Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 122 - 27. juni 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæri pápi, verfaðir og abbi okkara Ansvein Heinesen brádliga andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til vil jarðarferðina og fylgdu Ansvein til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Bogi, Gunnvá og Katrina Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá okkara kæri pápi, verpápi og abbi Jørgen Edmund Samuelsen ættaður úr Sumba og búsitandi í Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum á Lágargarði fyri umsorgan og røkt, meðan hann búði hjá tykkum. Tøkk til tykkum á Landssjúkrahúsinum, sum vóru um hann har. Tøkk til prest, kirkjutænarar, berarar, sangarar, grav­ arar og til tykkum, ið hjálptu til og fyriskipaðu ervið. Tøkk fyri heilsanir, uppringingar, vitjanir, bakstur, blómur, kransar og gávur til Lágargarð. Tøkk øll tit mongu, ið fylgdu honum til síðsta hvíldarstaðið. Skyldfólk, vinir og kenningar, hjartans tøkk øll somul. Familjunnar vegna Hervør, Regin, Birgir og Finnbogi Týskvøldið 1. juli spælir Maria Guttesen á Reinsar­ ínum í Havn. Talan er um fyrstu kon­ sertina Maria Guttesen hev­ ur í Føroyum, eftir at fløgan ”Wide Open” kom út fyrr í ár. Hendan útgávan er heilt serlig, tí tað er Maria sjálv, sum spælir øll ljóðføri á útgávuni. Hetta verður tó einasta konsertin hjá Mariu Guttesen í Føroyum á hes­ um sinni. Við sær á pall hevur hon bróðirin Gunnar G. Guttesen á trummum og danska Peter Steenild á guitar. Ummælarar hava róst Mariu Guttesen seinastu árini, og hevur hon eisini fingið góð ummæli í sam­ band við ”Wide Open” fløg­ una. Føroyska songkvinnan, tónleikarin og tónasmiðurin hevur gjørt meira og meira vart við seg. Hon er ring at seta í bás, men verður tó samanbordin við t.d. Tinu Dickow, Bjørk og Anisette, av ummælarum í Danmark. Í løtuni fæst Maria við eina fløguinnspæling sam­ an við guitarsnillinginum Peter Steenild, sum eisini fer at framføra við henni týskvøldið og verður hend­ an útgáva væntandi liðug seinni í ár. Konsertin verður týs­ kvøldið 1.juli kl. 20.00, og atgongumerkir á 100 kr fáast í Kunningarstovuni og við dyrnar. Les meira um Mariu á myspace.com/mariagutte­ sensolo ella mariaguttesen. dk Ein heilur flokkur av sjálvlesandi føroyskum náms­ frøð­­ingum fekk í dag prógv á Danner­ seminaret í Danmark Tey 25 hava øll tikið lut á netlesnaðinum hjá Danner­ seminaret, sum liggur í Jægerspris nakað norðanfyri Keypmannahavn. Skúlin heldur til á søguliga slottin­ um, sum Fríðrikkur sjeyndi hevði saman við konu síni, greivinnu Danner. Harav navnið á skúlanum. Føroyski bólkurin hevur verið í Danmark hesa sein­ astu lítlu vikuna, har tey hava vart høvuðsuppgávur sínar, og hvør sum ein stóðu tey seg somikið væl, at prógvið varð handað. Tey 25 eru: Gunhild Arge, Laila Skála Askham, Heidi Holm Dahl, Elin Deb­ es, Eyðvør Egholm, Ingrid Fuglø, Linda Hammer, Eyð­ bjørg Hansen, Sóleyð Deb­ es Joensen, Jóan Petur Inge­ mar Johansen, June Jón­ sveinsdóttir, Marion Leifs­ dóttir, Elin Mikkelsen, Hansy Mouritsen, Petrina Nolsøe, Jørgin Evert Olsen, Eyð Unadóttir Persson, Elspa Petersen, Marjun Pet­ ersen, Katrin Signa Poulsen, Nancy Petsy Selfoss, Susan Vibeka Tavsen, Annika Vest­ ergaard, Súsanna Guðrið Dam og Mathilda Dam Lamhauge, sum tó vantar á myndini. 25 námsfrøð­­ingar afturat Maria Guttesen á Reinsarínun Dagurin 28. juni. Eleonora. Nú á døgum stendur í álmanakkan­ um bara Karolina Amalia, sum er navnið á eini drotn­ ing, og sum er komið inn í álmanakkan, eftir at teir í 17. øld gjørdu av at seta føðingardagarnar hjá kongum og drotningum við dagarnar í álmanakkanum. Men henda Karolona Amalia er eingin halgikona heldur enn onnur kongilig. Fyrr stóð navnið Eleonora, men satt at siga vita vit einki um, hvør ið hon var. Navnið er tað sama sum Helena. 29. juni. Pætursøka. Tíðliga í fornkirkjuni varð 29. juni hildin til minnis um, at bæði Pætur og Paulus vórðu tiknir av døgum henda dag, Pætur krossfestur við høvdinum niðureftir, helst í árinum 64, og Paulus hálshøgdur, helst í árinum 67. Dagurin var upprunaliga bæði ein pætursøka og ein pálsmessa. 30. juni. Lucina, deyð umleið ár 100. Kristin kona, sum sigst at hava verið upplærd av ápostlunum sjálvum. Annars er dagurin eisini ein av pálsmessunum.