fríggjadagur 27. juni 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 122 - 27. juni 2008
Læraraparið Gunnvør
og Hilmar Joensen,
sum seinastu 23
árini hava virkað við
Nólsoyar skúla, løgdu
í gjár frá sær eftir
ávikavist 39 og 37
árum sum lærarar
STARVSLEIÐ
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
»Hetta er ein sorgblíður
dagur. Vit hesum haldi
heiðra vit tykkum, sum hesi
bæði lærarafólkini, ið tey
síðstu mongu árini hava
myndað skúlan í Nólsoy og
blást lív í mentanarlívið í
her úti við sjónleiki og
tónleiki. Tykkara dagliga
gongd hevur verið her niðan
í skúlan og soleiðis týdn
ingarmikla uppgávan at
kveikja áhuga fyri læring
og menning í ungar barna
sálir.
Tit
hava
nomið
tykkum íbáslur í altjóða rák
ið og nýtt henda bygda
skúlan mitt úti í havinum
sum eina verkætlan at
nútímansgera
føroyskan
skúlaskap og harvið verið
undangongufólk«.
Soleiðis byrjaði forkvinn
an í skúlastýrinum, Joan
Sørinardóttir, sína røðu á
móttøkuni, sum var fyri
teimum báðum, Gunnvør
og
Hilmar
Joensen,
í
skúlanum í Nólsoy í gjár.
Og rætt er. Tey bæði hava
myndað, ikki bara skúlan,
men alt mentanarlívið í
Nólsoy seinastu 23 árini.
Og tað var upprunaliga
ikki ætlanin. Tey bæði røktu
annars lærarastørv niðri í
Danmark, men tá tey í 1984
vóru heima í Føroyum á
vitjan, róði Hilmar hart upp
undir, at tey skuldu flyta
heim at verða lærarar, og
tað skuldi vera úti í Nólsoy,
um høvið beyðst.
Eg játtaði at enda at vit
kundu geva hesari roynd
tvey ár, og so skuldu vit
fara víðari, men tað endaði
altso við 23 árum í Nólsoyar
skúla, segði Gunnvør Joen
sen, fráfarandi skúlastjóri, í
takkarrøðu síni.
Nýskapan
Tey komu so til Nólsoyar í
1985, tá fyrstilærarin, sum
tað tá æt, var vorðin sjúkur
og harvið var starv leyst at
søkja. Hilmar fekk starvið.
Gunnvør var so ársvikarur
fyrsta árið og tímalærari
annað árið, áðrenn hon fekk
fast starv.
Í 1996 fór táverandi
skúlastjórin frá, og Gunnvør
tók við.
»Bæði hava tit saman við
skúlanum skipað fyri eina
standandi tiltøkum – reinum
show´um – sum føstulávints
haldinum og jólahaldinum,
har tit hepnisliga hava dugað
at inndrigið alla bygdina, og
hugnemandi tiltøkum, sum
morgurløtuna og próvhand
anina hjá 9. flokki. Tá vit
skoða rundan um okkum
her, so er tað ein gamal
skúli, sum vit síggja, men tit
hava megnað at fylt henda
skúla við anda og skapandi
virksemi við næmingunum í
miðdepli«,
segði
Joan
Sørinardóttir í røðu síni.
Og satt er.
Tað vóru mong, sum
undraðust og kanska ilsk
aðust, tá vit byrjaðu at strika
fakini á tímatalvuni, og fóru
at arbeiða meiri í verk
ætlanum og temaum. Men í
dag arbeiða allir skúlar á
henda hátt, so tíðin hevur
víst, at vit gjørdu rætt, segði
Gunnvør Joensen.
Nólsoyar skúli var sostatt
fyrsti skúli í landinum, sum
byrjaði við verkætlanum og
temadøgum og –vikum.
Serliga
kreativur
var
skúlin tey árini, Sharon
Weiss starvaðist sum lærari
í Nólsoy, og vóru nógvir
alternativir undirvísingar
hættir nýttir.
Nú byrjar so ein nýggj tíð
í
Nólsoyar
skúla
við
nýggjum skúlastjóra. Men
sjálvt um tað uttan iva verð
ur saknur í teimum í skúlan
um, fara nólsoyingar annars
framhaldandi at njóta gott
av læraraparinum Gunnvør
og Hilmar Joensen.
