Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 • 27. juni 2008 Vikuskifti 6 Í farnu viku var ein slík vitjan í Føroyum. Hetta var Haldane Isaksen, sum var her saman við konu síni Barbara Lynn og systkinabarninum Karen Isaksen. Men áðrenn sagt verður meira frá hesi vitjan, skal greiðast eitt sindur meira frá ættini. Pápi Haldane var John Kenneth Normann Isaksen. Vanliga nevndur John. Pápi Karen var beiggi John, Napoleon Isaksen. Pápi teirra var Christian Johannes Isaksen f. 1877 á Kirkju. Nú kom vit til eina heilt stóra familju. Tey vóru nýggju systkin, og nógv av teimum fingu nógv børn. Her kann nevnast stutt um systkini: Johanna Maria f. 1873. Hon giftist fyrst við Ísaki Simonsen av Viðareiði, og tá ið hann doyði, giftist hon við beiggja hansara Símun. Hon fekk sjey børn við báðum monnunum. Elsa Frederikka f. 1875. Giftist til Viðareiðisvið Jens Viderø. Tey fingu bert ein son Dánjal, sum 26 ára gamal slerdi út í 1931 av Tvey Systkin hjá Absalon á Skála. Jacob Hendrik f. 1879. Giftist fyrst við Sofíu Fuglø á Viðareiði og síðan við Súsannu Olsen. Fekk tilsamans 5 børn. Eitt av teimum var Helena, mamma millum onnurEiler og Sámal Jacobsen, og Constansu, sum giftist til Syðradals á Kallsoynni. Hon var ommaBjørn Kalsø, fyrrverandi fiskimálaráðharri. Jens Klæmint f. 1881, giftur við Sáru Fuglø av Viðareiði, har tey búsettust. Tey fingu átta børn. Hann gjørdist kendur reiðari, keypmaður og eisini prædikumaður. Jóan Jakku f. 1883 varð verandi á Kirkju. Giftist við Petru Hansen. Tey fingu tvær døtur. Johannes f. 1886.Flutti til Danmarkar, var giftur tvær ferðir og fekk 15 børn. Sigga f. 1888.Giftist til Viðar­ eiðis við Jákup á Grømma. Tey fingu 5 børn. Andrea Maren f. 1891. Giftist við Marius Thomassen á Oksakletti av Viðareiði, og fingu tey seks børn. Ættin hjá Christian Johannes Nú venda vit aftur til ættina hjá Christian Johannes.Mamma hansara var Inga (Johannesdatter) f. 1850 í Skopun, dóttir Elsu og Dímunar Jóannes. Hon tænti á Kirkju og giftist í 1872 við Kristian Johannes Sivertsen f. 1849. Hann var ættaður úr Fuglafirði og tí kallaður Fuglfirðingurin. Ein morgun í 1876 kirkjumenn skuldu til útróðrar, var Fuglfirðingurin farin oman á Frekarakonuna at stinga fliður, men eingin maður kom aftur og einki sást aftur til hansara. Tey áttu tvær døtur. Árið eftir giftist hon upp aftur við Ísaki Hendriksen av Fløtti, og tey fingu sjey børn. Elstur av hesum var Christian Johannes, uppkallaður eftir fyrra manninum hjá mammuni. Mamman doyði ung frá børn­ unum, so flest teirra fóru út til onnur. Allar døturnar og synirnir Jens Klæmint og Jóannes fóru til Viðareiðis. Jóannes tænti hjá prestinum Faulenborg. Hann man eisini hava verið til skips, tí í 1904 tekur hann skiparaprógv í Havn hjá systkinabarninum Jens í Dali. Hann fór niður við prestahjúnunum, tá ið tey fóru til Danmarkar. Faulenborg hevði føroyska konu. Hon var systir Einar Mohr í Havn. Jákup Hendrik fór til Harald­ sunds, meðan Christian Johannes (seinni róptur Faroe Chris), fór til Skarðs at vera. Einasti, sum varð verandi eftir á Kirkju, var Jóan Jakku og eiga eftirkomararnir húsini enn. Christian Johannis kom seinni til Innistovu í Hvannasundi at vera, har han møtti unnustu síni Helenu. Eina tíð sigldi hann við hetlendingum, men fór síðani til Skotlands at fiska. Seinnibúsettist hann í Hull. Hann hevur so hildið, at tað var frægast at búgva í Bretlandi og hevur so sent boð eftir gentuniHelenu úr Innistovu (1882­1962) í Hvannasundi, og teygiftast í Leith í 1905. Tað er líkt til, at tey eisini hava búð í Fleetwood á vesturstrondini á Englandi, har fyrsta barnið er føtt. Sambandið við familjuna og føroyingar í síni heild helt á. Nógvir føroyingarlandaðu tá í Hull, og Helena var væl kend við tann víðagitni Mortan í Aftur á slóðina: Føroyskir fiskimen Tað er kent, at nógvir føroyskir fiski­ menn gjøgnum tíðirnar eru farnir til Bret­ lands. Hetta er heilt aftur til í hvussu er 1870­ini. Onkrir eru komnir aftur. Aðrir eru farnir víðari millum annað til Amer­ ika. Aftur aðrir til Írlands og aðra staðni. Nógvir blivu verandi í Bretlandi við teirra ætt. Í summum førum hevur ættin í Føroyum mist alt samband við hesar útflytarar, meðan tað í øðrum førum framvegis er samband. Hetta førir so til, at eftirkomararnir koma higar at vitja Ættarsøga Óli Jacobsen post@sosialurin.fo Tey vitjandi vóru f.v. Karen, Barbara og Halden Isaksen Systkini John, Ingrid og Napp Isaksen í 1935.