Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 122 - 27. juni 2008 Gates gevst Bill Gates, sum saman við Paul Allen stovnaði Microsoft í einum bilskúri í 1975, hevur sín seinasta arbeiðsdag í fyritøkuni í dag. Gates, sum er ein av heimsins ríkastu monnum fer frameftir at brúka alla sína tíð til vælgerandi endamál gjøgnum »Bill and Melinda Gates Foundation«, sum hann hevur stovnað saman við konu síni. Eftir áratíggir í fremstu røð fer Gates nú frá Microsoft, sum skal tillaga seg eini tíð, har telduverðin er undir stórum broytingum, og har teldurisin er í stórari kapping við eitt nú Google og Apple MacIntosh. Tríggir persónar skulu røkja størvini, sum Bill Gates hevur havt. Ray Ozzie verður leiðandi software arkitektur, Craig Mundie skal leiða gransking og strategi, meðan Steve Balmer verður forstjóri í Microsoft, sum hevur høvuðssæti í Redmond í statinum Washington. Oljudálking í miðbýnum Hendir ikki aftur Hendrik Egholm, stjóri hjá Shell sigur at talan var um eitt hendiligt óhapp, tá teir 600 litrarnir fóru í skeiva áfylling og ístaðin endaðu í moldina Orsøkin til hendiliga óhappið er, at hann, ið fylti oljuna á, ikki visti at Eik hevði skift olju­ tangan út – og harvið fingið nýggja áfylling – fyri einum ári síðani. Hann var nýggjur í starvinum og hevði ikki fingið at vita um broyttu umstøðurnar. Hinvegin hevði Eik ikki tikið burtur ta gomlu áfyllingina, og tí endaði oljan altso í skeiva rørinum og úti í náttúruni. ­ Tað er altíð ein spurningur, hvør hevur skyldina í slíkum før­ um. Men vit fara so ikki at »rætta peiki­ fingrar« hvør ímóti øðr­ um, sigur Shell­stjórin í stuttari viðmerking. Oljufelagið hevur sínar mannagongdir at ganga eftir, tá slík óhapp henda. Tey hava longu verið í samband við røttu myndugleikar í slíkum førum, millum annað Brandstøðina og Umhvørvisdeildina hjá Tórshavnar Komm­ unu. Oljan er nú turkað upp og økið er sápað, og nú skal so moldin kannast. ­ Hetta er eitt óhapp sum ikki eigur at henda. Men eg eri vísur í, at hetta fer ikki at henda aftur á hesum staði, slær Hendrik Egholm fast. Tá Shell í morgun koyrdi olju á Eik Banka í miðbýnnum, koyrdu teir á eina gamla áfylling við tí úrsliti, at oljan rann niður í moldina OLJUDÁLKING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað kundi enda við, at umleið 600 litrar av olju enda í Havnará og Sergenta­ víkini. Tá Shell í morgun koyrdi olju á Eik Banka í miðbý­ num, varð koyrt á eina gamla áfylling við tí úrsliti, at oljan rann niður í mold­ ina. Øssur Nolsøe, deildarleið­ ari hjá Eik Banka í miðbý­ num, veit ikki nágreiniliga at siga, hvat er hent, men gamla áfyllingin verður ikki brúkt meira. Vit fara at seta okkum í samband við Shell fyri at vita, hvat vit gera við hetta. Sjálvandi mugu vit royna at fáa sum mest upp aftur, sigur Øssur Nolsøe. Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu hev­ ur verið á staðum og hugt. Haðani verður sagt, at tann oljan, sum rann útyvir, er pumpað upp aftur. Hartil hava tey givið boð um, at dálkaða moldin skal beinast burtur. Vit hava givið boð um, at dálkaða moldin skal beinast burtur sum skjótast, verður sagt av Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu. Lagt verður aftrat, at skjótt má berast at, tí oljan sivjar spakuliga djúpri og djúpri niður, og tí er stórur vandi fyri, at hon endar í Havnará. Av brandstøðini verður sagt, at tað ikki ber til at pumpa nakað av tí, sum er farið í moldina, og at tað bara snúði seg um heilt lítla olju, sum er tikin upp aftur. Annars kanna teir javnan gjøgnum dagin, um oljan er komin í Havnará. Øssur Nolsøe, deildarleiðari hjá Eik Banka í miðbýnum, fer at seta seg í samband við Shell fyri at finna útav, hvussu stór dálkingin er Mynd: Jens Kristian Vang Fyrrapartin kom ein tangabilur hjá Shell at fylla olju á skeiva áfylling hjá Eik Banka í miðbýnum við tí úrsliti, at oljan endaði í moldini Mynd: Jens Kristian Vang