Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 • 27. juni 2008 Vikuskifti 12 Lívið á Landssjúkrahúsinum reportasjurøð Tað er heystarmorgun í Havn. Uttan fyri gluggan í skurðstovuni glíður eitt flott, trímastrað far mjúkliga inn um molan. Tað er norska skúlaskipið, Statsraad Lehmkuhl, ið leggur at á leiðini til Lerwick. Á skurðborðinum liggur ein 47 ára gamal maður og svevur. Eitt hjálpartól andar fyri hann, meðan ortopediski skurðlæknin, Jákup Midord, sproytar doyving í fótin, sum skal opast. Umframt snøggu snekkjuna úr Bergen í baksýni, er nokk so nógv annað norskt her í morgun. Við høvdalagið situr Marita Bæk, ið kanska kann kallast norskosusjúkrasystir. Hon arbeiddi sum sjúkrasystir í Noregi í samfull sekstan ár. Við fótalagið stendur Tina Johansen, ið útbúgvir seg til skurðsjúkrasystir í Noregi. Og høvuðsleikarin, ið er 41 ára ungi Jákup Midjord úr Havn, hevur seinastu 4 árini verið yvirlækni á Ullevål universitetssjúkrahúsi í Oslo. Tá ið Jákup Midjord greiðir frá, hví hann gjørdist yvirlækni so ungur, hoyrist væl, at hann hevur dialekt. Júst sum beiggin í útvarpinum. – Hetta her við at ganga og bíða eini 20 ár eftir einum serfrøðingi; tað er líkasum ... danskt! Eg tímdi ikki at skriva journalir og arbeiða á skaðastovu í 15 ár, áðrenn eg slapp at operera. Tí fór eg til Noregs. Har sleppur tú at arbeiða beinanvegin. Danska skipanin er eitt sindur meira tignarskipað og tung. Nógvir læknar í Danmørk, sum eru fyltir 45 ár, eru framvegis spentir um at sleppa at skera, meðan vit longu hava opererað sjálvir eini 6 ár, greiðir hann frá. Í somu løtu, ið menn á molanum smoyggja endan hjá Statsraad Lehmkuhl um pullartin, binda tey kittilssloyfuna um lækn­ an á skurðstovu 2. Úr eftiransing­ artólinum hoyra vit hjartarútmuna pippa. Sjúklingurin hevur vírik. Tað er ein knykil, ið er komin, tí beinið í stórutá er skeivt vinklað. – Eg angrípi tað distalt; altso rundan um liðin, sigur Jákup og sker ein umleið seks sentimetra langan skurð inn á bein eftir síðuni. Sum ein snikkari sagar Jákup løtu seinni burtur av liðinum við einum surrandi el­tóli, ið ikki uttan orsøk eitur Colibri. Í einum viðbragdi spjálkar sjúklingurin við beininum. Marita hyggur alt fyri eitt undir eygnalokið, men maðurin er enn djúpt inni í dreymalandi. Eitt fitt petti av liðbeininum fór burturav; okkurt um tveir ganga tríggjar sentimetrar. Síðan verður ein kíli kappaður av við táliðin, áðrenn opað verður frammi á fótablaðnum at fáa tánna púra leysa. Jákup hevur beint enn eitt beinpetti burtur og roynir so at benda tánna í rættan vinkul. Í hesum stríði brúka tey bæði ein beinan meitil og eina krongluta tong. Tongina rópa tey tvístertu, tí hon minnir mest um kløurnar í hesum miðvísa skriðkykti. At enda tekur Jákup í tánna og bendir hana hart í bakborð. So nógv stendur á, at blaðmaðurin ikki ivast í, at nú fer Jákup at standa við henni í hondini. Men beistið brotnar ikki. – Hon vil ikki geva seg. Eg verið noyddur at loysa meira, sigur Jákup og sker djúpari í vevnaðin. Og so toyggir hann hana á tamb. Tá loysnar. Ein maskuklødd sjúkrasystir rullar ein lappa saman av eins­ listum, drepur hann í vætu og turkar púra vatnrætt sveittan av enninum á Jákupi. – Hvørja forbinding plagar tú at brúka, spyr hon spakmælt. – Smalt, smalt, smalt, svarar Jákup sum ein maskinbyrsa, festir sundurlimaða liðbeinið við einum 1,5 millimetra stálpinni og seymar inni í skurðinum, sum franska fyrimyndin í fótskurðfrøði, Louis Samuel Barouk, hevur lært hann. – Síðan vit eru farin at seyma á handa mátan, stívnar næstan eingin liður. Annars eru tað 10 prosent, sigur Jákup. Klokkan 9.50 verða persienn­ urnar drignar frá, og fyrraparturin floymir inn í skurðstovuna. Marita togar iltmaskuna úr svølgrúm­ inum á nývaknaða sjúklinginum og spyr: – Hevur tú sovið væl? – Útmerkað! Hann hevur júst fingið morfin. Humanur snikkari Á skránni í dag eru annars ein russisk øksl, ið hevur lyndi at fara úr lið, og ein giktaslitin, føroyskur millumfótaliður, sum skal leggjast stívur. Tá ið Jákup er liðugur at tosa inn