Gevast eftir 76 ára tænastu
Størri arbeiðsloysi
Býarmyndugleikarnir í Reykjavík siga, at broytingarnar
í íslendska búskapinum fara at hava stóra ávirkan á
gongdina í høvuðsstaðnum og økinum kring býin. Mill
um annað verður fólkavøksturin í høvuðsstaðarøkinum
væl minni enn væntað, og byggingin verður eisini væl
minni enn fyrr mett. Myndugleikarnir vænta hinvegin,
at arbeiðsloysið fer at veksa. Í fjør var tað 0,9 prosent. í
ár ætlandi 1,8 prosent, og næsta ár verður tað umleið
3,5 prosent.
Á aðalfundinum í
gjár varð samtykt at
økja partapeningin
í Sp/F Atlantic
Biotechnology við
upp til 9 milliónir
krónur
KAPITALHÆKKAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Atlantic Biotechnology fæst
við at menna biotøkniligar
proteinúrdráttir úr rávøru
frá fiskaframleiðslu. Arbeitt
hevur verið við ætlanini
síðani
2005. Teir
hava
millum annað gjørt roynd
arframleiðslur og greiningar
av
proteinúrdráttum
úr
ymiskum fiskasløgum. Í
løtuni verða fyrstu vørurnar
marknaðarførdar.
Í fyrstu atløgu er ætlanin
at menna úrdráttir til fóður,
meðan tað í framtíðini
verður arbeitt fram ímóti at
virka og selja úrdráttir til
mat og heilivágsídnaðin.
Framleiðsla av biotøkn
iligum úrdráttum úr fiska
rávøru er vinna í støðugari
menning grundað á ser
kunnleika innan fleiri vit
annarøki: biotøkni, mem
brantøki, marknaðarviður
skifti v.m. Stórur dentur er
tí lagdur á at byggja upp
neyðug netverk og samstarv
til tílíka framleiðslu.
Verkætlanin stuðlar undir
øktari gagnnýtslu av fiska
tilfeinginum, og gevur har
við hugtakinum “burðar
dygg
veiða”
eitt
betri
vinnuligt grundarlag.
Avgerð um bygging av
framleiðsluvirki
verður
eftir ætlan tikin innan 6
mánaðir, og framleiðsla
kann
tá
væntast
við
ársbyrjan 2010.
Stovnarir felagsins eru
Norcape Biotechnology AS
(NO), Sp/F Innovent, Sp/F
Mira og Framtaksgrunnur
Føroya.
Afturat
hesum
íleggjarum, hava nú eisini
P/F Royndin og P/F SET
gjørt innskot í felagið.
Eftir aðalfundin sita í
nevnd felagsins: Sigurð í
Jákupsstovu
(formaður),
Atli Rasmussen, Janet Fríða
Johannesen, Alex Buvik og
Eddy Georg Torp.
Stjóri í felagnum er
Gestur Hovgaard.
Kapitalhækkan í Atlantic Biotechnology
Gestur Hovgaard er stjóri í
Atlantic Biotechnology
- Vanligt er, at býráðið
handar fráfarandi
skúlastjórum eina
gávu. Í hesum førinum
er tað so heppið, at
tit bæði kunnu njóta
hana, segði Heðin
Mortensen, borgarstjóri,
við Gunnvør og Hilmar
Joensen
Mynd: Leo Poulsen
Ølveitsla undir EM
Hóast regn og torusláttur hevur ølsalgið hjá Carlsberg verið
munandi størri enn roknað varð við undir EM í fótbólti. Í dag
boðaði dóttirfelagið hjá Carlsberg, Feldschlösschen, frá einari
øking í ølsalginum upp á 20% í mun til sama tíðarskeið í fjør.
– Okkara mál fyri søluni undir Euro 2008 var ein øking upp á
1015%, og tað hevur hildið, ikki minst takað verið 150.000
ølglaðum hollendarum. Somuleiðis hava lýsingarnar virkað
væl, so fólk heldur hava drukkið Cerlsberg enn Heineken,
segði Thomas Amstutz, stjóri í Feldschlösschen.