hósdagur 26. juni 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 121 - 26. juni 2008
tíðindi
Hetta er triði partur í røðini við misvísandi yvirskriftini »Heimsins reinasta
oyggjaland«, har vit seta fokus á alt burturkastið og óruddið, sum flýtur
allastaðni í landinum. Kanska átti yvirskriftin heldur at verið »Grát mítt
óruddiliga land«.
Sosialurin hevur í nakrar vikur verið úti við myndatólinum og setir í hesum
døgum ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum sløðist runt í
okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý og úti í náttúrini.
Føroyar skal vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá bæði politikarum og
myndugleikum, sum arbeiða við ferðavinnu. Í fjør kom stóra herðaklappið frá
háttvirda tíðarritinum, National Geografic Traveler, sum setti Føroyar á eitt
fyrstapláss av 111 oyggjalondum, tá tað snýr seg um at hava reint umhvørvi.
Men liva vit upp til hetta? Og hvønn mátistokk hava tey fólkini brúkt, ið hava
útnevnt oyggjar okkara til henda fornemma heiður? Um tey yvirhøvur hava verið
her og hugt upp á umstøðurnar, so er ivaleyst gjørt skjótt av. Og hava hesi verið
varug við tey túsundtals tonsini av burturkasti, sum sløðist runt allastaðni? Um
so er, kann hetta valla hava talt við í grundarlagnum fyri metingini. Annars má
standa ómetaliga illa til í øðrum oyggjalondum, sum eru á listanum hjá blaðnum.
Tað var í øllum førum ikki torført at fáa eyga á óruddið ígjøgnum myndatól
okkara.
Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á alfara vegi, ella har
koyrandi er. Gløgt er gestsins eyga, sigur orðatakið, og tað merkir, at alt burtur
kastið, sum sæst ígjøgnum myndatól okkara, sjálvandi eisini kann avmyndast av
teimum ferðafólkum, sum vitja Føroyar. Tær fyrstu myndirnar vóru úr høvuðs
staðarøkinum, har flestu ferðafólk koma upp á land ella seta kós ímóti, eftir at
vera lend í Vágum. Í øðrum partin vóru vit í grannabygdunum fyri norðan,
Kaldbak, Kaldbaksbotni og Sundi, sum allar hoyra til Tórshavnar kommunu, ið
herfyri hevði umhvørvisviku. Kanska var tað eitt hugskot hjá kommununi at sett
ljós á hendan trupulleikan, næstu ferð skipað verður fyri umhvørvisviku.
Hesuferð standa bygdirnar vestani og norðanfyri, Kirkjubø, Velbastaður, Syðra
dalur og Norðradalur, fyri skotum. Harafturat hava vit verið við grótbrotið í
Hundsarabotni, sum Landsverk umsitur.
Føroyar eru naknar og opnar, og tí sæst óruddið her nógvar ferðir betri, enn tað
ger í londum, har trø og annar vøkstur kann fjala ein stóran part. Nøkur vøkur
sjón er hetta ikki, og fyri mong man tað tykjast óskiljandi, at fyritøkur, stovnar,
kommunalir myndugleikar og onnur sleppa avstað við at seta gamlar maskinur,
bilskrokkar, bingjur og annað burturkast frá sær á slíkan hátt. Ringast er við
havnaløg, alistøðir, ídnaðarøki, bóndagarðar og jarðeigarar og í niðurløgdum
grótbrotum, har onki mark tykist vera fyri skilaloysinum. Og hvør hevur
ábyrgdina fyri, at hetta kann lata seg gera? Tosað verður nógv um nýggjar
brennistøðir, tí orkan er ov lítil, men hesar megna onki at gera við gamalt jarn.
Tað má tyrvast ella flytast av landinum.
Eisini í dag lata vit myndirnar tala, og tað halda vit fram við hvønn dag
komandi tíðina.
Lagt til rættis:
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Myndir:
Álvur Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Syðradalur
3. partur
Heimsins reinasta
hesaferð
Hundsarabotnur, Norðradalur,
syðradalur, Velbastaður
& Kirkjubøur
Syðradalur
Hundsarabotnur
Hundsarabotnur
oman fyri Syðradal
Velbastaður
Norðradalur