
stór sveiggj hava verið í
hansara spæli, men undir
Mýruhjalla í gjár var hann
vælupplagdur.
Landsliðs
leikarin átti seinasta fótin,
tá gestirnir øktu um leiðsl
una. Við fínum skoti sendi
hann HB á sigurskós.
Vagnur Mohr Mortensen
var aftur í miðverjuni hjá
havnarfelagnum í gjár, og
hann
átti
ein
óhepnan
leiklut, tá helmingurin av
seinna umfarinum var leikt.
Verjuleikarin og Tróndur
Vatnhamar púrasta mis
skiltu hvønn annan, og
Mortensen stýrdi innleggið
í egið mál.
Skála trýsti
John Petersen hevur helst
saknað eitt sindur av dirvi
og ágrýtni í sínum leikarum
í hálvleikinum. Skála var
munandi betri við eftir
hvíldina, og í løtum eydn
aðist tað at trýsta gestirnar.
Tað gav eisini úrslit, tá
sjálvmálið kom.
Heimaliðið
royndi
at
søkja at, men veruliga
vandamiklir gjørdist teir
sjáldan. John Petersen skifti
seg sjálvan inn móti endan
um, men tað hjálpti lítið.
HB gjørdi ikki nógv av at
avgera dystin, men hugsaði
meira um tær verjukendu
uppgávurnar. Tað eydnaðist
eisini, tí fleiri mál komu
ikki í dystinum.
Rúni Nolsøe og hópurin
fingu lítla uppreisn eftir
keðiligu gongdina seinastu
umførini. Nú gongur leiðin
til
Svøríki,
har
seinni
IntertotoCup dysturin móti
Elfsborg skal avgreiðast.
Hans á Lag noyddist í gjár
út við skaða, og tað er ikki
vist, um hann verður tøkur.
Skála stríðist framvegis
fyri at sleppa upp um niður
flytingarstrikuna. Seinastu
uppgávurnar hava verið KÍ,
B36 og HB, og tvey stig eru
komin burturúr. Mánakvøld
ið vitja teir av skálarfjørð
inum á Toftum. Eydnast tað
at
fáa
trý
stig
byrja
toftamenn eisini so smátt at
nærkast botnstríðnum.
Ikki fingið
fótin fyri seg
Annar av málskjúttunum,
Páll Mohr Joensen, vil
ikki siga, at HB hevur
fingið fótin fyri seg nú.
Vit siga hvørjaferð, tá
vit hava vunnið, at nú verður
øðrvísi. Vit skulu ikki hugsa
longur enn um komandi
uppgávuna, sigur hann.
Um dystin á Skála,
staðfestir málskjúttin, at
tað var torført at spæla á
vøllinum.
Hann var sera turrur,
og ferð kom ongantíð á
bóltin. Tað var eisini ein
orsøk til, at dysturin ikki
varð
vælleiktur.
Fleiri
tilvildarstøður vóru, men
tað var ikki avgerandi. Vit
vóru við yvirlutan, og
sigurin var uppiborin.
Rúni Nolsøe, venjari,
hevði broytt uppstilling
undan dystinum – hvønn
týdning hevði tað?
Vit kunnu so staðfesta, at
tað riggaði. Men sum sagt,
vit spældu ikki væl, staðfestir
Páll Mohr Joensen.
Skála verður
í Formula-
deildini!
Obele Okeke Onyebuchi,
eisini róptur Obi, vil ikki
hoyra talan um, at Skála
verður millum tey næstbestu
í komandi kappingarári.
Vit fara ikki at flyta
niður. Liðið er ov gott til
tað. Vit kunnu nógv meira,
enn stigatalvan vísir eisini.
Vit hava havt leikarar
uttanfyri, sum nú koma
aftur. Og eg eri vísur í, at
tað fer at gera mun. Tað
hevur verið torført hjá mær
sum einsamallur framherji,
men nú er Bogi Gregersen
komin eisini. Bíða bara,
lovar Skálaáleyparin.
Úrslitini hava í øllum
førum ikki verið við tykk
um, og nú taptu tit eina
ferð enn?
Seinni hálvleikurin í
gjár var dømi um, hvat vit
kunnu. Vit høvdu tamar
hald á tí, og høvdu vit
verið meira neyvir, høvdu
vit fingið stig burtur úr
dystinum. Tað var uppi
borið, at teir vóru á odda
við tveimum í steðginum,
men eftir hvíldina vóru
vit omaná. Tvey verju
mistøk var orsøkin til, at
teir vunnu sær leiðsluna,
og tað var torført at koma
aftur. Men vit stríddust
væl,
staðfestir
Obele
Okeke Onyebuchi.
HB
Skála
HB-Skála 1-2 (0-2):
Ein lítil uppreisn
Fyri fyrstu ferð í seks royndum vann HB, tá teir mikukvøldið vitjaðu á Skála
savnsmynd
Skála – HB 1-2 (0-2)
0-1: Páll Mohr Joensen, 22.
0-2: Jákup á Borg, 41.
1-2: Sjálvmál, 54.
Dómari: Rúni Gaardbo
HB: Tróndur Vatnhamar – Mortan úr Hørg, Hans á Lag (46.:
Poul Thomas Dam), Vagnur Mohr Mortensen, Rasmus Nol-
søe – Páll Mohr Joensen (72.: Rógvi Poulsen), Kári Nielsen,
Milan Kuljic - Jákup á Borg (85.: Pætur Jørgensen), Andrew
av Fløtum, Christian Høgni Jacobsen
Gult kort: Eingin
Skála: Predrag Markovic – Bárður Danielsen, Pætur Dam
Jacobsen, Erland B. Danielsen, Alin Balutoiu (Jógvan G.
Joensen, 85.), Pauli G. Hansen (Atli Kristiansen, 46.), Sjúrður
Djurhuus, Obele Okeke Onyebuchi, Arnhold Berg, Vali
Miela, Teitur R. Joensen (Bogi Gregersen, 90.)
Gult kort: Arnhold Berg
FAKTA um dystin
Amager tryggjar talentini
FC Amager, sum leygardagin vissaði sær uppflyting til don
sku 1. deild, hevur í vikuni skrivað undir sáttmálar við tveir
av evnaríkastu spælarunum á Amager. Talan er um 18ára
gamla Anders Karlsen og 17 ára gamla Mathias Johannsen,
sum báðir hava havt tilboð frá fleiri øðrum feløgum. – Vit eru
errin av, at báðir tveir hava valt at spæla fyri okkum. Talan er
um tveir sera evnaríkar spælarar, og vit vóna, at teir innan
stutta tíð kunnu verða millum berandi kreftirnar á besta
liðnum, sigur Todi Jónsson við danska bold.dk.
Ronaldo aftur til Manchester
Seinasta mánaðin hava bløð kring alt fótbóltseuropa meira ella
minni staðfest, at Ronaldo komandi ár verður seldur úr Manchester
United til Real Madrid, men nú verður ivi sáddur um hetta í enska
the Sun. Blaðið skrivar, at Ronaldo nú hevur tosað við arbeiðsgev
arar sínar í Manchester, og at boðini til hesar var, at Ronaldo er
aftur í Manchester tann 10. juli. Áður hevur annars ljóðað, at
skiftið til Real Madrid verður veruleiki longu 7. juli.