Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 122 • 27. juni 2008 heim við Nakki, og teir fóru úr Aberdeen tíðliga í august.Skipari var Johan Purkhús úr Klaksvík. Hann var giftur við Ingrid, dóttir Jens Klæmint Isaksen, beiggja Christian Johannes. Tá ið teir vóru komnir um hálva leið, sigur tann, sum hevði havt róðurtørn við skiparan, at hann hevði sæð ein snurruvodsbát liggja uppsteðgaðan, og hann helt, at hesin hevði „H“ (Hull) skrásetingarnummar á bógnum. Johan vendi so bátinum, og teir sigldu ein knappan tíma suðureftir og komu fram á henda snurruvodsbátin, sum var uppsteðgaður. Teir høvdu mist kølivatnið. Men tað sum gjørdi alt meira áhugavert var, at hetta var júst ”Paynther”, harskiparinvar eingin annar ennNapp, sum systkinabarn Idu, konu Johan.Teir tosaðu so um, hvat gerast kundi fyri at fáa motorin í gongd aftur, og Sofus minnist, at ein loysn var at seta tanga upp á stýrhústakið, so at kølivatnið kundi renna niður í motorin, tí pumpan var í ólagi.Hetta fekst alt í lagi. Eftir at hava heilsast væl og virðiliga fóru skipini síðan hvør sína leið, og Johan kundu bera eina heilsan fram til ættina í Føroyum, og tað sama kundu Napp gera heima. Ættin hjá Helenu Kona Kristian Johannes, Helena,var elst av børnunum úr Innistovu í Hvannasundi. Hini systkini hjá Helenu vóru: Johanna giftist við einum bakara, Solberg sum arbeiddi á hvalastøðini á Kópagørðum í Hvannasundi og flutti til Noregs. Tey fingu 9 børn harav 8 giftust so familjan er stór og sjálvt um tað er komið út í 5. lið vitja tey enn aftur til Føroyar at hitta skyldfólk og í ár eru júst 100 ár síðani Jóhanna flutti til Noregs, og tí koma nøkur fleiri enn vanligt at vitja í ár Elin Margreta giftist Jústa í Depli Justesen og fingu tey 6 børn. 3 gentur og 3 dreingir. Gulak Sørensen.Hann var yngstur og giftist við Guðrun, bóndadóttir úr Depli. Tey fingu 5 børn, 2 synir og 3 døtur. Tann eini sonurin Guttorm er abbi at kenda ítróttarmanninum og rennaranum Guttorm Sørensen, sum býr í Klaksvík. Aftur á slóðina Hetta er ættarligi upprunin til hesa vitjan. Tey, sum vóru her, vóru sum sagt Haldane hjá John við konu og systkinabarn hansara Karen hjá Napoleon.Haldane hevur ikki verið í Føroyum í 60 ár. Tað er styttri síðan, at Karen hevur verið. Tey hava ferðast dúgliga og serliga nógv hava tey verið í Norðoyggjum, haðani ættin jú kemur og stórur partur av ættini býr. Ferðaleiðari hevur verið systkinabarnið Haldane hjá Albert. Her hava tey vitjað ætt, og eisini leitað upp gravstøð á ættarfólki.Tey láta sera væl at ferðini og blíðskapinum. Tey hava hitt nógv av ættarfólki og kenningum. Haldane er royndur ferðaleiðari. Hann kennir eisini væl ættina, so skyldfólkini úr Onglandi hava fingið nógv burturúr. Her kann leggjast afturat, at verður farið til systkina hjá Ingu eru her eisini stórar og kendar ættir sum hjá teimum í Dali, Lindenskov Samuelsen, Ziskaættin í Havn, Kamban og hjá Sigmund á Argjum.Eisini var Viderø prestur trýmenningur Christian Johannes. Tey sum hava áhuga fyri ættina hava møguleika fyri at kunna seg meira um hana inni á heimasíðuni: www.fiskimannafelag.fo gamla heimasíðan, blað nr. 369. Seinni fara vit at umrøða eina aðra vitjan.Fyri 100 árum síðani fóru tveir brøður úr Fuglafirði, Bartal og Óli Jákup Eliasen, til Bretlands og Canada. Ætt hjá Bartal hevur vitjað higar í summar, og er hetta eisini ein áhugaverd søga. 2 x Karen. 1 er Karen hjá Napp og Jill. 2 er Karen hjá Ingrid og Albert Andreas, sonur Andreu, í ungum døgum Í miðjuni Faroe Chris, Christian Johannes Isaksen, umborð á trolaranum »S.T. Cape Crozier« Mynd tikin áðrenn kríggið. 1 er John, 2 Ingrid, 3 er Hanna Paula, dóttir Elin Margrethu og Jústa í Depli systkinabarn teirra og 4 er Napoleon. 1,2 og 4 eru børn hjá Helenu og Christian Johannes Gomul mynd úr Hvannasundi. Pílurin vísir á Innistovu, haðani Helena var ættað. Hansemann, sum flutti aftur til Føroyar Ingrid og Andrea 4 og 5 ára gamlar