Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 • 27. juni 2008 Vikuskifti 7 nn í Bretlandi Hvannasundi, sum var komin í Innistovu at vera sum hálvvaksin. Tey vuksu so at siga upp sum systkin. Cristian Johannes fiskaði nógv undir Føroyum og var mangan á Klaksvík, har hann átti skyldfólk. Tveir synir hansara Napp og John búðu eina tíð í Føroyum sum ungir. John sigldi við Smiril og var eisini við Havhestinum hjá Skipafelagnum. Napp var nokk mest við fiskiførum hjá pápabeigganum Jens Klæmint. Christian Johannes doyði í 1955. Børnini: Christian Johannes og Helena fingu fimm børn. 1. Andrea. (1906 – 1927) Komtil Føroya sum ung og varð trúlovað við Adrian Justesen í Hvannasund. Tey fingu ein son, Andreas Isaksen. Men Andrea doyði stutt eftir. Adrian flutti niður, har hann giftist við eini einkju við tveimum børnum. Men sjálvi fingu tey einki barn. Hann doyði í 1945. Andrias, sonurin, vaks upp á Viðareiði og giftist við Poulu haðani. Tey eiga fimm synir og eina dóttir. Tey eru: Jákup Hannilena, g. v. Janus Jacobsen Andor, g.v. Jonu Hansen Lassen, g.v. Gunvør Klæmint, g. v. Christinu Nolsøe Heðin Matras, g. v. Tórunn Holm 2. Ingrid (1907 – 1989) giftist við Albert Absalon Joensen f. 1908 í Havn. Hann var beiggi Hans Sundstein, so tað ber til at lesa um hansara ætt í nýggju bókini hjá Jógvan Sundstein. Mamma Albert varAnna Margreta var úr Bug í Hvannasundi, dóttir Hans Jacob Matras, handilsmann og fyrrverandi sýslumann ættaður av Norðoyri og Onnu Elisabeth Joensen, dóttir Mikkjal í Kristnastovu úr Havn Av tí at mamma Ingrid eisini var úr Sundi og ferðaðist sum ung í Føroyum, komu tey bæði at kennast har norðuri. Ingrid plagdi at vera í handli í Hull. Hetta kom væl við hjá føroyskum fiskimonnum, sum ikki allir vóru so stívir í enskum. Ingrid og Albert fingu børnini: Haldane Frigaard Napoleon, búsitandi í Havn Steintór, býr samanvið Juliet, búsitandi í Havn Hans Andreas, býr niðri og eigur 4 børn Karen Helena, býr saman við Tom niðri, eigur 2 synir Jákup Johannes Johan Absalon, báðir búgva í Havn 3. Haldane Napoleon, (1912 - 2005),føddur í Hull. Ætlanin var bert at kalla hann Napoleon eftir Pola í Dali, sum gekk burtur við Oliviu í 1912 sama vár, sum Napoleon var føddur í juli. Poli var systkinabarn við pápan Cristian Johannes. Men at kalla dreingin Napoleon hildu aðrir norðurlendingar, sum foreldurni ofta møttu í donsku sjómanskirkjuni í Hull, vera sera óheppið fyri drongin. Hann kundi fara at vera happaður, tá ið hann fór í skúla.Orsøkin var tann, at franski keisarin Napoleon var fremsti fíggindi hjá Bretlandi, ta tíð tað var. Tí var navnið avgjørt ikki populert millum bretar. Tí funnu tey eitt skotskt navn Haldane. Kanska hevur tað leitt tankarnar yvir á merkingina ”hálvur dani”. Napoleon kom so at verða kallaður Napp í familjuni og millum føroyingar, men Hal milllum eingilskmenn. Napp giftist við Gladys ”Jill” Pearce, og tey fingu tvey børn, Karen Gillian f. 1945 og Ian Stuart f. 1948. Napp var fiskimaður um ein háls, og hann kann væl roknast sum ein tann fremsti bretski fiskiskiparin í síni tíð. Hann bleiv seinni skipari á teimum fyrstu flakatrolarunum, sum vórðu bygdir í Onglandi, „Fairtry“, I, II og III nevndir. Eitt skifti hevði hann egið skip ”Paynther” á navni. Seinni árini var hann lærari á einum fiskimannaskúla, har hann undirvísti ungar menn í at bøta og gera trol. 4.John Kenneth Normann (1913-1985). Hann giftist í 1939 við Edith Gibbins. Tey fingu tvey børn: Haldane Albert Frigaard f. 1939 og Trevor Normann f. 1942. John sigldi eisini sum fiskimaður og fýrbøtari á trolarum. Hann var frá barni av nakað blindur, men sigldi so leingi heilsan var og fór síðani upp á land at arbeiða. Seinastu árini var hann náttarvakt niðri í dokkunum. 5. Hans Pauli Emil Isaksen (1920 – 1976), vanliga kallaður Hansemann, var ógiftur. Var útlærdur málari og kom til Føroyar at vera fyrst í ’50 unum og var verandi her til sín doyggjandi dag. Systkinabørn hittust á víðaum havi. Sofus Poulsen, okkara umboðsmaður í Aberdeen í hálva øld, greiddi í 2005 í FF-blaðnum frá einum pussigum tilburði um, hvussu tilvildarliga ein kann møta næstrafólki, sjálvt á víðum havi. Tá var einki rutusamband millum Bretland og Føroyar, so farast mátti við onkrum fiskiskipi, sum kom til Aberdeen at landa. Hesa ferðina fer Sofus Christian Johannes Isaksen Helena Isaksen, kona Chistian Johannes 2 x Haldane. 1 er Haldane hjá John og Edith. 2 er Haldane hjá Ingrid og Albert