hósdagur 26. juni 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 121 - 26. juni 2008 ]
Aragones til Turkalands
Turkiska stórfelagið Fenerbache hevur nú boðað frá, at
spanski landsliðsvenjarin, Luis Aragones, verður nýggjur
venjari í felagnum. Fenerbache koyrdi fyri mánaði síðani
brasilska Zico úr venjarastarvinum, og síðani hava
gitingarnar verið nógvar. Eitt nú ljóðaði eitt skifti, at
Michael Laudrup skuldi verða nýggjur venjari. Men tað
verður so 69 ára gamli Aragones, sum nú setir seg í sessin
eftir fýra ár sum spanskur landsliðsvenjari.
Doping-kríggj móti Tour’inum
Hóast tað enn eru 10 dagar, áðrenn Tour de France byrjar, so er kríggið móti
doping longu farið ígongd. Fleiri enn 30 luttakarar eru longu testaðir, og
sambært kappingarleiðsluni verða millum 20 og 30 súkklarar afturat testaðir,
áðrenn kappingin fer ígongd. Umframt vanligu blóðroyndirnar fevna
kanningarnar í ár eisini um vakstrarhormon. Gølurnar við doping í Tour de
France hava verið nógvar. Eitt nú, tá danski Michael Rasmussen í fjør varð
tveittur úr kappingini. Hann var tó ikki testaður positivur, men hevði ikki
hildið upplýsingarskyldu sína mótvegis altjóða súkklusamgonguni.
Guus Hiddink hevur
ótrúlig úrslit at vísa á
sum landsliðsvenjari
hjá ávikavist Suður-
Korea, Hollandi,
Avstralia og Russlandi
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Sum so mangur annar góð
ur venjari, so var Guus Hid
dink ikki nakar úrmælingur
sum aktivur fótbóltsspælari.
Hiddink sum er føddur í
1946 var ein javnt góður
miðvallarspælari, tá hann
varð aktivur yrkisleikari,
árini millum 1967 og 1982.
Í Hollandi spældi hann við
De Graafschap, NEC Breda
og PSV Eindhoven, áðrenn
hesir veruliga fóru í holt
við at hótta Ajax Amster
dam og Feyenoord Rotter
dam. Hiddink spældi eisini
fótbólt í USA, árini 1976
og 1977. Amerikumenn
royndarkoyrdu eina fótbólts
deild tá, sum var nevnd
North American Soccer
League (NASL), men hon
fór av knóranum miðskeiðis
í 1980unum. Men har eydn
aðist tað so Hiddink at
spæla fótbólt í bæði Wash
ington og í San José.
Stóri sigurin í 1988
Men tað, sum Guus Hiddink
ikki rakk, sum spælari, hev
ur hann rokkið, sum venjari.
Árini 19821984 var hann
hjálparvenjari í De Graaf
schap. Í 1984 tók hann við,
sum hjálparvenjari hjá PSV
Eindhoven, sum tá hevði
stórar ætlanir at koppa lið
unum úr Rotterdam og
Amsterdam av trónuni. Á
vári 1987 var hann sum
hjálparvenjari við til at
vinna meistaraskapið. Árið
19871988 var fyrsta árið,
hann fekk evstu ábyrgdina
av hópinum hjá PSV, og tað
skal sigast, at hann tók av. Í
1988 framdi PSV eitt satt
bragd, sum Hiddink var
heilin aftanfyri. PSV vann
bæði Evropa Cup fyri meist
aralið, hollendska meistara
heitið, og hollendsku steypa
kappingina. Millum hetjur
nar hjá PSV á 1988liðnum
vóru
donsku
landsliðs
legendirnar, Frank Arnesen,
Ivan Nielsen og Søren
Lerby. Hiddink vann aftur
hollendsku greipuna við
PSV í 1989, og í 1990 vann
liðið
steypakappingina
triðja árið á rað.
Ikki so gott í Spania
Hiddink hevur sum oftast
prógvað, at hann kann
standa seg væl uttanlands,
men sigast má, at Turkaland
og Spania hava verið und
antøkini. Sama Turkaland,
sum tapti hálvfinaluna ígjár
ímóti Týsklandi, og sama
Spania, sum Hiddink skal
royna at koppa í kvøld. Hid
dink var venjari hjá turkiska
Fenerbache kappingarárið
19901991. Árini 1991
1994 var hann venjari hjá
Valencia, men hetta var
tíðin tá “The Dream Team”
hjá Johann Cruyff yvir
skuggaði alt og øll í Spania.
