Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 122 - 27. juni 2008 - Besta boðið upp á alternativa orku í Føroyum er vindurin. SEV eigur at syrgja fyri, at el-felagið fær eitt hóskandi net. Heldur enn at tosa um kaðal úr Íslandi til Føroya, eigur SEV at leggja nakrar kaðlar her á landi í staðin, so netið í framtíðini ikki verður nøkur undanførsla fyri framleiðslu av vindorku, sum kundi verið seld fyri hálvan prís, tá vinnuvirkini brúka minni orku, sigur Jákup Olsen Orka Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stjórin á ketlavirkinum Hógv í Søldarfirði heldur, at el-felagið SEV kundi selt streym fyri hálvan prís til brúkararnar um næturnar, tá fleiri av teimum stóru vinnufyritøkunum ikki brúka so nógva orku. Jákup Olsen heldur, at her kundu nakrar stórar vind- myllur gjørt undurverk. - Vindmyllur mæla líka so skjótt um náttina, sum um dagin, og flestu næt- urnar kundu hesar borið ein stóran part av netinum uppi við bíligum streymi. Hiti við el Hann sigur, at nýggju ketl- arnir, sum teir byggja í Søld- arfirði, eru klárir til tvær el- patrónir ella tvey hitalikam, sum við streymi kunnu hjálpa til, at oljufýringin ikki gongur so nógv. Stjórin á Hógv vísir á, at treytin fyri, at tað skal loysa seg at hita ketilin við el, er, at SEV í nærmastu framtíð fer at framleiða nógva alternativa og bíliga orku. - Eg haldi, at tað er ein undanførsla, at netið hjá SEV ikki klárar at taka ímóti streymi frá vind- myllum. Í staðin fyri at turrleggja ein stóran part av Eysturoynni, kundi el- felagið brúkt nakrar milj- ónir til at gjørt netið betri, um tað er trupulleikin. Jákup heldur, at SEV kundi fingið nógvar vind- myllur og kaðlar til betri net fyri tær upphæddir, sum brúktar eru upp á vatnorku- útbygging í Eysturoy. - Danir teljast ivaleyst millum størstu framleiðarar av vindmyllum í heiminum. Teir útflyta fyri miljardir krónur um árið. Tað skuldi tí verið undarligt, um ikki onkur er, sum kann læra SEV at byggja eitt net, ið klárar at taka streym frá vindmyllum. Ein vanlukka Stjórin á Hógv heldur tað vera eina vanlukku, at myndugleikarnir hava givið SEV loyvi til at taka vatnið úr áunum í Eysturoy. - Tosað verður eisini í ramasta álvara um at leggja kaðal úr Íslandi til Føroya. Eg haldi, at tað mátti verið skilabetri og meira nær- liggjandi at gjørt meira burtur úr vindorkuni í Føroyum og lagt nakrar kaðlar her á landi í staðin. Jákup ivast onga løtu í, at besta boðið í Føroyum upp á alternativa orku er vindurin, og tí eigur SEV at syrgja fyri, at el-felagið fær eitt hóskandi net, so hetta ikki verður undanførslan í framtíðini. - Tað er ikki realistiskt at hugsa sær, at 18.000 húsar- hald í Føroyum knappliga skulu hava eina skipan við hitapumpu. Tá ein hita- pumpa brúkar mest ein kaldan dag, brúkar hon 25 kw/t, og tí hevði SEV ikki klárað at levera alla hesa orku. Ein slíkan dag hevði ein øgiligur diesel-roykur verið á Sundi, sum stjóri á Hógv tekur til. Smáar vindmyllur Í seinastuni hevur nógv verið frammi um smáu vindmyllurnar, sum ein- staklingar hava sett upp til egna nýtslu. Hesar eru bundnar saman við hitalikam, sum eru sett inn í ketilin. Tá myllurnar mala, og likamið gerst heitt, gongur oljufýringin minni. - Tað er greitt, at olja er at spara við hesum, men tað hevði verið lættari, um SEV framleiddi bíligari orku við stórum vindmyllum og seldi streymin fyri líkinda prís heldur enn, at hvør einstakur skal útvega sær sína egnu vindmyllu. Stjórin á Hógv heldur ikki, at tað eigur at vera upp- gávan hjá hvørjum einstak- um at royna at finna sær útvegir fyri bíligari orku. - Tað kann ikki vera rætt, at tú og eg skulu gera slíkar íløgur, sum vit ikki vita eru tær røttu. Kanska átti almenni myndugleikin í Føroyum at stuðlað SEV í at framleitt bíligari orku – ella átti tað almenna at álagt el-felagnum at gjørt tað, heldur Jákup. Vindorka treytin Hann endurtekur, at tá tær stóru fyritøkurnar, sum brúka nógvan streym um dagin, lata aftur, átti grundarlag verið hjá SEV at selt streym til húsarhaldini fyri hálvan prís, so betri lønsemi hevði komið í aðra orku enn olju, sum bæði er kostnaðarmikil og dálkar umhvørvið. - Men treytin fyri hesum er so, at el-felagið er ført fyri at framleiða nógva og bíliga orku, leggur