Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-26, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 26. juni 2008 41 Hjørtur Joensen var ein av teimum fyrstu dreingjunum, sum kom fram á málið, íð var Stjóratjørn. Hann er av kvikastu dreingjum og var í oddinum allanvegin. Á vegnum niðan loypti hann og onnur børn av óvart hvøkk á eitt gásapar, eitt tjaldur og eina haru Rebekka Tausen, sum er langabbadóttir Meinhard Berg, sála í Oyndarfirði, er ikki køld hendan dagin. Hon er í fínari Barbie húgvu. Sølja Nybo aftast er av Hvítanesi og er akkurát byrjað í barnagarði. Julia Joensen er yngsta systurin hjá Hjørtur og hon elskar at lesa søgur Knútur Nygaard eitur Knútur og ikki Knút, som onkur sigur. Knútur skal í skúla í summar og her er hann troyttur á ferð inni á Stórutjørn meðan hann kínir framfýsna hundinum Loka, íð er staðkendur í Hoyvíkshaganum. Knútur gongur í skúlabólk, og næsta ferðin hjá honum verður við skúlabólkinum heilt norður í oyðuna, norður til Gjáar Teitur Berg er av Hvítanesi og hann eigur ein beiggja sum eitur Rógvi og Rógvi slapp undan myndamanninum Rúni Øster fer í skúlabólk í summar, tí hevur hann so stóran matpakka, sum er ein fín blikkeskja. Hann gekk líka skjótt sum teir, sum eru í skúlabólki og sum fara í skúla í summar. Pápin er úr Rumenia og eitur Rumica Frá vinstru Meinhard Johannesen, Tom Eli Mittfoss og Elias Christiansen. Meinhard eigur ein tvíburðabeiggja, sum eitur Sámal og teir duga væl at sparka. Pápi Meinhard er tollari. Tom Eli fer at koyra lastbil, tá íð hann verður stórur. Hann fer at koyra tann allarstørsta lastbilin í verðini. Elias er øgiliga raskur at arbeiða og ordna fyri og hann dugir at sparka. Pápin siglir við Enniberg Frá vinstru væl nøgdir dreingir. Her eru vinmenninir Sámal Johannesen. Páll Joensen og Knútur Nygaard. Sámal og Páll eru um at skrædna og Knútur er meira álvarsamur