hósdagur 19. juli 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 136 - 19. juli 2001
Nr. 136 - 19. juli 2001
11
Helgi Winther Olsen
ivast ikki í, at tað
finnast hópur av
fimleikatalentum í
Føroyum, men
umstøðurnar hjá
hesum at mennast
eru so langt ífrá nóg
góðar. Hvørki tá
veldst um venjingar-
ella kappingar-
umstøður
FIMLEIKUR
Orð: Jákup Mørk
Myndir frá Oyggjaleik-
unum: Álvur Haraldsen
– Tá eg datt og var komin
niður, vendi eg mær bein-
anvegin, og hugdi eftir
tærnum. Tær rørdu seg, so
tað einasta, sum eg hugs-
aði, var, at so varð talan
ikki um koyristól í fram-
tíðini. Annars royndi eg
bara at liggja stillur, meðan
sjúkrabilurin kom eftir eftir
mær, og næstu fýra tímar-
nar var eg nærum frá mær
sjálvum av ræðslu. Tað
kundi jú verið, at eg hevði
brotið ryggin.
Soleiðis byrjar størsti
føroyski gullslúkurin á júst
lidnu Oyggjaleikunum, tá
vit byrja prátið við at
spyrja, um hann hevði
droymt um sjey gullmerki á
Oyggjaleikunum, tá hann
hin 26. mars í ár var
áhaldsin undir eini íðkan og
breyt sær beinið.
- Tá hevði eg so onga
ímynd um, at eg yvir høvur
kundi vera við á Oyggja-
leikunum,
heldur
hann
fram.
Læknin segði 6
mánaðir
Tá hann seinni fekk at vita,
at tað í øllum førum ikki
var
somikið
álvarsligt,
spurdi hann sjúkrasystrina,
sum
var
har,
hvørjar
møguleikar hon helt vera
fyri, at fimleikarin skjótt
kundi fara undir aftur
ítróttina.
- Hon fór so út eftir
læknanum, og boðini frá
honum vóru, at um tríggjar
mánaðir
kundi
eg
so
spakuliga byrja at ganga
aftur. Eina viku seinni varð
eg so aftur kannaður, og tá
vóru boðini seks mánaðir
uttan fimleik.
- Eg tosaði so við pápa
mín (Sølvi Winther Olsen,
ítróttalækni, blðm.) og við
fysioterapeutin, tí eg dugdi
ikki sjálvur at síggja, hví eg
ikki skuldi venja. Eg fekk
stigið á beininum, og sjálvt
um tað var við pínu, so
gekk tað støðugt framá.
Spurdur, um pápin, ið
sjálvur er lækni, ikki var
eitt sindur skeptiskur um
hetta, svarar Helgi, at tað
var hann sjálvandi.
- Hinvegin vóru bæði
hann og fysioterapeuturin
eisini skeptiskir um boðini
frá læknanum. At hann
skuldi krevja ein somikið
drúgvan steðg. Trupulleikin
var, at tað var ómøguligt at
síggja, hvussu djúpur frak-
tururin niður ígjøgnum
lærbeinið var. Talan er um
eitt ógvuliga sjáldsamt
brot, og skaðin var eisini
tikin upp á stevnu millum
læknarnar.
- Eingin tordi at taka
ábyrgdina av at siga, at so
og so nógv kanst tú gera, so
tað var í stóran mun upp til
mín sjálvan at royna.
Tíbetur gekk tað so kortini
væl.
Skal á hægri støði
At vera fyri einum sovorð-
num óhappi, fyri síðani
góðar
tríggjar
mánaðir
seinni at vinna sjey gull-
merki á Oyggjaleikunum.
Er tað so ikki eitt tekin um,
at støðið á leikunum er ov
lágt til besta føroyska fim-
leikaran í løtuni?
- Tað kanst tú á ein hátt
siga, men hinvegin var eg
heldur ikki fullkomuliga
einaráðandi i kappingun-
um. Tað var jú ikki soleiðis,
at eg var nógv betri enn
hinir, sigur Helgi.
- Kortini er tað soleiðis,
at tá tað eru somikið fáir,
sum
gera
tær
torføru
íðkaninar, so verður tú
løntur, um tú gert eina
roynd.