Jákup Olsen, stjóri á Hógv, aftrat. Lesið eisini viðmerk- ingarnar hjá stjóranum í SEV, Hákuni Djurhuus. - Tað kann ikki vera rætt, at tú og eg skulu gera stórar íløgur, sum vit ikki vita eru tær røttu, heldur stjórin á Hógv, Jákup Olsen Mynd: Vilmund Jacobsen SEV kundi selt avlopsstreym fyri hálvan prís Einsamøll børn Kanningar vísa, at grønlendsk børn, sum búgva í Danmark, liva mangan í stórum einsemi samanborið við onnur børn. Tey hava fáar vinir og noyðast ofta at klára seg sjálv í gerandisdegnum. Tí hevur felagsskapurin Grønlandske Børn sett hol á eitt átak, sum skal hjálpa teimum grønlendsku børnunum í Danmark. Anne Brunk, sum er við í átakinum, sigur við KNR, at børnini skulu fáa samband við hvørt annað og við onnur børn. Tað er tað fyrsta málið. Ávirkaðir flogskiparar Tað eru størv, sum seta so stór trygdarkrøv, at alt, sum kann rúsa, er bannað. Eitt av hesum størvum er starvið sum flogskipari, men tøl úr India vísa, at tað eru ikki allir flogskiparar, sum taka hetta í nóg stórum álvara. Indiskir fjølmiðlar siga, at á hvørjum ári fáa umleið 50 indiskir flogskiparar forboð fyri at seta seg í stýrihúsið, tí teir hava flogið við ferðamannaflogførum, sjálvt um teir vóru ávirkaðir av einum ella øðrum rúsandi evni. - Í okkara skipan kunnu vit ikki tosa um at selja avlopsstreym bíligari, tí framleiðsl- an verður alla tíðina lagað til nýtsluna. Málið hjá okkum er at framleiða so bíligan streym sum til ber alla tíðina – og ikki bara um næturnar, sigur SEV-stjórin Orka Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at tað er ikki soleiðis í Føroyum, sum í onkrum øðrum londum, at el-felagið hevur avlops- streym, tá vinnuvirkir lata aftur, og nýtslan minkar. - Okkara skipan er soleiðis, at framleiðslan av el-orku minkar so hvørt, sum nýtslan minkar. Vit hava fólk, ið eru á vakt 24 tímar um samdøgnið, sum stýra okkara eindum. So hvørt, sum streymnýtslan minkar, verða motorar sløktir, eins og vit eisini kunnu steðga vatnturbinum. Hann sigur, at hjá el- felagnum ræður sjálvsagt eisini um at spara orku, tá tað er møguligt. - Í okkara skipan kunnu vit tí ikki tosa um at selja avlopsstreym bíligari um næturnar, tí framleiðslan verður alla tíðina lagað til nýtsluna. Hákun Djurhuus sigur, at málið hjá SEV er at kunna framleiða so bíligan streym sum til ber alla tíðina – og ikki bara um næturnar. Avvísir ikki Stjórin í SEV avvísir kortini ikki tankan um, at el-felagið í framtíðini kann fara at selja bíligari streym ein part av samdøgrinum, tá nýtslan er minni. - Vit eru farin undir eina 10-ára verkætlan, har lagt verður um til fjaravlesing av málarum. Hendan ætlan hevur virkað í eini tvey ár, og vit eru komin nakað áleiðis. Hákun Djurhuus vísir á, at ein fyrimunur við fjar- avlesing er, at el-felagið alla tíðina kann fylgja við, nær fólk brúka streym. - Verður tað so, at fólk í størri mun fara at brúka streym um næturnar til eitt nú upphiting av sethúsum, vatni – ella í framtíðini at løða el-riknar bilar – er ikki óhugsandi, at vit í framtíðini kunnu viðvirka til, at hetta kann gerast bíligari um næturnar. Stjórin sigur, at hetta tó treytar, at tú tá hevur orkukeldur, sum framleiða bíligari orku. - Eitt alternativ er sjálv- sagt vindorkan, men vind- urin er óstøðugur, og hvat høvdu fólk sagt, tá eingin vindur og eingin orka var, spyr Hákun Djurhuus. Eingin ætlan Stjórin í SEV vísir á, at í løtuni fyriliggur eingin ítøkilig ætlan um, at el- felagið kanska fer at selja bíligari streym, tá vinnu- virkir lata aftur. - Viðhvørt hoyra vit, at tað er netið hjá SEV, sum er ein forðan fyri størri framleiðslu av orku úr vindi. Men hetta er ikki rætt. Hákun Djurhuus sigur, at orkuframleiðsla sum heild í minst líka so stóran mun er ein spurningur um javn- vágina millum eftirspurning og framleiðslu. - Uppi í hesum er eisini spurningurin um brúksvanar hjá viðskiftafólki, og tað er her, at møguleikin um bíligari orku ein part av samdøgninum kann koma upp á tal, sum árini ganga, og alternativa orkan verður útbygd, sigur stjórin í SEV. Bíligari streymur er ikki óhugsandi - Treytin fyri, at SEV skal kunna selja bíligan streym, er, at el-felagið er ført fyri at framleiða nógva og bíliga orku, heldur Jákup Olsen Mynd: Vilmund Jacobsen