fríggjadagur 27. juni 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 - 27. juni 2008
13
viðmerkingar
Bæði landsstýrið og fólka
tingsmaðurin hjá Tjóð
veldisflokkinum snork
svóvu, tá lobbyarbeiðið um
sonevnda hvalaveiðumálið
skuldi gerast. Undirritaði
purraði bæði fólkatings
mannin og landsstýris
mannin í uttanlandsmálum
út uttan úrslit. Nú er løg
maður vaknaður, og spurn
ingurin er, um Sjúrður
Skaale ætlar at sova víðari
Málið um eitt stórhvalareser
vat sunnast á jarðarhálvuni,
sum landsstýrið og danska
stjórnin eru komin í klemmu
av, er nú kastibløka millum
ymsar partar í politiska
umhvørvinum.
Fólkatingsmaðurin hjá
Tjóðveldisflokkinum, Sjúrður
Skaale, fær málið í lygnhálsin
í bløðunum í gjár.
Tí nakrar linjur, ið vónandi
kunnu vera við til at lýsa
rætta samanheingin.
Spurningurin um
hvalareservatið
Í stuttum snýr málið seg um,
at nøkur limalond í Altjóða
Hvalaveiðunevndini (IWC)
vilja fremja eitt uppskot um
at banna stórhvalaveiði á
einum sjóøki í Suðuratlants
havi. Altso vilja nøkur skipa
eitt stórhvalareservat.
Danska stjórnin er, sum
flestu vita, samd við landsstýr
unum í Føroyum og Grønlandi
um, at burðardygg hvalaveiða
eigur at verða loyvd.
Hesa prinsippstøðu hevur
danska stjórnin framvegis, tó
at hon stjórnin er vorðin
noydd at broyta sína almennu
støðu til spurningin um
nevnda hvalareservat.
Meirilutin í Fólkatinginum
upploysist
Higartil hevur ein meiriluti í
Fólkatinginum bakkað stjórn
ina – og bæði landsstýrini –
upp um sjónarmiðið, at
burðardygg hvalaveiða skal
loyvast.
Seinnapartin týsdagin 10.
juni kemur tó til sjóndar ein
broyting á hesum øki. Hetta er
dagin fyri, at umhvørvisnevnd
in í Fólkatinginum skal við
gera og taka støðu til spurn
ingin um stórhvalareservatið.
Á Christiansborg nevnda
dag er nógv virksemi í korri
dorunum. Fyrst frættist, at
meirilutin er intaktur, hóast
Socialistisk Folkeparti (SF)
streingir á fyri at ávirka polit
ikarar og flokkar øvugta vegin.
Seint seinnapartin og út á
kvøldið koma onnur politisk
tekin. Nú frættist, at ikki bert
SF men eisini donsku javnað
armenninir hava broytt støðu.
Rossahandil um kúlubøkur
Síðani kemur eisini fram, at
annar ella báðir teir grøn
lendsku fólkatingslimirnir
eru farnir í andstøðupartin í
spurninginum um hvala
reservatið.
Fleiri politikarar undrast á,
at júst grønlendingar taka
undir við spurninginum um
at friða stórhval.
Í krókunum hoyrist, at ein
rossahandil um stuðul í IWC
til loyvi at veiða kúlubøkur
fær annan grønlendingin at
flyta seg í málinum.
Rossahandlar fáast tó
sjáldan váttaðir.
Lobby á Christiansborg
Hetta týskvøldið 10. juni sær
altso út til, at danska stjórn
in, sum er ein minniluta
stjórnin, er í vanda fyri at fáa
ein meiriluta í Fólkatinginum
ímóti sær. Tað tolir ongin
donsk stjórn.
Tí byrjar nú eitt ávíst lobby
virksemi á Christiansborg.
Undirritaði er við í hesum
virksemi saman við stjórnar
flokkunum. Endamálið er at
vinna stjórnini meirilutan aftu
r, so uppskotið um hvala
reservat ikki skal vinna frama
á fundinum í umhvørvis
nevndini dagin eftir.
Útpurring til tjóðveldismenn
Sama kvøld setur undirritaði
seg í samband við Sjúrð
Skaale. Tað tykist, sum hann
ikki veruliga fatar, hvat fer
fram í korridorunum á Christ
iansborg hetta kvøldið.