Fyri
tveimum
árum
síðani, var Helgi partur av
føroyska liðnum, sum var
við á sonevndu Friendly-
Games, sum vórðu hildnir á
Ynos Mon. Ta ferðina varð
hann kosin sum besti
mannligi
fimleikarin
á
stevnuni, men úrtøkan var
ikki eins stór, sum hon var
hesaferð. Trý gullmerki og
fýra silvurmerki gjørdist
talan tá um, og Helgi
ásannar eisini, at hann
hevur ment seg nógv, síðani
tá.
- Nú varð eg sjálvandi eitt
sindur
einaráðandi,
tí
torleikastigið hjá mær var
hægri, men eg haldi eisini,
at kappingarnar vóru javn-
ari tá. Tað vóru fleiri fim-
leikarar, sum royndu tey
torføru tingini.
Vit kunnu gerast nógv betri
Helgi Winther Olsen er uttan iva besti fimleikari okkara í løtuni, men hetta er ikki komið uttan hart arbeiði. Seinastu fýra árini hevur fimleikur verið á skránni góðar 20 tímar um vikuna
- Tað, sum er so sera
týdningarmikið við honum,
er, at fólk trúgva tí, sum
hann sigur, sigur Helgi um
landsliðsvenjaran
- Sjálvandi eri eg komin
upp á eitt hægri støði
sjálvur, men lutfalsliga var
kappingin ikki eins sterk
hesa ferð. Nú skal eg so
avgjørt ikki taka nakað
virði frá teimum heiðurs-
merkjum, sum eg nú havi
vunnið, men tað er so eisini
tí, at eg nú eri komin longur
fram, og at Oyggjaleikirnir
tískil ikki eru á tí støðinum,
sum eg vanliga kappist á.
- Tú kanst samanbera tað
við støðuna, tá fótbólturin
var við fyrstu ferð. Tað var
ov lætt hjá teimum, og teir
bukaðu alt av. Tá ræður tað
um at koma víðari, og tað
er so eisini tað, sum eg ætli
mær.
- Eg skal fyrst við fyri at
læra. Sjálvt um endi aftast í
onkrari av teimum stóru
kappingum, so læri eg av at
vera við. Læri, hvussu
mannagongdirnar eru, og
ikki minst um tað trýstið,
sum tá er á. Tað er júst tá, at
tú skalt vísa alt tað, sum tú
hevur vant í mánaðunum
upp til kappingina.
Fýra ár í Danmark
At Helgi hevur ment seg
somikið nógv, sum hann
hevur seinnu árini, kemst
sjálvandi av, at hann sein-
astu fýra árini hevur gingið
niðri í skúla undir so-
nevndu
Team-Danmark
skipanini. Hetta er ein
skipan, har evnarík ítrótta-
fólk hava møguleika at taka
eina miðnámsútbúgving,
sum vanliga tekur trý ár,
upp á fýra ár. Tímatalið til
skúlan er minni - einar 20
tímar um vikuna - men
harafturímóti verður krav
sett um, at tímatalið til
venjingar er stórt.
Vant verður tvær ferðir
um dagin. Um hálvan
annan tíma fyrrapart og so
einar tríggjar tímar um
kvøldið, og alt í alt gevur
hetta góðar 20 tímar um
vikuna, og tá er tíð til
ferðin, brúsu og annað, sum
er tengt at venjinunum ikki
roknað við.
- Størsti munurin í hesum
er, at eg í fýra ár havi havt
somikið góðar umstøður at
venja. Eitt er, at hevði eg
havt ein venjara her heima,
so hevði eg sjálvandi kunna
lært okkurt, men við um-
støðunum her heima, so er
fullkomuliga ómøguligt at
koma upp á tað støðið, sum
eg kann røkka í Danmark.
- Sum er, kann eg venja
tað, sum eg dugi, heima í
Føroyum, men eg eri
rættiliga vísur í, at eg hevði
ikki kunnað lært tað her
heima. Tá tú skalt blaka teg
runt í onkrari íðkan fyri
fyrstu ferð, og tú veitst, at
tað er stórur møguleiki fyri,
at tú ikki kemur heilt runt,
so er tað ikki ein serliga
hugnaligur tanki, at tú
kanska lendir við høvd-
inum fyrst á einum hørðum
gólvi.
