Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juli 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 19. juli 2001 13 Frá at byrja sum ein minibilur í 1972, er Honda Civic vaksin til ein stóran og rúmligan familjubil, sum nú í 7."genera- tión" brýtur við alla vanahugsan um ein Honda persónbil BILAR Magnus Gunnarsson Sjáldan hava vit upplivað eina so kollveltandi broyt- ing av einum bilmodelli, sum nú Honda Civic við 5 hurðum er komin á mark- naðin sum ein rúmligur fimm persóna bilur í so- nevnda Golf-klassanum. Hetta er ein bilur sum væntandi kemur at klára seg væl í hørðu kappingini. Slætt dúrk Í mun til fyrra Civic situr man hægri, fronturin er stytri og útsýnið sera gott. Tað at bilurin er stuttur frammanfyri forrútin, ger sítt til at plássið er betri til tey ferðandi og viðførið. Civic hevur eitt nýtt upp- hang framman og aftan sum eisini tekur minni pláss undir dúrkinum. Hetta, og tað at gearstongin er flutt upp í instrument- borðið, hevur við sær at dúrkið er heilt slætt og lætt er at koma runt í bilinum. Trygg konstruktión Tað at Civic hevur stuttan front, er ikki á nakran hátt til hindurs fyri trygdini. Karrossaríið er væl av- stívað við t.d. hátrýststáli fyri at fáa konstruktiónina so trygga sum gjørligt. Honda hevur gjørt bilin so tryggan at teir vænta at hann fær fýra ella fimm stjørnur í NCAP crasch- testunum, har fimm stjørn- ur eru hægsti karkaterur. Bilurin hevur 5 nakkapútur, 4 airbag, ABS við EDB, startsperru, elektriska servostýring. Tvær motorstøddir Tvær motorstøddir eru at velja ímillum, ein 1.4 litur 16V við 90 hk og ein 1.6 litur 16V við 110 hk. 1.4i LS hevur aircondition og 1.6i ES hevur el-sóltak aircondition og 15" alu- felgur. Báðir motorarnir eru kvikir, krafta væl og passa væl til bilin sum vigar 1125kg : Við hjálp av Q10, sum er ein nýggj konstruktiósskipan hjá Honda, er Civic ein framúr vælgjørdur familjubilur. Nr. 136 • hósdagur • 19. juli 2001 • 75. árg. Honda Civic 1.4i 5/h Motorurin: 4 syl 1.4 litur 16V 90 hk 0-100 km/t: 11,9 sek. Bensinnýtsla: 15,6 km/l Dekkstødd: 185/70-14 Stødd og vekt: Longd 428,5 cm Breidd 169,5 cm Hædd 149,5 cm Eginvekt 1125 kg Totalvekt 1625 kg Viðførisrúm 370 litrar Prísur: kr. 165.750,- ( 1.6i LS kostar kr.183.750,) automatgear + 20.000,- Søluumboð: Sp/f Norðbil Oyggjarvegur FO-100 Tórshavn Tlf. 313707 Honda Civic 5/h - brýtur við alla vanahugsan Birgir Dam Jacobsen frá Norðbil væntar sær nógv av nýggja Honda Civic, sum er kappingarførur í prísi og dygd Civic við 5 hurðum, er ein rúmligur fimm persóna bilur, ið brýtur við alla vanahugsan um ein Honda persónbil Tað, at gear- stongin er flutt upp í instumentborðið og dúrkið er heilt slætt, ger at lætt er at koma runt í bilinum Meðan Peugeot Citroën samtakið PSA, í Fraklandi eru komnir á marknaðin við ávikavist Peugeot 307 og Citroën C5, verður arbeitt við nýggjum avloysarum fyri Peugeot 106 og Citroën Saxo sum koma næsta ár BILAR Magnus Gunnarsson Bilverksmiðjurnar eru av góðum grundum sparnar við upplýsingum um nýggjar bilar sum eru á veg. Spiónmyndamenn og bilteknarar eru tó altíð til reiðar at avdúka tað sum teir vita um bilarnar sum eru ávegis. Te i r vænta at Peugeot 106 skiftir navn til 107, og Citroën Saxo til C3. Væntandi verður Citroën C3 at síggja á Geneve Motorshow í mars mánaða næsta ár saman við Peugeot 107. Kelda: FDM / Motor Soleiðis væntar kendi bilteknarin DeLusi, at Peugeot 107 kemur at síggja út. Peugeot 107 og Citroën C3 verða eins og áður gjørdir við 3 og 5 hurðum ÚT AT KOYRA Rolls Royce sprongdist Eftir at ein Rolls Royce Corniche Convertible, sum stóð hjá einum bil- handlara í USA, sprongdist, eru 480 bilar innafturkallaðir. Ser- frøðingar úr Onglandi komu á staðið, og stað- festu at bilurin hevði verið úti fyri óvanligum umstøðum. Kelda: Bilen Motor & Sport Fiat og GM Frá 2002 av skulu Fiat og General Motors framleiða Alfa Romeo 156 á eini GM verk- smiðju í Thailandi. Ár- liga framleiðslan verður 4000 bilar árliga. Fiat eigur Alfa Romeo. Kelda: Bilen Motor & Sport Bilasølan í Japan Sølan av bilum í Japan øktist í apríl, sjeynda mánaðin á rað. Harvið sær tað út til at bil- vinnugreinin er við at fóta sær eftir ta sváru búskaparkreppuna í landinum. Tey mest seldu bilmerkini er Toyota Corolla, Honda Civic og Stream, og Mitsubishi Lancer. Kelda: Bilen Motor & Sport Eftir at hava verið eini trý ár á markn- aðinum, og 1.7 mill. bilar eru seldir, hevur Renault Clio nú broytt útsjónd, og er klárur til eitt umfar afturat BILAR Magnus Gunnarsson Í nýggju útgávuni sær Clio meira áleypandi út, og fronturin minnir um kon- septbilin Renault Vel Satis. Aftan eru eisini smærri broytingar, so sum nýggjar baklyktir o.a. Innan er nýtt instrument- borð, og nú eru fleiri møguleikar at leggja lutir frá sær. Eisini hevur bilurin fingið eina vælvirkandi elektriska servostýring. Nýggir motorar 1.2 litur bensinmotorin við 75 hk er nýggjur, eins og ein nýggjur sera ljóðleysur common- rail turbodiesel við 60 hk, sum seinni kemur við 80 hk. Renault upplýsir at hesin diesel- motorurin koyrir 23 km/l. Bremsuassistent skipanin er frá teimum størru Renault bilunum. Bilurin kemur á marknaðin í summar. Kelda: Bilen Motor & Sport Renault Clio klárur til annað umfar Peugeot 107 avloysir 106 næsta ár Fronturin á nýggja Clio minnir nógv um konseptbilin hjá Renault, Vel Satis Instrumentborðið er nýtt, og Clio hevur nú eina væl- virkandi elektriska servostýring C M Y K 13 12