Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 122 - 27. juni 2008 Framgongd í Grønlandi Tað gongur tann rætta vegin í grønlendska búskapinum, og samanumtikið verður vøkstur í búskapinum í 2008. Tað sigur ráðgevandi nevndin hjá forsætismálaráðnum, sum kom við sínari árligu frágreiðing í gjár. Nevndin sigur, at framburðurin stendst yvirhøvur av stórum almennum íløgum. Nevndin heldur, at Grønland eigur at fáa meiri burtur úr teimum jaligu umstøðunum á vinnuøkinum og tí veksandi virkseminum á ráevnaøkinum. Oljan var mjørki Flogskipararnir á einum rutuflogfari hjá franska flogfelagnum Air France boðaðu fyrradagin donsku loftf erðslumyndugleikunum frá, at teir høvdu sæð ein døkkan blett á havinum nærhendis Disko í Grønlandi, og at talan eftir øllum at døma var um ein oljublett. Grønlands Kommando sendi eitt flogfar at kanna málið, men tað sá onga olju. Grønlands Kommando sigur við KNR, at tað man helst hava verið mjørki, sum flogfarið helt vera olju. Tað gongur frameftir í grønlendska búskapinum Mynd: KNR Sandavágur gjørdist best røkta bygd fyri triðju ferð, tá umhvørv­ isátakið 2008 var í Müllers Pakkhús í gjár. Heiðurslønir Bjørk Olsen bjork@sosialurin.fo Í ár luttóku átta kommunur, og tær sendu tilsamans 23 uppskot inn til metingar­ nevndina. Fimm kommunur fingur hesar virðislønir: Best røkta vinnuøki, ser­ merkt náttúruøki og tríggjar virðislønir innan Best røktu bygdina 2008. Í junimánaða ferðaðist metingarnevndin runt allar bygdirnar og avgjørdu vinnararnar. Høvuðsvinningarnir eru eitt gávukort, ið kommunur­ nar kunnu nýta til Svana­ merktan prentlut. Svana­ merkið er ein sjálvboðin norðurlendsk umhvørvis­ merking av vørum og fyri­ tøkum við 3. parts eftirliti. Fyri at fáa hesa merkin skal fyritøkan prógva, at hon kann lúka umhvørviskrøv, ið gera, at framleiðslan í all­ ari fyritøkuni er millum tær minst umhvørvistyngjandi. Allir vinnararnir fingu eina vakra plátu úr gróti, har navnið á kommuni og heitið av virðislønini var rist á.å Best røkta bygd 2008: Sandavágur Nógv virksemi er í bygdini og karmarnir fyri felagslívi eru góðir. Nógv verður gjørt fyri at fríðka um. Bøgarðarnir eru vakrir og væl hildnir, og gamli handilin er gjørdur um til fornminnissavn. Áirnar eru reinar, og eitt frítíðarøki er gjørt við ánna. Bygdin er sum heild ruddilig og vælskipað. Einki spillivatn frá húsarhaldum verður leitt út í áir, men íbundð kloakkskipan, sum førir tað út á sjógv. Sandurin er reinur og ruddiligur. Ynskiligt er tó, at kloakkirnar verða førdar longur út á sjógv 2. virðisløn: Bøur í Sørvágs kommunu Tey hugnaligu, gomlu húsini í bygdini liggja tøtt mill­ um smøl tún og eru sum heild væl hildin. Nógv verður gjørt fyri trivnaðin hjá ungum sum eldri. Millum annað er sparkivøllur, trampolin og eitt hugnaligt fríøki við ánna. Á neiligu síðuni rennur kloakk út av bakkanum oman á sandin, og áin er ikki rein. Best røkta vinnuøki 2008: Tofta Havn Økið er sum heild ruddiligt og væl skipapð við ruddiligum bingjuplássi og vælvirkandi móttøkuskipan fyri burtur­ kasti frá skipum. Lætt er hjá skipum at sleppa av við burturkasi uttan at gjalda serligan meirkostnað. Skeltingin á økinum er greið, og einki spillivatn rennur út í havna­ basengið. Tað er eisini jaligt, at nýútbygda havnalagið ikki hevur breitt seg um alt økið, men hevur latið ein part av fjøruni ligið órørda. Sermerkt náttúruøki 2008: Hvannhagi í Tvøroyrar kommunu Økið liggur avbyrgt, og tú sleppur einans hagar til gongu. Jarðfrøðiliga landslagið er sjáldsamt. Plantu­ og djóralívið í økinum er fjølbroytt – serliga á fjallalíðum, har seyður ikki sleppur framat. Metingarnevndin var umboðað av: SamVit, Umhvørvisstovuni, Føroya Forminnissavn, Arkitektafelag Føroya Føroya Náttúru­ og umhvørvis­ verndarfelagi. Best røktu bygdir 3. virðisløn: Trøllanes í Klaksvíkar kommunu Bygdin liggur í einum serstakliga náttúruvøkrum um­ hvørvi við brøttum líðum og víðum útsýni út á hav. Bygdin er sum heild ruddilig og væl skipað. Gomlu hjallarnir og vøkru rabarbu­ og kálgarðarnir geva bygd­ ini ein hugnaligan dám. Um enn ikki er komið á mál, so er kloakkskipanin komin ávegis.