- Kapasiteturin er sjálv-
andi eisini størri í allar
mátar. Tú hevur venjarar,
sum eru serútbúnir til at
venja fimleikarar á høgum
støði, men eisini hevur tað
nógv at siga, at mentali-
teturin á staðnum er hin
rætti. Tað er vanligt, at
nógv verður gjørt við venj-
ingina.
Nógvar manglar
Skúlaskeiðið hjá Helga er
nú liðugt í hesum umfar-
inum, men hetta merkir tó
ikki, at hann á nakran hátt
hevur ætlanir um at sleppa
fimleikinum.
- Nú eri eg so komin
hartil, at eg kann velja, um
eg ætli at royna meg enn
meira ella ikki. Um eg venji
hart, og alt gongur væl, so
kann eg koma upp á eitt
somikið høgt støði, at kann
royna meg í altjóða kapp-
ingum, men har restar nógv
í. Rættiliga nógv.
- Higartil havi eg sum
bert lagt grundina til at
royna meg víðari. Tað, sum
eg dugi nú, er tað, sum
fimleikarar í Danmark og
Russlandi duga, tá teir eru
10 ára gamlir fyri at siga
tað grovt. Nú skal eg so
royna at koyra eina sera
konsentreraða
venjing
komandi tíðina, soleiðis at
eg kann bøta um mínar
manglar.
- Tað verður sera strævið,
men eg havi hug til at royna
tað, og tí ætli eg mær at
taka eitt sabbat-ár, har eg
arbeiði eitt sindur, men
annars geri nógv við venj-
ingina. Aftan á verið eg so
noyddur at útbúgva meg
víðari, og tá má eg so royna
at samskipa útbúgving og
venjing onkursvegna. Eg
kann ikki longur sleppa at
lesa undir Team-Danmar
skipanini, men tað skal
bera til á onkran hátt.
Ringar umstøður í
Føroyum
Umframt at Helgi sjálvur
varð nærum krýndur við
gullið á Oyggjaleikunum,
so hendi eisini tað, at før-
oysku fimleikararnir yvir-
høvur stóðu seg betri
hesaferð, enn tey gjørdu
fyri tveimum árum síðani.
Ein av orsøkunum er iva-
leyst, at nýggi landsliðs-
venjarin, Henrik Berthel-
sen, hevur givið fimleikin-
um ein veruligan íblástur,
men Helgi heldur kortini, at
støðið í Føroyum er hækk-
að sum heild.
- Eitt er at Henrik er sett-
ur sum venjari. Tað, sum er
so sera týdningarmikið við
honum, er, at fólk trúgva tí,
sum hann sigur. Líka
mikið, hvørjar eginleikar
hann hevði havt - uttan at
seta niður á hesar - so hevur
hann tá útstrálingina, at
hann veit nakað. Tí trúgva
fólk tí, sum verður sagt.
- Fimleikararnir hava
eisini tikið seg fram, og fyri
tíggju árum síðani gjørdu
fimleikararnir ikki somu
venjingar, sum teir gera nú.
Støðið er hækkað, men ikki
so nógv, at vit eru eina-
ráðandi í Oyl-høpi. Tað
sum vit gera, duga vit væl,
so grundarlagið er gott,
men enn vænta umstøð-
urnar.
- So skjótt, sum amboð
og umstøður vóru til tess,
so eri eg vísur í, at tað gekk
eitt - hægst tvey - ár, so
vóru fleiri, sum vóru á
mínum støði.
- Tá hevði hugburðurin
komið um, at hetta ber
veruliga til. Onkur hevði so
helst komið, sum var á
støðnum, sum eg eri á nú,
og royndi at koma enn
hægri. So hevði restin aftur
verið drigin við, soleiðis at
tú byggir støðið hægri og
hægri upp fyri hvørja
generatión.
- Tað eru í øllum førum
nóg mikið av talentum í
Føroyum. Tað ræður bara
um at gera nýtslu av
teimum.
Ov fáar kappingar
At enda sigur Helgi eisini,
at skal føroyski fimleikurin
taka seg fram, er alneyðugt
hjá fimleikarunum, at tey
fáa fleiri kappingar at fara
til.
- Okkara íðkanir eru
somikið komprimeraðar, og
øll mistøk draga frá, og tí
skalt tú vita, hvat tað er, at
vera við í eini kapping. Ikki
minst í tí mentala partinum.
