Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 • 27. juni 2008 Vikuskifti 13 reportasjurøð at fylgja við viðrakningini. – Tað, sum vit gera, er vísindi. Tað, sum teir gera, er handverk, argar hann. – Theodor hevur óivað rætt, svarar Jákup. Eg eri humanur snikkari! Men í tí at Jákup fer innar í diktér-rúmið at banda frágreið- ingina um sína »traumatiskt residiverandi akslaluksatión«, yppir hann øksl og andar inn. Stingandi svarið kemur sum eitt mutl úr munninum: – Munurin á einum skurðlækna og einum narkosulækna er, at skurðlæknin altíð er fullur í blóði. Á klæðunum hjá narkosu- læknanum eru bara kaffiblettar. Ongar ommur eru í Oslo Klokkan er farin av trý, tá ið sjúkrasystrarnar loysa lærman- sjettina á triðja og seinasta skurðsjúklinginum í dag. Blóðið setur beinanvegin niður aftur í skurðviðgjørda fótin, og tá ið tærnar rodna, veit Jákup, at alt er í lagi. Hann kveitir at klokkuni. – Fínt! Henda viðgerðin plagar at taka 90 minuttir, men vit brúktu bara 84, sigur hann. Saman við Súsonnu og liðnum av sjúkrasystrum hevur Jákup nú lagt millumfótaliðin stívan. – Eg haldi, at tú veitst, hvat tú gert, segði pínunívdi maðurin við skurðlæknan, tá ið Jákup um morgunin lá á knæ og kannaði avgamla fótskaðan. Og maðurin fór ikki heilt skeivur. Vit hava júst sæð Jákup baksað sum ein grótlagara við blonkum meitli og hamara í hond, sum slátrara við blóðugum beinmolum rundan um seg, sum maskinsmið við blýtungum gevindskerara við lið, og at enda sum múrara við bleikum gipspulvuri á kitlinum. Umframt tær tríggjar skurð- viðgerðirnar í doyvd menniskju, hevur dagurin hjá Jákupi verið merktur av nógvum yrkisligum sambandi við tey vaknu. Tá fer hann úr gummihandskunum og í floyalshandskar. Ein gamal garpur hevði fyrst ilt í búkinum og so ilt í rygginum. Jákup prátar við hann, finnur okkurt pínupunkt, staðfestir at maðurin helst er slitin av lívinum og biður røntguna hyggja at skanningini einaferð afturat. Á G4 er ein kvinna, sum varð knúst sundur í eini ferðsluvan- lukku í fjør. Hon ernast fyri hvønn dag, sum gongur. Jákup og teir hava orðnað annað óstbeinið, ið ikki vildi grógva aftur. – Tað, sum tú ikki má fara at gera nú, er tað, sum Tarzan ger, ➘ Jákup Midjord, skurðlækni Mynd: Jens Kristian Vang