Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 122 - 27. juni 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Politisk atsókn móti landsstýrismanni Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, hevur hvassiliga at landsstýrismanninum, Hans Paula Strøm, ið hevur ábyrgd av sjúkrahúsverkinum. Funnist verður at Hans Paula fyri ikki at hava ruddað upp á Landssjúkrahúsinum og álvarsamt spurnartekin verður sett við førleika landsstýrismansins at røkja sítt politiska starv. Talan er um eitt óvanligt stig frá samgongufelaga. Víst er samgonguklandur einki óvanligt. Men hetta álop er út um tað vanliga í og við, at landsstýrismaðurin verður politiskt ábyrgdaður fyri støðu á einum almennum stovni, soleiðis, sum henda støða er lýst í Dimmalætting. Hetta merkir fyri tað fyrsta, at Jenis uttan víðari hevur góðtikið allar atfinningar hjá blaðnum og ta mynd blaðið gevur av Landssjúkrahúsinum. Hetta merkir í øðrum lagi, at hann ger politiska ábyrgd galdandi, nakað ið bert kann merkja, at Jenis vil hava landsstýrismannin frá. Landsstýrismaðurin sjálvur svarar hvassliga aftur í her blaðnum í dag. Hann skírir skriving Dimmalættingar sum skaðiliga forfylging av okkara týdningarmesta heilsustovni – sum ein tvey ára skipað, áhaldandi og miðvís herferð móti Landssjúkrahúsinum. Hann leggur afturat, at hann tekur misálitið frá Jensi í størsta álvara og fer at viðgera hetta á røttum staði. Vit fara ikki her djúpari inn í málið um herferðina móti Landssjúkrahúsinum, hetta evnið viðgjørdu vit í gjár. Hinvegin loyva vit okkum at staðfesta, at tað er í tøkum tíma, at landsstýrismaðurin meldar út í hesum máli. Í øðrum lagi kann staðfestast, at samgongan hevur fingið enn ein álvarsaman samstarvstrupulleika. Hetta merkir so aftur, at fyrst og fremst løgmaður hevur fingið enn ein politiskan trupulleika av samgonguni at dragast við. Fyri hvørja ferð samgongulimur ber seg at sum í hesum føri Jenis, minkar áltið á sitandi samgongu millum manna. Her skal vaskast upp og niður, um ikki alt álit skal vera fokið áðrenn langt um líður. Lat okkum í hesum sambandi nevna, at tað er ikki landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum vit hava í huga her. Hann hevur gjørt eitt gott arbeiði undir truplum umstøðum, og tað má sigast at vera heldur enn ikki løgið, at formaður Miðfloksins nýtir høvið at stinga landsstýrismanninum skør, heldur enn jaliga at medvirka til at finna haldgóðar loysnir. Løgmaður kann ikki loyva sær at sita hendur í favn, meðan formaður í samgonguflokki máar støðið undan landsstýrismanni í uriasstarvi. Løgmaður eigur at hava í huga, at eftir politisku atsóknina móti landsstýrismanninum situr almenningurin enn einaferð eftir við myndini av eini samgongu í djúpum spliti. Her er talan um eitt so álvarsamt mál, at spurningurin er, um ikki løgmaður skal nýta hetta til Ólavsøku at umhugsa aðrar samgongumøguleikar. Hann eigur at hugsa um, at samfelagið, sum støðan er, illa tolir eina samgongu í áhaldandi klandri. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Niels Petersen niels@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8­20.00 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tað kundi verið áhugavert at fingið at vita frá sam­gongu­ lim­um­, nær avgerðin at skifta kós í EFTA m­álinum­ og leggja seg á ES bógvin, er avtalað? Ein so stór og avger­ andi vend m­á óivað hava fingið drúgva politiska við­ gerð í sam­gonguni, ella hvat? Stutt eftir at Edm­und Joen­ sen, fólkatings­ og løgtings­ m­aður heitti á løgm­ann um­ at seta ES á dagsskránna fyri ríkisfundin, var landsstýris­ m­aðurin í uttanlandsm­álum­ í kringvarpinum­ og kunngjørdi at nú hevði landsstýri lagt á annan bógv viðv. EFTA m­álinum­. Við hesum­ úttalilsum­/ proklam­atión frá Høgna Hoydal landsstýrism­anni í uttanlandsm­álum­, m­an enda­ ligi seym­urin vera sligin í EFTA kistuna. Orsøkin til at einki yvir­ høvur hevur verið at frætt um­ hvussu sjarm­uoffensivin hjá uttalandsm­ála landsstýris­ m­anninum­ hevur gingist í sam­bandi við EFTA lim­a­ skap, m­an ivaleyst verða at finna í hesi útm­elding. Eitt vónbrot frá enda í annan hava royndirnar verið at um­venda Sveis, Noreg, Lichtenstein og onnur um­ føroyskan EFTA lim­askap, og harvið m­á “erkendelsens tim­e”verða kom­in bæði hjá landsstýrism­anninum­ og løg­ m­anni og verður skjútsið tí nú vent m­óti ES – ella rættari