- Í lopið yvir hest, er tað
somikið komprimerað, at
tað bara er nakað, sum tú
gert. Stendur tú hinvegin á
gólvinum, so er talan um
nakað heilt annað. Tá skalt
tú fyrst gera eitt slag av
lopum. Síðani hvílir tú í
nøkur sekund, áðrenn tú
gerst næsta slagið, sum
kanska eru nakrar heilt
aðrar rørslur. Alt hetta skal
sita í merginum á fimleik-
arunum, og einasti mátin,
sum hetta kann koma uppá,
er við at kappast nógv. Tá
hugsar tú minni um, hvat
tað er, sum tú gert.
- Tað er helst eisini ein
stórur fyrimunur hjá mær.
Eg hugsi ikki um alt hetta á
sama hátt, sum ein, ið fer
inn á gólvið fyrstu ferð. Tá
brúkar tú rutinuna undir
íðkanini, og hetta ger, at
færri kreftir verða nýttar og
vandin
fyri
mistøkum
verður minni.
- Til dømis var í kapping
í Íslandi, har seks dómarar
standa og hyggja at mær. Ta
ferðina gav hetta mær
nervar, men tá tað nú bara
sita
tveir
dómarar
og
lutfalsliga fáir áskoðarar til
eina kapping á Oyggja-
leikum, so er hetta ikki
nakað, sum bilar stórvegis.
Slíka rutinu fært tú bara við
at kappast.
- Ein stór kapping annað
hvørt ár ein FM-kapping
um árið, gevur alt ov lítið.
Tú kanst altíð vera góður
undir venjing, men tú ert
noyddur at kappast fyri at
gerast ein góður kappingar-
fimleikari.
Sostatt er líkt til, at
sterkasti fimleikari okkara í
løtuni hevur tvey boð um,
hvat skal til, fyri at menna
føroyskan fimleik, soleiðis
at vit framyvir hava møgu-
leika at standa okkum á enn
hægri støði.
- Tú kanst siga tað so-
leiðis, at fyrst og fremst
skulu umstøðurnar vera
góðar. Tú skalt kunna
kenna teg tryggan undir
venjing, og ikki vera bang-
in fyri at detta.
- Harumframt skulu læra
at umseta venjingarnar til
eina nettoframleiðslu, sum
er sjálv kappingin. Tað er
tá, at tú skalt brúka alt tað,
sum tú lært undir venjing-
unum, og tú hevur bara ein
møguleika, sigur Helgi
Winther Olsen at enda.
Tá Helgi fyri trimum
mánaðum síðani breyt sær
beinið, vóru Oyggjaleikir og
gullmerki langt burturi úr
hugaheimi hansara
C
M
Y
K
11
10
summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 200
marið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • s
ð 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summ
marið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • s
ð 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summ
summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 200
marið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • s
ð 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summ
marið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • s
ð 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summ
summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 200
marið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • s
ð 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summ
marið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • s
ð 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summ
summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 200
marið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • s
ð 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summ
summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 2001 • summarið 200
SMYRIL LINE
Tel 34 59 00
4 fólk í bili
4 fólk í bili
Ferðist bíliga,
ella hinvegin
Tórshavn-
Hanstholm
Tórshavn-
Hanstholm
Danmark
Danmark
Noreg
Hetland
Hetland
Ísland
Ísland
Skotland
Skotland
Ferðist bíliga,
ella hinvegin
Tórshavn-
Bergen
Tórshavn-
Bergen
Ferðist bíliga,
ella hinvegin
Tórshavn-
Lerwick
Tórshavn-
Lerwick
Ferðist bíliga,
ella hinvegin
Tórshavn-
Seyðisfjørður
Tórshavn-
Seyðisfjørður
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
e-mail: booking@smyril-line.fo
Bilpakkar
Bilpakkar
480,-
úr
fyri hvønn
úr
385,-
fyri hvønn
úr
728,-
fyri hvønn
úr
1.373,-
fyri hvønn
Ferðist bíliga,
ella hinvegin
Tórshavn-
Hetland-
Skotland
Tórshavn-
Hetland-
Skotland
úr
775,-
fyri hvønn
summarið 2001
Fráf.
31/8
7/9
Tórsh.
Fráf.
8/8
15/8
22/8
29/8
Tórsh.
Fráf.
18/8
25/8
1/9
Hansth.
Fráf.
23/8
30/8
6/9
Seyðisfj.