Vit báðir Sjúrður práta
saman umvegis telefon, og
undirritaði heitir á Sjúrð um at
ávirka grønlendsku fólka
tingslimirnar, sum jú eru við í
Norðuratlantsbólkinum.
Eisini fær Sjúrður Skaale
áheitan um at tala við samstarv
sflokkarnar hjá Norðuratlants
bólkinum, sum jú eisini hava
broytt meining í hesum máli.
Ikki hond frá síðu
Nakað seinni kemur Sjúrður
Skaale á skrivstovuna hjá
undirritaða.
Vit avráða m.a. at ringja til
landsstýrismannin í uttan
landsmálum. Spurningurin er,
hvat landsstýrið ger fyri at
lobbya fyri føroyska sjónar
miðinum um stórhvalaveiði.
Svarið er negativt.
Uttanlandslandsstýrismaður
in rættir ikki hond frá síðu.
Rópa hart men gera onki
Úrslitið er greitt dagin eftir,
mikudagin 11. juni, í umhvørv
isnevndini hjá Fólkatinginum.
Andstøðuflokkar, partur av
Norðuratlantsbólkinum og
samstarvsfelagar hjá Norður
atlantsbólkinum kroysta á
hesum fundi stjórnina at taka
undir við uppskotinum um
hvalareservat í Suðuratlants
havinum.
Við øðrum orðum: Teir,
sum her heima geyla harðast
um, at stjórnin hevur broytt
støðu, gjørdu eitt stað millum
lítið og onki fyri at ávirka
málið rætta vegin í Fólka
tinginum.
Hetta er tað, vit plaga at
rópa dupultmoralur.
Hattin av fyri løgmanni
Á tíðindafundi í sambandi
við ríkisfundin mikudagin
25. juni greiddi Anders Fogh
Rasmussen, forsætisaráð
harri, frá samanheinginum,
ið eg havi lýst frammanfyri
nevniliga, at Norðuratlants
bólkurin eigur ein part av
heiðurinum fyri, at málið
gekk, sum tað gekk.
Her vísti løgmaður seg sum
ein mann. Hann tók ein part av
ábyrgdini av, at hann onki hevði
gjørt fyri steðga, at danskir
javnaðarmenn broyttu støðu til
málið um stórhvalareservat.
Nú reservatið aftan á sein
asta IWCfundin kortini ikki
vísti seg at koma ígjøgnum í
Altjóða Hvalaveiðunevndini,
ætlar løgmaður at fara undir
lobbyvirksemið mótvegis
danska javnaðarflokkinum.
Betri seint enn ongantíð.
Sjúrður pellar
Fólkatingsmaðurin hjá Tjóðv
eldisflokkinum hevur ikki
sama mansevni sum
løgmaður.
Heldur enn at standa við,
at hann sjálvur og landsstýrið
snorksvóvu, tá arbeiðast
skuldi, roynir maðurin av
órøttum at flyta fokus við at
skriva, at undirritaði hevur
skyldina av, at Norðuratlants
bólkurin sveik, tá á stóð.
Slíkt eru menn.
Avmarkaðan týdning
Tað, eg havi sagt, og fram
vegis standi við, er hetta: mál
ið um stórhvalareservatið á
sunnari jarðarhálvu, sum nú
kortini ikki er samtykt í Al
tjóða Hvalaveiðunevndini,
hevur avmarkaðan týdning
fyri Føroyar, og tíðin fer
helst at vísa, at føroysku
áhugamálini verða fullvæl
vard, hóast ein meiriluti í
Fólkatinginum tekur undir
við uppskotinum um
reservat.
Undirritaði hevur staðfest,
at ein nýggj parlamentarisk
støða er í Fólkatinginum, og
so má arbeiðast út frá tí
veruleikanum.
Apuna eigur Sjúrður
Skaale
Spurningurin er nú, um Sjúrð
ur Skaale og hansara felagar
munnu vera vaknaðir, ella
um teir ætla at sova víðari í
Fólkatinginum.
Kanska velur Sjúrður at
leggja seg aftur.
Í øllum førum eigur hann
at taka politisku apuna við
sær.
Sjúrður Skaale eigur apuna
løgtings- og
fólkatingsmaður
Edmund
JoEnsEn
Helena Dam á Neystabø
fekk tapliga 180 milliónir
játtaðar til strandferðslu.
