Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 • 27. juni 2008 Vikuskifti 9 Veturin kann verða langur – ikki bert hjá okkum, men eisini aðrastaðni – og tá kann verða gott við onkrari løtu í solarium. Eitt er tó vist, hendan kvinnan fær ein heldur skiftandi lit, men kanska snýr tað seg bara um at halda hitan eina løtu. skemt Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Og hvussu við øðrum førum Í hesum førinum vil eg siga, at tað ikki kemur an uppá støddina Løgmaður á Rás2 Hvussu við okkum øðrum? Summarið verður helst trupult fyri partabrævaeigarar www.uf.fo Ferðafólkið á glið? Fráferðin mátti útsetast ein hálan tíma Olivant Ymisk sløg av bóltum Hatta var ein flottur bóltur, hann lyfti innfyri har 3-2 Tekur avleiðingarnar áðrenn nýggjan dyst Venjarin hjá Eysturríki hevur í kvøld boðað frá, at hann leggur frá sær beinanvegin Olivant Forelskilsi? Ísland vil forða fyri, at fleiri ísbjarnir verða skotnar í Ísland www.uf.fo Og teir vunnu álíkavæl! Føroysk hjálp til Spania Olivant Tað er so einki prýði Loysir seg peningaliga at hava vindmyllu í urtagarðinum www.uf.fo Nýggjur byggiharri? Yvirfriðingarnevndin ikki liðug við Eiði 2 fyrr enn seint í summar. www.uf.fo Eigarin av hesum bilinum er iki ráðaleysur, hóast hurðalásið eftir øllum at døma ikki riggar, sum tað skal. Hann hevur gjørt sær sítt egna lás við ketu og heingilásið, og so verður hesin bilurin ikki stolin. Men hvør skuldi nú havt hug at stolið hann? Bilurin er stongdur Einki er sum eitt korter av sól Góðan morgun Hesar báðar myndirnar eru tiknar í Vestmanna nú um dagarnar. Onkur hevur hildið tað verið stuttligt við morgungávu til eigaran av hesum bili - sum um bilurin í sær sjálvum ikki var nóg frískur. Trappurnar mangla Her er okkurt, sum ikki gekk eftir ætlan í byggingini. Hvussu handan samansetingin við einum radiatori, hurð í leysum lofti og einum stóli riggar, kundi verið spennandi at fingið at vita.