Hiddink helt Valencia uppi
í ovaru helvt, men talan
gjørdist ikki um nakað heiti
hesi árini. Kortini gjørdist
hann hetjan hjá mongum í
Spania, tá hann gav boð
um, at rasistisk slagorð
skuldu burtur frá leikvølli
num hjá Valencia. Hansara
offensiva
fótbóltsfilosofi
var væl umtókt í Valencia,
har manglaði bara tað síðsta
– at vinna nøkur heiti. Hid
dink vandi Real Madrid í
19981999, og Real Betis
Sevilla í 19992000. Tað
eydnaðist honum at vinna
Intercontinental Cup við
Real Madrid, sum gjørdist
tað einasta heitið hann vann
við einum sponskum liði.
Hiddink var aftur venjari
hjá PSV Eindhoven árini
20022005, og tað gekk
sum eftir ánni. Árið 2002
2003 vann liðið hollendska
meistaraskapið, og í 2004
2005 vunnu teir greipuna.
Men tað er, sum landsliðs
venjari Guus Hiddink er
blivin ein alheims fótbólts
legenda.
Holland fyrst
Størsta
avbjóðingin
hjá
Hiddink kom, tá hann gjørd
ist hollendskur landsliðs
venjari. Hann brúkti harðan
disiplin, og tá EMenda
spælið var í Onglandi í
1996, sendi hann Edgar
Davids heim, og var tað
ikki uttan svørðslag. Við
HMendaspælið í Fraklandi
i 1998 var Holland ímillum
tey liðini, sum spældu tann
besta fótbóltin, men í hálv
finaluni tapti Holland ímóti
Brasilia aftaná brotssparks
kapping, og gjørdist hetta
síðsti dysturin hjá Hiddink
sum hollendskur landsliðs
venjari.
Í 2000 tók Hiddink við
einari risastórari avbjóðing.
SuðurKorea varð saman
við Japan vertur hjá HM
endaspælinum
í
2002.
SuðurKorea
hevði
ikki
vunnið ein dyst við eitt
HMendaspæl,
áðrenn
2002. Koreanska pressan
var ikki blíð við Hiddink,
og varð mong síða skrivað
um, at Hiddink brúkti ov
nógva tíð saman við unnust
uni, og ov lítla tíð saman
við koreanska landsliðs
hópinum.
Men Hiddink læsti kjaftin
á øllum. Í bólkaspælinum
vann SuðurKorea 20 á
Póllandi, 10 á Portugal –
sum var millum favoritarnar
tá – og spældi SuðurKorea
eisini javnleik, 11 ímóti
USA.
Í
1/8finaluna
møtti
SuðurKorea Italia. Aftaná
longda leiktíð eydnaðist tað
SuðurKorea at vinna 21.
Í fjórðingsfinaluni vann
liðið hjá Hiddink á júst
Spania aftaná brotsparks
kapping.
Í hálvfinaluni tapti Suður
Korea 10 ímóti Týsklandi,
og
bronsudystin
tapti
SuðurKorea
32
ímóti
Turkalandi.
Koreabúgvar vóru ovur
fegnir um góðu úrslitini hjá
Hiddink, og gjørdist Hid
dink fyrsti útlendingurin,
sum gjørdist heiðursborgari
í SuðurKorea.
Avstralia og Russland
Í 2005 gjørdist Hiddink
avstralskur landsliðsvenjari,
og her eydnaðist tað honum
at føra Avstralia til HM
endaspælið, sum var í
Týsklandi í 2006. Hetta var
fyrsta
HMluttøka
hjá
Avstralia síðani 1974, sum
eisini var í Týsklandi.
Avstralia vann 31 á Japan,
teir spældu 22 ímóti Kroat
ia, og taptu 20 ímóti
Brasilia.
Í
1/8finaluni
bíðaði
Italia. Hóast Avstalia spældi
11 ímóti 10 í yvir 35
minuttir, so eydnaðist tað
ikki at koppa Italia, sum
vann 10 uppá eitt brots
spark.
Hetta gjørdist síðsti dyst
urin hjá Hiddink, sum
avstralskur landsliðsvenjari,
men avstraliumenn vóru
meir enn nøgdir við úrslitið.
Eftir
HMendaspælið
í
2006 tók Hiddink við russ
iska landsliðsvenjarastarvi
num, og tað eydnaðist
Hiddink at spæla Russland
til EMendaspælið, við at
koppa Onglandi út úr kapp
ingini.
Í kvøld verður ein nýggjur
kapitul skrivaður í landsliðs
venjarasøguni hjá Hiddink.
Vónandi verður hann ikki
minni spennandi enn hinir
kapitlarnir.
Hóast hann ikki var tann stóri
fótbóltsspælarin, so hevur
Guus Hiddink sum venjari
vunnið sær status sum sonn
legenda
Mynd: Polfoto/AP
Garvaði
ganda-
kallurin
Hiddink