Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-26, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 121 - 26. juni 2008 Tekstur og myndir: Jústinus Leivsson Eidesgaard Ein vakran dag seinast í mai í ár fóru øll børnini í Býlingshúsinum Inni á Gøtu undir eina stóra ferð út í heim og niðan í Hoyvíkshagan. Tey vóru til gongu og skjótt dragnaði millum børnini í gonguni. Teir elstu, teir sum ganga í skúlabólki, løgdu seg skjótt á odda og tey smáu, sum kortsíðani eru komin á føtur, dragnaðu afturúr. Tað gekk bara ein løta, so vóru tey fótfimastu komin niðan í hagan og tey smæðstu góvust á hálvari leið, og fóru heim aftur vælnøgd, lin og mettaði av frískari luft og fuglasangi Stóratjørn liggur enn vard í friðaliga umhvørvinum upp í Hoyvíkshaganum, soleiðis sum hon altíð hevur ligið við tí vakra hólmanum mitt í og hann er ikki ein ordiligur hólmi, tí hann er fastur í land, sum ein tangi, men tey staðkendu kalla hann hólma. Gongst sum ætlað, so verður henda vakra tjørnin miðdepilin í nýggja býarpartinum í Havn, sum ber sama navn. Hon fer at verða eins sentral og Tjørnin í Reykjavík og Alstarin í Hamborg og maðurin, sum hevur peng­ arnar aftanfyri hesa stór­ fingnu ætlan, situr eisini í Reykjavík, hóast hann er føroyingur, og dulamaður, so tað brakar eftir í. Í skrivandi løtu hoyrist barnamál við Stórutjørn og tað fer tað eisini at hoyrast í framtíðini. Kanska fleiri av hesum smáu komandi stór­ borgarum í Havnini fara at búgva her á leiðini við útsýnið yvir Stórutjørn og tey fara at fortelja sínum barnabørnum um hvussu tjørnin sá út í 2008, tá íð einast hagi, lyngur, grágæs, tjøldur, lógv, harur og seyður húsaðust her. Tey smáu royna Stórutjørn Høgni Vang situr her vældubbaður við spiderman húgvuni á høvdinum. Hann hevur akkurát etið matpakkan, sum mamma hansara Guðrun ella pápin Jón Højsted hava tilevnað. Høgni eigur eina systur sum eitur Barbara og hon gongur í vøggustovuni Reiðrið í Býlingshúsinum Aftanfyri eru nøkur hálv andlit. Og heilu andlitini eru frá vinstru Niklas Niklasen, Jón Rói Høgnesen, Aron Tórgeirsson, Ragnar Karlsson, Bjarti Vang og Jónas Kristiansen. Smádreingir eru altíð svangir og tað minkar skjótt í matpakkunum Børnini hava stillað upp til heiðurs fyri myndamanninum á sjálvum hólmanum í Stjórutjørn. Her halda vanliga nakrar dunnur til og á nátt á sumri síggjast villgæs hvíla seg á floti, meðan dimmið sissar landið og eldhavið fyri norðan linkar og mennist av sólini, sum ongantíð setir nakrar 100 fjórðingar longur norðuri