hósdagur 26. juni 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 26. juni 2008 EYSTANSTEVNAN 2008 17
Síðani miðskeiðis í
90’unum hevur Sigmund
Johannesen arbeitt í
vegadeildini hjá Runa
víkar kommunu. – Hetta
er eitt fínt arbeiði, sigur
hann
Prýði
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Runavík: – Nú, ið tað nærkast til
Eystanstevnu er nóg mikið at takast
við, sigur Sigmund.
Hann arbeiðir dagliga í vegadeildini
hjá Runavíkar kommunu. Hetta er eitt
sera víttfevnt arbeiði, har teir altíð
hava okkurt at gera.
Í slíkum arbeiði, har eitt arbeiði er at
prýða kommununa, er nóg mikið at
takast við, óansæð hvør árstíðin er.
Teir kunnu verða sendir út til so
ymiskar uppgávur sum at planta,
leggja flisar, stoypa – og sum nú at
taka ókrút burtur.
Vanligur dagur
Vanliga fer Sigmund til arbeiðis
klokkan 8 á morgin og heldur síðani á
til klokkan 4.
– Men tað kann koma fyri, at for
maðurin biður meg arbeiða eitt sindur
longur. Og so geri eg bara tað, sigur
Sigmundur.
Hósdagin í farnu viku arbeiddi hann
á einum vegastrekki í nánd av Ellis og
Røktarheiminum í Runavík.
Hetta er jú tíðin, tá tað bæði tað
spírar og grør í urtagørðunum. Og tá
talan er um ókrútið, heldur tað seg ikki
aftur í at stinga seg fram á teimum
mest óframkomandi støðunum.
Sigmund fer í øllum førum at gera
sítt til, at stevnugestirnir skulu uppliva
ein vakran stevnubý!
Sigmund ruddar
til stevnu
Ókrút hevur tað við at stinga seg upp allastaðir. Men Sigmund Johannesen og hinir í
vegadeildini hava amboð og royndir í, hvussu hetta einfalt kann beinast av vegnum