Hon fekk enntá tvær milli
ónir meira enn umbiðið.
Henda risajáttan er til ‘heila
draslið’ – skip, bilar, olju,
umvæling, Svínoyarleið,
Suðuroyarleið, ja enntá
stjóraløn og starvsfólkaút
ferð. Men sum í sanginum
um ta ‘Skjønnu Helen’ – ið
var “oppdratt til rikdom og
herlighet” – so skuldi alt
vendast á høvdið í hesum
máli. Nú skal serliga játtast
til møttrikkar og búsningar á
Smyrli, tí umsitingin hevur
skundað sær spakuliga við
einum breki, ið vísti seg
longu í 2007.
Skundskipan
Vit hava rættiliga stranga
stýrisskipan. Hon sigur
greitt, at útreiðslur skulu
játtast fyrst; síðani kann
peningur brúkast. Hetta
verður gjørt við landsins
fíggjarætlan, ið kallast
løgtingsfíggjarlóg.
Men tvinnanda mátar eru
at fáa játtan umframt fíggjar
lógina. Annar er at sam
tykkja eykajáttanarlóg á
løgtingi; hin er at fáa góð
kent fíggjarnevndarskjal.
Hesin seinni møguleikin ber
í sær, at landsstýrismaður í
viðkomandi málsøki saman
við landsstýrismanni í
fíggjarmálum prógva málið
hava skund og vera komið
óvart á tey. Fíggjarnevndin
viðger tá fyrst treytina um
‘skund og óvart’ – síðani
kann nevndin viðgera málið
og taka støðu til, hvørt hon
vil játta ella ikki.
Seinan skund
Skjalið, ið vit fingu í málin
um um Smyril var út av lagi
vánaligt. Greitt var frá, at
brekið langt síðani var stað
fest, at framleiðarin av hes
um stóru finnum hevði
ábyrgdina, at eftirlitið við
teimum hevði svikið – bæði
hjá framleiðara og hjá okkara
monnum – tí nøktandi trý
stroyndir vórðu ikki gjørdar.
Serliga áhugavert var, at
brekið fyrst var funnið í
2007 og endaliga staðfest í
februar 2008. Undir vanlig
um umstøðum kann hending
í februar júst vera dømi um
nakað, ið kemur óvart á – tá
er fíggjarárið jú byrjað. Er
hendingin nóg stór og
óvanlig, kann talan vera um
at treytin í stýrisskipanini er
hildin.
Men júst í fíggjarárinum
2008 var høvi at fáa alt við.
Landið varð rikið eftir tí
serliga slagnum av fíggjar
lóg, ið kallast bráfeingis
játtanarlóg. Tann endaliga
fíggjarlógin var løgd fram,
viðgjørd og samtykt í tíðar
skeiðnum frá 22. apríl til 30.
mai 2008. Viku seinni vildi
Helena flyta finnurnar.
Sjálvur sat eg við greinini
á fíggjarlógini, ið Helena
varðar av. Á hesi grein var
lagt upp fyri lønarhækkan,
hækkandi oljuprísi og øðr
um, ið væntandi var – men
tikið var av upphæddini í
mun til 2007 fyri útreiðslur
nar av at senda Smyril í
dokk; Smyril hevði verið í
dokk í 2007 og væntaðist
ikki í dokk aftur fyrr enn í
2009. Støðan er sostatt tann,
at antin visti innlendis og
samferðslumálaráðharrin, at
peningur manglaði, ella átti
hon at vita tað.
Tá ið fíggjarnevndar
skjalið endar við orðunum:
“hetta mál hevur skund,” er
hetta tað, tey nevna “non
sequitur” – láturliga høpis
leyst framhald av tekstinum
omanfyri. Onki av tí, ið sagt
er í fíggjarnevndarskjalinum
kann logiskt føra til niður
støðuna, at málið eftir stýris
skipan okkara hevur skund
og fíggjarnevndin tí hevur
loyvi at viðgera tað.
Vita og vilja
Strandferðslan og lands
stýrismaðurin í samferðslu
málum hava skyldu at røkja
skip og farleiðir innanfyri
sína játtan. Strandferðslan
hevur eina ta størstu játtan á
fíggjarlógini; Strandferðslan
hevur inntøkur fyri knappar
hálvthundrað milliónir;
Strandferðslan kann hækkað
prísir, broyta ferðaætlan,
bíða við hesum ella hasum
og annars venda kappan eftir
vindinum.