á band um tánna (tað er um eina V­formaða osteotomi ad modum chevron, um kaput, sum verður latiralt forskotið, um modifiseraða bleytdeildsútloysing og kapsulorhaphi við kross­sut­ uri), handar hann skrivaranum journal og upptøkuband við eini spískari viðmerking. – Her er ein, eg havi opererað. Sjálvt um hann er Neista­maður Eisini svornir kyndlamenn mugu minnast til læknalyftið og ikki gera mun á fólki. Hipp, hipp, Hippokrates! Og so er økslin aftur ovast á breddanum. Í morgun marghugsaði hann. Fimlaðist við fleiri uppgávur inni í heysinum. Tosaði ótilvitað russiskt ljómandi enskt við russ­ aran, meðan tey gjørdu klárt til vírikin hjá gamla Neista­mann­ inum. Og aftast í skallanum á skurðlæknanum lá píndi føroyski millumfóturin og plágaði. Tíbetur var russarin lagaligur at fáast við: – You doctor! You know! Læknatoymið, sum fer inn á skurðstovu 6, er ikki gamalt. Umframt okkara unga liðformann er toymið mannað við 43 ára gamla narkosulæknanum, Theodori Høgagarð, og Súsonnu Petersen, ið er lækni undir serútbúgving og 30 ára gomul. Fyrst leggja tey doyvda sjúklingin rætt. Hann verður spentur upp í sitistøðu. Sjúklingurin hevur tríggjar bláar elektrodur á bringuni, blóðtrýstmátari er spentur upp á høgra arm, og eygnalokini eru afturlatin við klisturbandi. Hann er ilt­íbundin allan vegin niður í lunguni. Jákup Midjord fer í dustleysa skurðkittilin. Sjúklingurin er allur ballaður í grønar dúkar. Einasta, sum kemur undan nú, er yvirarmurin, økslin og ein partur av bringuni. Persónurin er huldur. Einans anatomiin er eftir. Øll týdningarleys tekn eru beind burtur, so fakmaðurin fær frið at arbeiða og undirvísa. Við tussj teknar Jákup inngongdirnar til ætlaðu kikaraskurðviðgerðina. Jákup sker smá hol í aftanfyri og frammanfyri. Okkurt um átta sentimetrar eru ímillum. Kikað verður gjøgnum annan endan og arbeitt gjøgnum hin. Løtu seinni síggja vit akslaliðið á eyðkendu rundu myndini á einum sjónvarpsskíggja. Við sínum norsku royndum í einum yrki, ið ofta verður lýst á latíni, undirvísir Jákup Súsonnu á móðurmálinum og einum útlendskum læknales­ andi á donskum. Ímeðan lyftir hann russiska yvirarmin upp og roynir allar støður. Á skíggjanum sæst nógv oyðilagt brósk. Liðurin er merktur av, at gníggjað er bein móti beini leingi. Liðhylkið er snøgt sagt skrædnað frá aksla­ kúluni, og tað má tí verða spent uppaftur. Ein fresari verður brúktur at loysa arrvøkstur í liðinum. – Hevur tú skoperað fyrr, spyr Jákup. Súsanna svarar noktandi. – Tað liggur væl fyri, rósir Jákup Súsonnu, meðan hann sker flákrandi misvevnað burtur og hon kikar fyri honum. Tjúkt er fyri av fresaðum pettum. – Eg trúgvi ikki, at eg fái hildið við hesum, sigur hann og sker triðja innførsluholið omanfyri. Súsanna heldur liðhylkinum uppi, meðan Jákup festir tað. Átta millimetra borin verður spent­ ur upp á Colibriina, sum surrandi sker naglahol í seiga russiska akslarbeinið. So verður liðhylkið togað upp og neglt fast í kúluna. Nú hevur skurðviðgerðin vart longur enn ein tíma. Illgruni er um, at sjúklingurin kann kólna, tí væta hevur streymað inn í akslaliðið leingi. Sjúkrasystrarnar eru allar árvaknar og balla mannin í teppi. Jákup neglir seinastu sløgini skjótt; sum ein títthentur timburmaður, ið skiftir tak, meðan ælið nærkast. Klokkan er næstan hálvgum eitt, tá ið liðugt er. – Nýggj instrument, nýggjar sjúkrasystrar og nýggjur hjálpari. Og vit kláraðu tað upp á ein góðan tíma. Tað var ikki so galið, sigur Jákup úti í vaskirúminum, spílar búkin út í netundirtroyggjuna og skrykkir hvítu maskuna av. Narkosulæknin Theodor kemur Mister Lið SKURÐGONGIN. Jákup Midjord er meistarin, tá ið tað snýr seg um at orðna akslalið. Vit standa við lið ortopediska skurðlæknans undir eini slíkari skurðviðgerð. Vit fylgja eisini Jákupi, tá ið hann leggur ein fótlið stívan og fjarskiftir um ein tvørligan suðuroyarfraktur. Men fyrst á skránni er ein hallux valgus; ein vírikur, sum er knykil á liðinum á stórutá. Longu frá morgunstundini spríkir sveittin úr humana snikkaranum úr Havn Høgni Mohr Reportasja