m­óti loysnum­ sum­ eru m­est gagnligar at fáa við ES ­ uttan ES lim­askap, sum­ landsstýris­ m­aðurin m­álber seg. Ikki sørt kryptiskt m­á sigast. Høgni Hoydal kunnger í kringvarpinum­ at nú skal hann hava hjálp frá Bret­ landi, Norðurlondum­ og Baltisku londunum­ at náa sínum­ m­áli. Eg m­á siga at sera ilt er at fáa eygað á nakr­ an logikk í hesum­ vavgreyta­ tosi hjá Høgna. Vóni at Høgni kann svarað m­ær: Hvat er tað sum­ hesi lond kunnu opna av hurðum­ sum­ danska stjórnin ikki er før fyri? ­ Svøríki, Finnland, Estland, Lettland og Litava og Bretland eru øll ES lim­alond sum­ kunnugt. Hvat er tað fyri serlig við­ urskifti og serskipaninir hesi lond hava sum­ ger júst teirra hjálpandi hond so um­ráðandi? Hvat er tað sum­ tú vil uppnáa heilt ítøkiligt? Hví tekur tú ikki allarfyrst fund við donsku stjórnina og biður teir um­ vegleiðing og eina hjálpandi hond at náa tí m­áli sum­ tú ætlar?? Kanst tú kunna okkum­ – fólkið í Føroyum­, hvat tað er tú ætlar í ES høpi og ES sam­starvi? Trupult er at fáa eyga á hvat tað veruliga er sum­ sam­gongan ætlar – eisini í hesum­ m­álinum­. Tað sýnist fyri m­ær og ivaleyst flestu føroyingum­ sum­ um­ Landsstýrið við Høgna Hoydal á odda, vevur sum­ hundur um­ heita greyt fyri at finna bestu fintuna at sleppa uttanum­ sam­starv og eina hjálpandi hond frá donsku stjórnini, til at finna bestu loysnirnar fyri Føroyar, ­ tað verið seg innanfyri ella uttanfyri ES. Tað er stórt spell, tí júst har fæst neyðuga ráðgevingin og politiska hjálpin til at kom­a í tættari sam­starv við ES og m­øguligum­ ES lim­askapið við undantøkum­. løgtingsmaður JoHAN DAHL Miðflokkaførarin sum handskadukka hjá Dimmalætting í jagstranini av Landssjúkrahúsinum Tað var tann yndisliga San­ die Shaw sum­ í m­ínum­ ungdóm­sárum­ í 1967 bergtók okkum­ øll við poppsanginum­ “Like a Puppet on a String” (finn hann á Google og hoyr hann har á YouTube). Hetta var tað fyrsta eg kom­ í tankar um­, tá eg sá hevndarálopið m­óti m­ær frá Dim­m­alætting í gjárkvøldið. Jenis á Rana, form­aðurin í Miðflokkinum­, sum­ handska­ dukka hjá Brynhild Thom­sen og Árna Gregersen. Ongin kann gera sær minstu vónir um at kritisera Dimmalætting óstraffaður Men onkuntíð vil m­an álíkavæl ikki finna seg í hesi journalistisku valdsnýtsluni. At eg fór at fáa tað aftur í gráum­ kálvskinni, tá eg talaði at herferðini hjá Dim­m­u m­óti Landssjúkra­ húsinum­, tað visti eg fram­m­anundan. Álíkavæl gjørdi eg av, ikki at bakka fyri heksajaktini hjá Dim­m­a­ lætting, m­en heldur at siga m­ína erligu m­eining um­ ta journalistisku inkom­petans­ una hjá Dim­m­alætting í teirra skaðiligu forfylging av okkara týdningarm­esta heilsustovni av øllum­ ­ sum­ ein tvey ára skipað, áhald­ andi og m­iðvís herferð m­óti Landssjúkrahúsinum­. Jenis sum handskadukka hjá Brynhild og Árna Tó tey eru sm­art. Sjálvandi fer Dim­m­alætting ikki at gera tað skitna arbeiði sjálv. Tað fær m­an sær ein hentan idiot at gera. Og hvør er nærri enn sjálvur Miðflokka­ førarin, Jenis av Rana, sum­ øllum­ kunnugt m­an vera ein av ídnastu álopsm­onnunum­ m­óti Landssjúkrahúsinum­ og øllum­ leiðslum­ tess tey nógvu seinastu árini? Blaðleiðsluni á Dim­m­a­ lætting vil eg heilsa og biðja tey taka tað í álvara, sum­ Harry Gudm­undsson, skurð­ lækni á Landssjúkrahúsinum­, skrivaði í opnum­ brævi til teirra í gjárkvøldið í Sosial­ inum­ (nú eitt sam­døgur seinni havi eg ikki enn sæð tað í Dim­m­u). Til sam­gonguflokkin Miðflokkin vil eg siga, at eg taki tað sum­ eitt álvarsm­ál, at form­aðurin í flokkinum­ ikki hevur álit á m­ær sum­ lands­ stýrism­aður í alm­anna­ og heilsum­álum­. Tað fari eg tó ikki at viðgera í fjølm­iðl­ unum­, m­en á røttum­ stað. Fyri at testa trúðvirði hjá Dimmu: Hví gera tit ikki eina sam­røðu við yvirlæknan á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum­, Harri Guðm­undsson, um­ hann er sam­dur við tykkum­ í tykkara kolldøm­ing av trygdini fyri lív og heilsu hjá sjúklingunum­ á Landssjúkrahúsinum­? Hví gera tit ikki eina sam­røðu við okkara hægsta heilsufakliga m­yndugleika, Høgna Debes Joensen, lands­ lækna, um­ hann er sam­dur við tykkara kolldøm­ing av leiðslu og fyriskipan av heilsufakliga virksem­inum­ á Landssjúkrahúsinum­? Jenis Like a Puppet on a String landsstýrismaður í almanna­ og heilsumálum HANS PAULI StRøM Nær hevur Landsstýrið avgjørt at broyta kós í EFTA málinum?