Um landsstýrismaðurin
loyvir, at Smyril verður
forsømdur innanfyri hesa
risajáttan, kann talan verða
um ákæru eftir lóg um
ábyrgd landsstýrismanna.
Stjórin tykist afturímóti
dugnaligur og ágrýtin – og
roynir sum frægast at verja
stovn sín, nú Helena er farin
í feriu og letur stjóran vera
einsamallan á brúnni.
Men eitt segði hann, ið er
ódámligt. Hann segði við
útvarpið okkurt um, at hann
‘ikki hevði skil fyri tí polit
iska.’ At siga so er nakað
sum at koyra bil og ‘vita
nakað um allar hasar drøyju
víkiskyldurnar.’ Allir góðir
borgarar kenna stýrisskipan
landsins, og ongin kann
biðja lova sær at vera mill
um landsins umsitingarleið
ara og ikki vera førur fyri at
lesa tann tøkniliga sæð ein
falda manualin, ið eitur
“fíggjarmál landsins” og eru
fimm stuttar paragraffir í
stýrisskipanarlógini. Millum
mest upplagdu tulkingarnar
av stýrisskipanarlógini er, at
løgtingsins fíggjarnevnd ikki
skal verða betur kunnað av
at lurta eftir útvarpstíðindum
enn av at lesa fíggjar
nevndarskjalið.
Ongin maskinmaður hevði
viðgingið ikki at hava skil
fyri dimensjónum og gevind
um; ongin almennur stjóri
eigur sjálvsikkur at siga seg
ikki hava skil fyri stýris
skipan landsins.
Om igen
Í fíggjarnevndini er so, at trý
av sjey skulu til at staðfesta,
at talan ikki er um skund
mál, ið vit kunnu avgreiða
uttanum løgtingið. Tá ið vit
tríggir í andstøðu (eisini
sambandsmaðurin) høvdu
staðfest júst tað sama, at
treytin ikki nær námind var
lokin, so legði samgongu
meirilutin seg í lívd av
okkum og ‘hevði skund’ at
vísa skjalinum burtur.
Ongi tekin vóru um at sam
gongan var sannførd – og
enn minni samd. Fíggjar
nevndarskjalið tykist antin
vera stemplað fyri frið skyld
ella at vera ein roynd snildis
liga at økja játtanina uttanum
samlaðu raðfestingina í løg
tinginum. Enn hevur ongin
samgongupolitikari úttalað
seg fyri hesi játtan – hetta er
nú vorðið eitt løgið mál mill
um strandferðslustjóran og
minnilutan í fíggjarnevndini.
Sjálvstýrisflokkurin
strongdi á at raðfesta Suð
uroynna undir fíggjarlógar
viðgerðini. Vit løgdu dent á
at framskunda eftirskúla í
Hvalba, vit eru fyri vakstrar
ætlan, vóru vit at samtykkja
økisdepilin fyri sinnisveik,
fyri nýggjum námi í Prest
fjalli, fyri bakkaverju í
Sumba og Fámjin, og hava
lagt stóran dent á at skúla
depilin í Hovi eisini skal
bjóða út annað enn miðnáms
útbúgving, t.d. hægri útbúgv
ing sum fjarlestur. Var sann
førandi umbøn um økta
játtan rættstundis fráboðað,
so hevði ikki skortað vilji
Sjálvstýris at raðfest Strand
ferðslu hægri og kanska
okkurt annað lægri.
Tí dámar okkum sera illa
at hesin bólturin aftur verður
sendur innfyri til rangstadd
an landsstýrismann. Hevur
landið mist pengar ella mist
høvi at umvæla Smyril, so
verður ikki fíggjarnevndin
ábyrgdað. Ongin konto á
fíggjarlógini eitur “Smyrla
finnur” líka so lítið sum
“síðsti túrur hjá Másanum”
ella “bilur og ein um Suður
oyarfjørð” ella “økt sigling
um Skopunarfjørð” eru
konti á fíggjarlógini.
Ábyrgd er landsstýrismanna.
Skunda sær spakuliga
løgtingsmaður
Kári á rógvi